Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. september 2009Nr. 129
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar sum seinast broytt við fráboðan nr. 100 frá 17. juli 2009 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Sum nýtt nr. 68a í § 14 verður sett: “68a) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) § 79 stk. 5.”
2) Sum nýtt nr. 2a í § 34 verður sett: “ 2a) Sbr. lista A nr. 8: Góðkennan av havnagjøldum”.
3) Í § 36 nr. 3 verður “Fiskirannsóknarstovan” broytt til ”Havstovan”.
4) Í § 37 nr. 98 verður sett afturat “, tó ikki § 79 stk. 5.”
5) § 51 nr. 5 verður strikað.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 25. september 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)