9. desember 2013Nr. 129
Kunngerð um íløgurøkt hjá Vinnusjúkugrunninum
Við heimild í § 80, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, verður ásett:
§ 1. Nevndin fyri Vinnusjúkugrunnin skal umsita fæið hjá Vinnusjúkugrunninum soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri Vinnusjúkugrunnin.
Stk. 2. Peningurin í grunninum skal setast soleiðis, at fingið verður størsta trygd fyri, at realvirðið av peninginum verður varðveitt, somuleiðis at roynt verður at fáa best møguliga rentu.
§ 2. Nevndin fyri Vinnusjúkugrunnin hevur heimild til at gera avtalu um íløgurøkt við Føroya Gjaldstovu.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 9. desember 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)