Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. september 2018Nr. 128
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2018
(Hækking av kvotu og nýggj felags árskvota)
§ 1
Í kunngerð nr. 187 frá 29. desember 2017 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Umframt kvotuna í stk. 1 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fiska 450 tons av toski, sum Føroyar hava sambært býtisavtalu við ES, í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap.”
2. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Fiskiloyvi, sambært § 4, stk. 1 til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap eftir kvotu sambært § 3, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2018 hevði rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Veiðast skal við línu.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir heildarkvotuni, sambært § 3, stk. 1, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Fiskiloyvi, sambært § 4, stk. 1 til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap eftir kvotu sambært § 3, stk. 2, verður latið persóni ella felagi, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til veiðu eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum.
Stk. 4. Fiskiskapurin eftir heildarkvotuni, sambært § 3, stk. 2, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 5. Fiskiskapurin eftir toski á Flemish Cap kann ikki byrja fyrr enn 7. januar 2018.
Stk. 6. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 3, stk. 1 og 2 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 24. september 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)