Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. august 2021Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan
(Linkað krav um grannskoðan av roknskapi fyri stuðul)
§ 1
Í kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan, sum broytt við kunngerð nr. 181 frá 18. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 21 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Stuðulsmóttakarin skal í seinasta lagi 1. apríl árið eftir lata stuðulsveitaranum roknskap sbrt. stk. 2 við møguligari váttan frá grannskoðara, sbr. § 22, stk. 2 og 3, og grannskoðanarprotokoll. Er talan um frágreiðing sbrt. stk. 3, skal frágreiðing latast stuðulsveitaranum í seinasta lagi 1. apríl árið eftir.”
2. § 22, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Roknskapur fyri stuðul, sum ikki eru fevndur av stk. 1, verður váttaður við grannskoðanarátekning sbrt. §§ 3-8 í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a., sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Er talan um stuðul, sum er minni enn 500 tús. kr., kann við roknskapi, sum er fevndur av stk. 2, verða latin váttan um víðkaða gjøgnumgongd sbrt. §§ 9-11 í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. Er talan um stuðul, sum er minni enn 100 tús. kr., verður krav ikki sett um váttan frá góðkendum grannskoðara.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 26. august 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)