7. august 2020Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski, rækjum o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2020
(Treytir fyri landing uttanlands)
§ 1
Í kunngerð nr. 160 frá 30. desember 2019 um veiðu eftir botnfiski, rækjum o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2020, sum broytt við kunngerð nr. 67 frá 19. mai 2020, verður í § 17 a sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Veiða sambært stk. 1 kann verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. august 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)