Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. september 2011Nr. 129
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av landsjørð
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður broyttur til:
“Við heimild í § 2, stk. 5, § 4, stk. 1 og 8, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 4, § 7, stk. 1, § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð verður ásett.”
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Festi kann bert verða lagt saman við øðrum festi, sum er í somu markatalsbygd ella við einum í grannalagnum, og bert, um samanleggingin førir til betri rakstur.”
3) § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Undantak frá bústaðarskylduni kann eisini verða veitt, um umsøkjarin fer av oynni í arbeiðs- ella útbúgvingarørindum, ella orsakað av øðrum persónligum ávum má av oynni í eitt avmarkað tíðarskeið. Búnaðarstovan skal góðkenna orsøkir og tíðarskeið.”
4) § 11 verður orðað soleiðis:
”§ 11. Fyri sølu av jørð, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking, festaraskifti og sáttmálar verða ásett hesi gjøld:
1) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av grundstykkjum av vanligari stødd kr. 2.000,-
2) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av størri øki 1½ % av keypsprísinum, tó í minsta lagi kr. 2.000,-
3) Makaskifti kr. 2.000,-
4) Marknaumskipan kr. 900,-
5) Servitutstriking, átekning skeytir kr. 900,-
6) Býarhegn/vetrarfriðing kr. 5.000,-
7) Festaraskifti kr. 3.000,-
8) Leigusáttmálar og ískoytir til leigusáttmálar kr. 1.000,-
9) Leingjan av leigusáttmála hjá sama leigara kr. 500,-
10) Traðarleiga kr. 500,- um árið
11) Leiga av neystagrund kr. 100,- um árið
12) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til mastrar og antennur kr. 500,-
13) Leiga av størri lendi til størri anlegg, so sum vindmyllur, aling o.a. kr. 3,44 pr. m2 (2008 prístalið), tó ikki minni enn kr. 5.700,- um árið (2008 prístalið)
14) Onnur leiga av lendi í styttri áramál kr. 5.700,-.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 26. september 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)