19. september 2022Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2022
(Áseta atgongd hjá norskum skipum at fiska norska makrelkvotu í føroyskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 190 frá 22. desember 2021 um skipan av fiskiskapinum hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2022 verður í § 10 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Umframt kvotuna í stk. 1 kunnu skip undir norskum flaggi fiska 10.000 tons av norsku makrelkvotuni í føroyskum sjógvi í 2022.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. september 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)