4. september 1995Nr. 129
Kunngerð um innrætting av tekniskum hjálpartólum
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, við seinni broytingum, hevur Landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í “Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 561 af 24. juni 1994 om indretning af tekniske hjælpemidler” verða galdandi fyri Føroyar.
Stk. 2. Tær heimildir, sum aðrir myndugleikar hava eftir hesi kunngerð fær Arbeiðsefitirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðini við fylgiskjølum fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verða sektað eftir § 41 í lógini.
§ 3. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 74 frá 25. oktober 1985.
FØROYA LANDSSTÝRI, 4. september 1995
Óli Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Johnny Winther Holbech (sign.)