Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. september 2018Nr. 129
Kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 26 frá 3. mars 2022
(Koyrikortkunngerðin)
Við heimild í § 10, stk. 1, § 18, stk. 3, 4, 7, 9 og 10, § 18 b, § 18 c, stk. 5, § 18 d, stk. 5, § 19, stk. 4, § 19 a, stk. 6, § 21, § 58 a, stk. 5, § 64 og § 64 l í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, verður ásett:
Kapittul 1
At útvega koyrikort
§ 1. 1) Ongin persónur kann vera handhavi av meira enn einum koyrikorti, sbr. tó § 3 c.
§ 2. Koyrikort kann verða givið persóni, ið við eini roynd vísir at hava nóg góð koyrievni og neyðugan kunnleika til akfarið og tess viðferð, umframt neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar, sbrt. ásetingunum í kapitli 3.
Stk. 2. Koyrikort kann bert verða givið persónum, sum hava vanligan bústað í Føroyum, sbr. § 4. Henda avmarking verður ikki nýtt við útgávu av ferðafólkakoyrikorti sbrt. § 80. Útgáva av avriti av koyrikorti, sbrt. § 55, stk. 1-3, og endurnýggjan av koyrikorti sbrt. ásetingunum í kapitli 6, kann harumframt verða gjørd hjá persónum, sum hava ognað sær eitt føroyskt koyrikort, og sum ikki hava vanligan bústað í Føroyum. Sama ger seg galdandi fyri eftiransandi koyriroynd eftir treytaða frádøming av koyrirættinum, sbrt. § 70, stk. 1-3, endurtøku av koyrirætti aftan á koyriforboð, sbrt. kapitli 7 a, og endurtøku av koyrirætti eftir treytaleysa frádøming, sbrt. kapitli 8, við støði í einum koyrikorti, sum varð útgivið í Føroyum áðrenn frádøming.
Stk. 3. Koyrikort kann ikki verða útgivið til persónar, hvørs koyrikort í einum øðrum landi er avmarkað, bráðfeingis sett úr gildi ella inndrigið. Hetta er ikki galdandi fyri avmarkingar, sum nevndar eru í skjali 7.
Stk. 4. Persónar, sum hava bústað og eru skrásettir at vera undir útbúgving uttanlands, kunnu fara til koyriroynd og fáa útgivið koyrikort í Føroyum, um tað ikki eru meira enn 5 ár síðani tey hava verið skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum, sum fastbúgvandi í Føroyum í samanhangandi 5 ár.
§ 3. Umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.
Stk. 2. Við umsóknini skal vera ein fotomynd av umsøkjaranum. Myndin skal lúka hesi krøv:
1) Myndin skal vera dygdargóð, haldbar og egnað til ljóslesing, uttan stempul, hol ella onnur brek.
2) Myndin skal vera ein vællíknandi portrettmynd í stødd 35x45 mm, har høvdið skal máta 30-36 mm í hæddini.
3) Myndin skal vera tikin beint frammanífrá og vísa tað ovasta av akslunum og andlit umsøkjarans uttan høvuðklæði.
4) Ljósið skal falla javnt á andlitið.
5) Bæði eygu skulu vera fullkomiliga sjónlig, og eyguni skulu venda beint móti myndatólinum.
6) Muðurin skal vera afturlatin.
7) Brillur mugu ikki vera tónaðar og skulu vera uttan endurskin.
8) Bakgrundin skal vera ljós og uttan skugga ella onnur myndevni.
Stk. 3. Akstovan kann loyva, at umsøkjari hevur klæði á høvdinum á myndini, sbr. stk. 2, um so er, at umsøkjarin av átrúnaðarligum orsøkum biður um hetta. Akstovan kann eisini loyva frávik frá krøvunum í stk. 2, nr. 1-8, um heilt serligar orsøkir eru fyri hesum.
Stk. 4. Við umsókn um koyrikort, skal harumframt vera eina læknaváttan, sum lýkur treytirnar í § 19, tó ikki umsókn um koyrikort til bólk AM, lítið prutl. Til koyrikort til bólk AM, lítið prutl, skal í staðin vera ein eginváttan um heilsu.
Stk. 5. Við umsókn um koyrikort, tó ikki við umsókn um koyrikort til bólk AM, lítið prutl og stórt prutl, skal harafturat vera eitt prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. § 21 a. Við umsókn um koyrikort til bólk AM, lítið prutl og stórt prutl, skal vera eitt prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um koyrikort ynskist útgivið, áðrenn umsøkjarin hevur fylt 18 ár.
Stk. 6. Hevur umsøkjari ikki danskan ella norðurlendskan ríkisborgararætt, skal harafturat við umsóknini vera uppihaldsloyvi ella uppihaldsprógv, uttan so, at viðkomandi lógliga kann halda til í Føroyum uttan loyvi. Um so er, at Akstovan metir tað vera neyðugt, kann skjalprógv verða kravt fyri, at umsøkjarin hevur vanligan bústað í Føroyum ella prógv fyri, at umsøkjari í minsta lagi hevur verið 6 mánaðir í Føroyum sum lesandi, sbrt. § 4.
§ 3 a. Tá ið umsókn um koyrikort verður latin inn, skal umsøkjarin veita prógv fyri sínum samleika við at vísa áður útgivið koyrikort í ES sniði, sbrt. § 47, stk. 2, ella við at vísa eitt galdandi pass.
Stk. 2. Harumframt skal umsøkjarin vísa uppruna dópsbræv, navnabræv ella føðibræv, har P-tal umsøkjarans sæst..
Stk. 3. Sæst P-tal umsøkjarans ikki týðiliga í skjølunum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, skal umsøkjarin harafturat vísa eitt samleikaprógv, sum er givið út av einum almennum myndugleika, har sum P-tal umsøkjarans týðiliga sæst.
Stk. 4. Síggjast tey nøvn, sum umsøkjarin nú nýtir, ikki í teimum í stk. 1-3 nevndu skjølum, hevur umsøkjarin skyldu til eftir umbøn at skjalprógva navnabroytingina við at vísa vígslubræv, navnabræv ella annað skjalprógv um navnabroytingina.
Stk. 5. Um útgáva av koyrikorti er treytað av eini koyriroynd ella eini eftiransandi koyriroynd, skal umsøkjarin, áðrenn royndina, veita prógv fyri samleika sínum, sbrt. stk. 1-2, bæði í sambandi við ta ástøðiligu og ta verkligu royndina, sbrt. § 33, stk. 3.
§ 3 b. Vikið kann vera frá teimum í § 3 a, stk. 1-5 nevndu krøvum til skjalprógv fyri umsøkjarans samleika, um Akstovan kennir umsøkjaran, ella um umsøkjarin veitir prógv fyri sínum samleika við at svara eftirlitsspurningum. Í serligum førum kann umsøkjarin í staðin veita prógv fyri sínum samleika við, at ein persónur, ið kann veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5, møtir saman við umsøkjaranum og skrivliga váttar, at umsøkjarin er tann, ið hann gevur seg út fyri at vera, sannanarvitni.
Stk. 2. Um neyðugt, kann Akstovan krevja, at umsøkjarin, hóast treytirnar í § 3 a, stk. 1-5, eru loknar, kortini veitir prógv fyri sínum samleika í samsvari við § 3 b, stk. 1.
Talgilt koyrikort 1)
§ 3 c. 1) Handhavi av einum føroyskum koyrikorti, kann sum ískoyti til sítt koyrikort verða handhavi av einum talgildum koyrikorti umvegis eina KT-loysn, sum er ogn hjá Akstovuni, og sum verður umsitin av Føroya Gjaldstovu.
Stk. 2. Eitt talgilt koyrikort, sbrt. stk. 1, er galdandi sum skjalprógv fyri koyrikortið hjá handhavanum, meðan koyrt verður í Føroyum, og fylgir annars gildistíðunum, sum eru ásettar í koyrikortinum hjá handhavanum.
Vanligur bústaður
§ 4. Vanligur bústaður er í hesi kunngerð tað stað, har persónurin vanliga heldur til í minsta lagi 185 dagar í einum kalendaraári, orsakað av persónligum ella vinnuligum tilknýti. Er viðkomandi persónur uttan vinnuligt tilknýti, skal eitt persónligt tilknýti vera, sum vísir, at tað er eitt tætt samband millum viðkomandi og staðið, har hann býr.
Stk. 2. Vanligur bústaður verður viðurkendur, tá ið ein persónur hevur búsett seg í Føroyum við tí ætlan at lúka eina av treytunum, nevndar í stk. 1.
Stk. 3. Persónur, sum bert hevur vinnuligt tilknýti til Føroyar, verður mettur at hava vanligan bústað í tí landi, har viðkomandi hevur persónligt tilknýti, um so er, at viðkomandi við jøvnum millumbilum fer aftur hagar. Tað verður tó ikki kravt, at síðstnevnda treyt er lokin, um viðkomandi heldur til í Føroyum við tí ætlan at virka í einum tíðaravmarkaðum starvi.
Stk. 4. Upptøka á útbúgvingarstovni førir ikki av sær sjálvum við sær, at viðkomandi fær vanligan bústað í Føroyum.
Koyrikortsbólkar og koyrirættur
§ 5. Koyrikort kann verða givið til hesar bólkar:
1) Bólkur AM – Prutl:
a) Lítið prutl.
b) Stórt prutl.
2) Bólkur A – Motorsúkkla:
a) Lítil motorsúkkla.
b) Stór motorsúkkla.
3) Bólkur B – Vanligur bilur.
4) Bólkur C – Lastbilur.
5) Bólkur D –Bussur.
6) Bólkur E – Stórt viðfestisakfar.
a) Bólkur B við stórum viðfestisakfari, bólkur B/E.
b) Bólkur C við stórum viðfestisakfari, bólkur C/E.
c) Bólkur D við stórum viðfestiakfari, bólkur D/E.
Stk. 2. Harumframt kann koyrikort vera givið til vinnuligan fólkaflutning og traktor ella motoramboð.
§ 5 a. Koyrikort til prutl, bólkur AM, gevur rætt at koyra sum tilskilað niðanfyri:
1) Koyrikort til lítið prutl, bólkur AM, gevur rætt til at koyra lítið prutl.
2) Koyrikort til stórt prutl, bólkur AM, gevur rætt til at koyra:
a) Lítið prutl.
b) Stórt prutl.
c) Stórt prutl íkoplað ein viðfestan vogn.
§ 6. Koyrikort til motorsúkklu, bólkur A, gevur rætt at koyra, sum tilskilað niðanfyri:
1) Koyrikort til lítla motorsúkkla, bólkur A, gevur rætt at koyra:
a) Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg. Tað er samstundis ein treyt, at motorsúkklan hevur eina motororku, sum í mesta lagi er 25 kW.
b) Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg.
c) Tríhjólaða motorsúkklu.
d) Tey í § 5 a nevndu akfør.
e) Tey í litra a-c nevndu akfør íkoplað ein viðfestan vogn ella eitt viðfest amboð.
f) Lendisakfar.
2) Koyrikort til stóra motorsúkklu, bólkur A, gevur rætt at koyra:
a) Tey í nr. 1 nevndu akfør.
b) Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg, ella sum hevur eina motororku, ið er meira enn 25kW.
c) Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg.
d) Tey í litra b og c nevndu akfør íkoplað ein viðfestan vogn ella eitt viðfest amboð.
Stk. 2. Eru upplýsingar um mongdina av vatni, olju og brennievni ikki tøkir, skal eginvektin á motorsúkkluni við ískoyti av 15 kg. nýtast.
§ 7. Koyrikort til vanligan bil, bólkur B, gevur rætt at koyra:
1) Persónbil við í mesta lagi 8 setrum, umframt førarasetrið og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
2) Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
3) Vognrað, sett saman av persónbili ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
4) Vognrað, sett saman av persónbili ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbrt. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
5) Tríhjólaða motorsúkklu.
6) Traktor ella motoramboð.
7) Tey í § 5 a nevndu akfør.
8) Lendisakfar.
Stk. 2. Fyri viðfestisamboð, ið ikki er skrásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbrt. stk. 1, nr. 3 og 4, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.
§ 8. Koyrikort til lastbil, bólkur C, gevur rætt til at koyra:
1) Lastbil, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
2) Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
3) Motorriknan bulvogn.
4) Persónbil við í mesta lagi 8 setrum, umframt førarasetrið og hvørs loyvda heildarvekt er meiri enn 3.500 kg.
Stk. 2. Fyri viðfestisamboð, sum ikki er skrásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbrt. stk. 1, nr. 2, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.
§ 9. Koyrikort til buss, bólkur D, gevur rætt til at koyra:
1) Persónbil við meira enn 8 setrum umframt førarasetrið, ella hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
2) Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
3) Liðbuss.
Stk. 2. Fyri viðfestisamboð, sum ikki er skrásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbrt. stk. 1, nr. 2, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.
§ 10. Koyrikort til stórt viðfestisakfar, bólkur E, gevur rætt at koyra:
1) Vognrað, sett saman av einum vanligum bili og einum viðfestisakfari, sum ikki er fevnt av ásetingunum fyri bólk B, bólkur B/E.
2) Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg bólkur C/E.
3) Vognrað, sett saman av einum bussi og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg, bólkur D/E.
Stk. 2. Koyrikort til bólk B/E gevur bert rætt til at koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil, bólkur B.
Stk. 3. Koyrikort til bólk C/E og D/E gevur harafturat rætt til koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil, bólkur B.
Stk. 4. Koyrikort til bólk C/E gevur harafturat rætt til at koyra akfør, ið eru umfatað av bólki D/E, tá handhavin hevur fingið koyrikort til bólk D. Koyrikort til bólk C/E gevur umframt rætt til at koyra lastbil við íkoplaðum bulvogni.
Stk. 5. Fyri viðfestisamboð, sum ikki er skásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbrt. stk. 1, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.
§ 11. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan bil, bólkur B, stóran persónbil, bólkur D, ella bæði vanligan bil og stóran persónbil, við tí ætlan at koyra vinnuligan fólkaflutning.
§ 12. Koyrikort til traktor ella motoramboð gevur rætt til at koyra hesi akfør, umframt íkoplaði viðfestisakfør.
Treytir um aldur o.a.
§ 12 a. Koyrikort til lítið prutl, bólkur AM, kann verða latið persóni, sum hevur fylt 15 ár.
Stk. 2. Koyrikort til stórt prutl, bólkur AM, kann verða latið persóni, sum hevur fylt 16 ár.
Stk. 3. 1) Rætt at koyra stórt prutl, bólkur AM, sbrt. § 5 a, nr. 2, er treytað av, at viðkomandi hevur fylt 16 ár og í minsta lagi hevur 1 ára royndir sum førari av lítlum prutli, við støði í koyrikorti til lítið prutl, bólkur AM.
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 13. Koyrikort til bólk A kann verða latið persóni, ið hevur fylt 18 ár.
Stk. 2. Rætt at koyra stóra motorsúkklu, sbrt. § 6, stk. 1, nr. 2, litra b og c, er tó treytað av, at viðkomandi:
1) Í minsta lagi hevur tvey ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu, við støði í koyrikorti til bólk A,
2) uttan at hava í minsta lagi tvey ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu við støði í koyrikorti til bólk A, hevur fylt 21 ár og eftir hetta stendur eina verkliga roynd við eini stórari motorsúkklu, sbrt. skjali 5, ella
3) uttan áður at hava tikið koyrikort til motorsúkklu, hevur fylt 21 ár og hevur gjøgnumført koyrifrálæru og staðið eina koyriroynd til bólk A við stórari motorsúkklu, sbrt. skjali 5.
Stk. 3. Umsókn um rætt til at koyra stóra motorsúkklu í teimum í stk. 2, nr. 2, nevndu førum, verður viðgjørd sbrt. ásetingunum í kapitli 5.
§ 14. Koyrikort til bólk B, bólk B/E, bólk C og bólk C/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 18 ár.
Stk. 2. Koyrikort til bólk C kann bert verða latið førarum, ið hava tikið koyrikort til bólk B.
Stk. 3. Koyrikort til bólk B/E og bólk C/E, kann bert verða latið førarum, ið hava tikið koyrikort til bólk B, ávíkavist bólk C.
§ 15. Koyrikort til bólk D og bólk D/E kann verða latið persóni, sum hevur fylt 21 ár.
Stk. 2. Koyrikort til bólk D kann bert verða latið førarum, sum hava tikið koyrikort til bólk B.
Stk. 3. Koyrikort til bólk D/E kann bert verða latið førarum, sum hava tikið koyrikort til bólk D.
§ 16. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann verða latið persóni, sum hevur fylt 21 ár.
Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann bert verða latið førarum, sum hava koyrikort til bólk B ella bólk D, og sum hava skjalprógvað, javnan í minst 1 ár í seinasta 3 ára skeiðnum, at hava koyrt bil, ávikavist stóran persónbil ella lastbil, sum báðir hava heildarvekt 5.000 kg ella meira, og hava staðið eina koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning.
Stk. 3. 2) Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk D kann verða latið førarum, sum hava koyrikort til bólk B ella bólk D eftir hesum treytum:
1) Førarar, sum hava koyrikort til bólk B, skula í minsta lagi hava 26 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 24 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D, sbrt. § 25, stk. 6. Hvør tími varir í minsta lagi 45 minuttir.
2) Førarar, sum hava koyrikort til bólk D, skula í minsta lagi hava 16 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 8 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D, sbrt. § 25, stk. 1, nr. 4 og stk. 5. Hvør tími varir í minsta lagi 45 minuttir.
3) Økta frálæru í hesum evnum í skjali 9 um minstakrøv til førleikar og útbúgving sum vinnuførari:
a) 2.1. Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við orkuflutningi fyri at kunna fáa sum mest burtur úr orkuni.
b) 2.3. At fáa sum mest burtur úr brennievnisnýtsluni.
c) 2.5. At kunna taka sær av trygd og vælveru hjá ferðafólkunum.
d) 2.6. At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og um røttu nýtsluna av akfarinum.
e) 3.1. Kunnleiki til samfelagsliga samanhangið og reglurnar í vegaflutningsskipanini.
f) 3.3. Kunnleiki til reglurnar fyri flutning av ferðafólki.
g) 4.6. At kunna laga sín atburð til ein slíkan hátt, sum stuðlar undir at hækka ímyndina av einum tænastuvirki.
4) Venjing á koyritekniskari breyt, sum er góðkend til koyritekniska venjing við bussi. Akstovan skal viðurkenna ta koyriteknisku breytina. Venjingin skal í minsta lagi fevna um 1 frálærudag á 7 skúlatímar, har undirvíst verður í verkligum koyritøkni í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæru til bólk D. Tá venjingin á koyritekniskari breyt er framd, skrivar fyriskiparin eitt skjalprógv.
5) Førarin skal standa eina koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning.
Stk. 4. 2) Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann bert verða latið til tann bólk, sum koyriroynd verður hildin í.
Stk. 5. 2) Góðkendir koyrilærarar kunnu fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning uttan serliga koyriroynd, um so er, at teir aðramáta uppfylla treytirnar hesum viðvíkjandi. Skjalprógv fyri góðkenning skal í hesum førum eisini verða viðløgd umsóknini um útgávu av koyrikorti.
Stk. 6. 2) Ásetingin í stk. 5, 1. pkt., er samsvarandi galdandi fyri persónar, ið seinastu fimm árini áðrenn umsóknin varð latin inn, javnan hava virkað sum próvdómarar til koyriroynd. Skjalprógv fyri royndir skal í hesum førum eisini vera viðløgd umsóknini um útgávu av koyrikorti.
Stk. 7. 2) Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, kann verða noktað sbrt. treytum, sum nevndar eru í § 78, stk. 2, í revsilógini.
Stk. 8. 2) Um so er, at noktað verður at lata koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, skal ákærumyndugleikin eftir umbøn leggja spurningin fyri rættin, sbrt. reglunum í § 78, stk. 3, í revsilógini.
§ 16 a. Persónar, sum skulu koyra vinnuligan fólkaflutning við bussi, bólkur DV, og flutning av góðsi við lastbili, bólkur C, og stórum viðfestiakfari, bólkur C/E og D/E, sum ikki eru av privatum slag, á øki har Evropeiski sáttmálin um arbeiðið fyri manningar á akførum í altjóða vegaflutningi, AETR, er galdandi, kunnu framman undan hava lokið eftirbúgving í førleikakrøvum fyri førarar á ávísum akførum, ið verða nýtt til góðsflutning ella fólkaflutning. Persónarnir skulu hava koyrikort til ein ella fleiri av nevndu koyrikortbólkum og fyri bólkarnar C og C/E, hava fylt 21 ár, og fyri bólkarnar DV og D/E, hava fylt 24 ár, fyri at kunna ogna sær førleikaprógv, sbrt. stk. 3.
Stk. 2. Endamálið við eftirútbúgvingini er at geva handhavanum av einum førleikaprógvi møguleika at dagføra sín kunnleika, sum er av týdningi fyri teirra starv sum vinnuførari, við serligum denti á ferðslutrygd og skynsama brennievnisnýtslu. Eftirútbúgvingin sbrt. stk. 1, skal fara fram á einum góðkendum útbúgvingarstaði, og frálæran skal vera framd í samsvari við ásetingarnar í skjali 9. Eftirútbúgvingarskeiðið skal í minsta lagi fevna um 35 tímar, og hvør skeiðsdagur skal í minsta lagi vera 7 tímar.
Stk. 3. Tá eftirútbúgvingin sbrt. stk. 1 og 2 er lokin, letur útbúgvingarstaðið persóninum eitt prógv fyri lokin førleikakrøv, sbrt. stk. 2.
Stk. 4. Persónar, sum hava lokið eftirútbúgving í førleikakrøvum sbrt. stk. 2, skulu lata Akstovuni umsókn um átekning á koyrikortið saman við prógvi fyri lokin førleikakrøv sbrt. stk. 3. Galdandi førleikaprógv útgivin uttanlands hava samsvarandi gildi her. Eftirútbúgvingin skal vera endurtikin fimta hvørt ár, áðrenn gildistíðin er lokin.
Stk. 5. Lokin førleikakrøv sbrt. stk. 1 og 2, verða sett á koyrikortið við eini talkotu sbrt. skjali 7. Gildistíðin er 5 ár frá dagfesting av førleikapróvnum. Gjaldið fyri átekning av vinnuførleikum á koyrikortið er sbrt. § 64 k, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini.
§ 16 b. Úbúgvingarstaðið skal góðkennast av Akstovuni og lúka treytirnar nevndar niðan fyri. Saman við skrivligari umsókn um góðkenning, skulu vera skjøl við hesum upplýsingum:
1) Ein nøktandi førleikaætlan og frálæruætlan við frágreiðing um, hvørjum lærugreinum undirvíst verður í, ein frálæruætlan og hvørjir frálæruhættir, ið verða nýttir.
2) Útbúgvingar og førleikar hjá lærarunum.
3) Upplýsingar um frálæruhølir, frálærutilfar, útgerð til verkliga partin og hvørji akfør, ið verða nýtt.
4) Treytir fyri luttøku í frálæruni og tal av skeiðsluttakarum.
Stk. 2. Lýkur umsøkjari treytirnar, gevur Akstovan góðkenning við hesum fylgistreytum:
1) Frálæran skal fara fram sbrt. teimum skjølum, sum fylgdu við umsóknini.
2) Akstovan hevur rætt til at senda heimilaðar persónar at vera hjástaddir meðan frálæran fer fram og hava eftirlit við góðkenda útbúgvingarstaðnum, serliga við atliti at arbeiðshátti, fremjing av frálæruni og royndum.
3) Góðkenningin kann vera tikin aftur fyribils ella varandi, um treytirnar ikki verða fylgdar.
4) Góðkenda útbúgvingarstaðið skal tryggja, at lærararnir hava gjølligan kunnleika til seinastu gongdina í reglum og útbúgvingarkrøvum. Lærararnir skulu skjalprógva neyðugan fakligan kunnleika og ástøðiliga vitan. Hvat viðvíkur tí verkliga partinum av útbúgvingini, skulu lærararnir hava góðkenning sum koyrilærari til stór vinnuakfør.
§ 17. Koyrikort til traktor ella motoramboð kann verða latið persóni, sum hevur fylt 16 ár.
Heilsukrøv
§ 18. Koyrikort kann bert verða latið persóni, sum hevur nóg góð eygu og annars hevur neyðugan andligan og likamligan førleika.
Stk. 2. Heilsukrøvini, sum verða sett sum treyt fyri at fáa koyrikort, eru ásett í skjali 2.
Stk. 3. Landslæknin og Styrelsen for Patientsikkerhed eru ummælandi læknafakligir myndugleikar í málum um útgávu, endurnýggjan og varðveitslu av koyrikorti. Læknafakligu leiðbeiningarnar hjá Styrelsen for Patientsikkerhed verða nýttar samsvarandi.
Stk. 4. Í málum um útgávu, endurnýggjan og varðveitslu av koyrikorti, har tað koma fram heilsuligar upplýsingar, sum krevja læknaligar váttanir, ummæli ella metingar, kann landsstýrismaðurin í samráð við landslæknan og Akstovuna áseta neyvari leiðreglur fyri viðgerðini av hesum málum.
§ 19. Læknaváttanin, sbrt. § 3, stk. 4, skal vera latin á oyðublaði, sum er góðkent av Styrelsen for Patientsikkerhed.
Stk. 2. Um so er, at læknaváttanin verður givin á egið pappír hjá læknanum, skal hvør síða dagfestast, eins og navn og P-tal umsøkjarans og stempul og undirskrift læknans skulu setast á hvørja síðu. Undirskrift læknans skal í liti víkja frá, og nummar skal setast á síðurnar, sum verða heftar saman.
Stk. 3. Vanligi lækni ella annar serlækni umsøkjarans skal geva læknaváttina. Um annar lækni gevur læknaváttanina, skal umsøkjarin grundgeva fyri hesum. Metir Akstovan, at eingin haldgóð grundgeving er fyri, at annar lækni enn vanligi lækni umsøkjarans hevur givið læknaváttanina, kann Akstovan krevja, at umsøkjarin fær til vega læknaváttan frá vanliga lækna sínum.
Stk. 4. Sum skjalprógv fyri, at umsøkjarin er sami persónur, sum læknaváttanin er givin fyri, skal læknin átekna fotomyndina, sum er nevnd í § 3, stk. 2, við navni og føðingardegi umsøkjarans og undirskrift læknans. Læknin sendir váttanina og fotomyndina beinleiðis til Akstovuna, ella verða váttan og fotomynd latin umsøkjaranum í afturlatnum brævbjálva, har navn ella stempul læknans er á.
Stk. 5. 3) Læknaváttanin má ikki vera eldri enn tríggjar mánaðir, tá ið umsóknin verður latin inn, og ikki eldri enn eitt ár og níggju mánaðir, tá ið koyrikort verður útgivið.
§ 20. Við støði í upplýsingunum í læknaváttanini ger Akstovan av, um umsøkjarin lýkur heilsuligu krøvini fyri at kunna fáa umbidna koyrikortið.
Stk. 2. Akstovan kann krevja, at umsøkjarin frá serlækna ella øðrum útvegar frágreiðing ella fleiri upplýsingar, og at umsøkjarin harumframt fer til neyðugar læknaligar kanningar fyri at kunna gera av, um koyrikort kann verða latið ella møguliga verða latið við serligum treytum.
Stk. 3. Akstovan kann krevja, at umsøkjarin fer til vegleiðandi heilsuliga koyriroynd sbrt. § 46, fyri at Akstovan kann meta um, hvørt koyrikort kann verða latið ella møguliga verða latið við serligum treytum.
Stk. 4. Umsøkjarin skal gjalda fyri útreiðslur, sum standast av kanningum og royndum, ið verða kravdar eftir hesi grein.
§ 21. Eru upplýsingar sum vísa, at umsøkjarin er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evnir ella ikki er edrúiligur, kann koyrikort ikki verða latið.
Stk. 2. Verður koyrikort noktað, skal ákærumyndugleikin eftir umbøn leggja spurningin fyri rættin, sbrt. reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 20, stk. 2 og 4, verða nýttar samsvarandi.
Kapittul 1 a
Fyrstahjálp í ferðsluni
§ 21 a. Umsøkjarar, sum ogna sær koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. tó stk. 6. Til umsøkjarar, sum ogna sær koyrikort á fyrsta sinni til lítið prutl og stórt prutl, bólkur AM, kann koyrikort bert verða útgivið til umsøkjarar undir 18 ár, um umsøkjarin hevur framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, sbr. tó stk. 7.
Stk. 2. Umsøkjarar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D, útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning og útgávu og endurnýggjan av førleikaprógvi í altjóða flutningi, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Er gildistíðin fyri tey í 1. pkt. nevndu koyrikort styttri enn 2 ár, sbrt. §§ 53 og 54, verður mett, at treytin í 1. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er tvey ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin inn.
Stk. 3. Tey í stk. 1 og 2 nevndu fyrstahjálparskeið í ferðsluni, skulu vera framd í samsvari við skjal 8 í hesi kunngerð, sbr. tó stk. 6, l. pkt. Skeiðini skulu vera fyriskipað av lærara, sum er skrásettur hjá Dansk Førstehjælpsråd.
Stk. 4. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni ella skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar er framt, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv.
Stk. 5. Tá skeiðsprógv verður latið inn, í sambandi við umsókn um koyrikort, má tað í mesta lagi vera eitt ára gamalt, sbr. tó stk. 2, 2. pkt., stk. 6, 2. pkt. og stk. 7.
Stk. 6. Hevur ein umsøkjari framt eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, verður mett at treytin í stk. 1, 1. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er hálvtannað ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin inn. Er skeiðsprógvið fyri fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar í mesta lagi 3 ára gamalt, verður mett, at treytin í stk. 1, 1. pkt. er lokin, um umsøkjarin harumframt í tí seinasta árinum, hevur framt eitt skeið við 4 tíma frálæru í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbrt. skjali 8, nr. 3.
Stk. 7. Hevur ein umsøkjari, sum er undir 18 ára aldur, framt eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni, verður mett, at treytin í stk. 1, 2. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er hálvtannað ára gamalt, tá umsókn um koyrikort til bólk AM verður latin inn, og umsøkjarin harumframt í tí seinasta árinum, hevur framt eitt skeið við 4 tíma frálæru í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, sbrt. skjali 8, nr. 3.
Stk. 8. Hjá persónum við breki, kann Akstovan í serligum førum geva undantaksloyvi frá treytini um, at partar av fyrstahjálparskeiðinum í ferðsluni ella partar av fyrstahjálparskeiðinum í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, skulu verða framdir. Harafturat kann Akstovan í serligum førum, geva undantak frá treytini um fyrstahjálparskeið í ferðsluni ella fyrstahjálparskeið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um so er, at umsøkjarin í tí seinasta árinum hevur framt eitt samsvarandi fyrstahjálparskeið. Sama er galdandi um so er, at umsøkjarin í aðrar mátar verður mettur at hava nóg góðar førleikar og vitan um fyrstuhjálp.
Stk. 9. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri umsøkjarar, sum í tí seinasta árinum, áðrenn umsókn um koyrikort er latin inn, hava rokkið útbúgvingarstøðið høgt, samsvarandi útbúgvingarkarminum hjá Dansk Førstehjælpsråd, og sum hava fingið undirvísing frá lærara, ið er skrásettur hjá Dansk Førstehjælpsråd.
Kapittul 2
Koyrifrálæra
§ 21 b. Ásetingarnar í hesum kapitli verða ikki nýttar til bólk AM, lítið prutl.
Stk. 2. Koyrifrálæran til bólk AM, lítið prutl, verður framd í samsvari við skjali 10.
§ 22. 1) Umsøkjarar, sum biðja um koyrikort til ein bólk, ið teir ikki áður hava havt koyrikort til, skulu hava fingið frálæru frá einum koyrilærara, sum er góðkendur til viðkomandi bólk. Tó kunnu lærarar í kommunalu skipanini, sum eru góðkendir sbrt. § 46 c, stk. 3, geva frálæru til bólk AM, stórt prutl.
Stk. 3. Frálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlanirnar um koyrifrálæru, útgivnar av danska ferðslumálaráðharranum, og galdandi fyri hvønn koyrikortbólk sær, í tann mun hesar frálæruætlanir ikki eru í andsøgn við løgtingslógina ella reglur ásettar við heimild í henni. Frálæruætlanirnar eru undantiknar lýsing, og kunnu síggjast á Akstovuni ella á heimasíðuni hjá Akstovuni.
Stk. 4. Frálæruætlanirnar áseta hvønn kunnleika, dugnaskap og atburð umsøkjarin skal hava fyri at kunna útvega sær koyrikort. Frálæran í ástøði og verki skal samskipast og skal fylgja uppsetingini í pørtum í frálæruætlanunum.
Stk. 5. Frálæra í ástøði kann verða latin samstundis til umsøkjarar, sum ynskja koyrikort til bólk A, og umsøkjarar, ið ynskja koyrikort til bólk B, har innihaldið í ástøðisfrálæruni til umrøddu bólkar er tað sama. Sama ger seg galdandi fyri umsøkjarar, sum ynskja koyrikort til bólk C og umsøkjarar, ið ynskja koyrikort til bólk D. Sama er galdandi fyri umsøkjarar, sum samstundis ynskja koyrikort til antin bólk A og bólk B ella til bólk C og bólk D. Koyrilærarin, sum gevur frálæruna, skal vera góðkendur sum koyrilærari til báðar teir bólkar, sum undirvíst verður í.
Steðgur í koyrifrálærutíðarskeiðnum
§ 23. 3) Koyrifrálærutíðarskeiðið er tað tíðarskeið, har umsøkjarin er undir koyriútbúgving. Frálæra í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, ástøðisroynd og verklig roynd er partur av koyrifrálærutíðarskeiðnum. Ástøðisroyndin og verkliga royndin eru ikki partur av frálæruni, sbrt. skjali 4.
Stk. 2. 3) Umsøkjarar, sum eru fráverandi í koyrifrálærutíðarskeiðnum í meiri enn 3 mánaðir, skulu byrja koyrifrálæruna av nýggjum í samsvari við ásetingarnar í skjali 4.
Stk. 3. 3) Umsøkjarar, sum í koyrifrálærutíðarskeiðnum eru fráverandi í mesta lagi 4 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, kunnu undir serligum treytum sjálvir gjøgnumganga teir manglandi partarnar við sjálvlestri. Treytirnar hesum viðvíkjandi eru at finna í skjali 4, nr. 2.
Stk. 4. 3) Orsøkin til fráveruna er týdningarleys.
§ 24. Frálæran til bólkarnar C og D kann ikki byrjast, fyrr enn umsøkjarin hevur útvegað sær koyrikort til bólk B.
Stk. 2. Frálæran til bólkarnar B/E, C/E og D/E kann ikki byrjast, fyrrenn umsøkjarin hevur útvegað sær koyrikort til ávikavist bólkarnar B, C og D.
Stk. 3. Hevur umsøkjarin áður havt koyrikort til bólk B, ella hevur umsøkjarin áður havt koyrikort til bólk C ella bólk D, kann frálæra til bólkarnar C, D og B/E ávikavist C/E og D/E byrjast, eisini hóast førararætturin er frádømdur treytað ella treytaleyst, sbr. tó § 30, stk. 2.
Longd á koyrifrálæruni
§ 25. Koyrifrálæran, t.e. ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra, sum umsøkjarin skal fremja í sambandi við útvegan av koyrikorti til tann valda bólkin, skal fevna um niðan fyri nevnda tal av skúlatímum, har ið hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir:
1) Bólkur AM, stórt prutl: Í minsta lagi 22 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 12 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til stórt prutl, bólkur AM.
2) Bólkur A: Í minsta lagi 29 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 18 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk A, sbr. tó stk. 2. Um so er, at umsøkjari velur ikki at taka koyrikort til síðuvogn, er minsta kravið 16 skúlatímar til venjingarakstur í verkligari koyrifrálæru.
3) Bólkur B: Í minsta lagi 29 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 22 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina til bólk B, sbr. tó stk. 2.
4) Bólkur C ella bólkur D: Í minsta lagi 16 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 16 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til ávikavist bólk C ella D, sbr. tó stk. 3.
5) Bólkur C/E: Í minsta lagi 13 skúlatímar í ástøðiligum evnum, frálæruhøli, og í minsta lagi 16 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk C/E.
6) Bólkur D/E: Í minsta lagi 10 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 6 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina til bólk D/E.
7) Bólkur B/E: Í minsta lagi 4 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 6 skúlatímar í venjingarakstri í verkligari koyrifrálæru, í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk B/E.
Stk. 2. Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk A við bólk B, sbrt. § 22, stk. 5, skal frálæran í frálæruhøli, ástøðilig evnir, til teir báðar bólkarnar samanlagt í minsta lagi fevna um 38 skúlatímar, har hvør tími varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 2 og 3.
Stk. 3. Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk C og D, sbrt. § 22, stk. 5, skal frálæran í frálæruhøli, ástøðilig evnir, til teir báðar bólkarnar samanlagt í minsta lagi fevna um 26 skúlatímar, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 4.
Stk. 4. Vinnuligur fólkaflutningur til bólk B: Í minsta lagi 29 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 6 skúlatímar í venjingarakstri í koyrifrálæru, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir í samsvari við frálæruætlanina til bólk B og skjal 6.
Stk. 5. Vinnuligur fólkaflutningur til bólk D: Í minsta lagi 16 skúlatímar í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, og í minsta lagi 8 skúlatímar í venjingarakstri í koyrifrálæru, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir í samsvari við frálæruætlanina til bólk D og skjal 6.
Stk. 6. 2) Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk D og vinnuligan fólkaflutning til bólk D, sbrt. skjali 6, nr. 2.4., skal frálæran í ástøðiligum evnum í frálæruhøli, samanlagt í minsta lagi fevna um 26 skúlatímar, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 4 og stk. 5.
Stk. 7. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar A og B, skal spjaðast yvir í minsta lagi 14 frálærudagar.
Stk. 8. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar C og D, skal spjaðast yvir í minsta lagi 12 frálærudagar.
Stk. 9. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar AM, stórt prutl, og C/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 10 frálærudagar.
Stk. 10. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólk D/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 7 frálærudagar.
Stk. 11. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólk B/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 3 frálærudagar.
Lesiætlan
§ 26. Áðrenn frálæra við koyrinæmingi verður byrjað, útfyllir koyrilærarin eina útgreinaða lesiætlan fyri hvønn koyrikortsbólk sær um frálærugongdina, í neyvum samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til viðkomandi bólk. Forprentað grunddømi fyri hvønn koyrikortsbólk sær kann verða nýtt í staðin. Eitt eintak av lesiætlanini verður í seinasta lagi latið næminginum í fyrsta skúlatíma.
Stk. 2. 1) Lesiætlanin skal innihalda:
1) Navn, bústað og telefonnummar hjá koyriskúla.
2) Navn, føðingardag, P-tal, bústað og telefonnummar hjá næmingi.
3) Navn á tí ella teimum koyrilærarum, ið undirvísa.
4) Raðfylgjan av skúlatímum, sum kann vera forprentað, í samsvari við partarnar í frálæruætlanini, sbrt. § 22, stk. 3 og 4.
5) Upplýsing um talið av skúlatímum í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, og talið av skúlatímum í venjingarakstri í verkligari frálæru, sum koyrifrálæran til viðkomandi koyrikortsbólk sum minsta krav skal umfata, sum kann vera forprentað, sbrt. § 25.
6) Upplýsing um talið á skúlatímum á girdum øki, sum koyrifrálæran til viðkomandi koyrikortsbólk í minsta lagi skal umfata, sum kann vera forprentað, sbrt. § 29.
7) Upplýsing um, at tað eru viðurskiftini og evnini hjá einstaka næminginum, sum eru avgerandi fyri, hvussu nógvar skúlatímar, útyvir kravda minsta tímatalið, koyrinæmingurin skal hava, áðrenn verklig roynd kann verða hildin.
8) Í høvuðsheitum innihaldið fyri hvønn skúlatíma, býtt á frálæru í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, og á venjingarakstur í verkligari frálæru, við heiti á lutmáli, t.e. nummarávísing við yvirskrift frá viðkomandi frálæruætlan, sum kann vera forprentað. Harumframt skal pláss vera fyri dagfesting av hvørjum gjøgnumførdum skúlatíma og veruliga nýttari tíð og somuleiðis pláss fyri undirskrift næmingsins og koyrilærarans.
9) Endurtøka av áður gjøgnumførdum skúlatímum og eftirmetandi royndum.
Stk. 3. Koyrilærarin, sum gevur frálæruna, og næmingurin skulu beint aftaná hvønn frálærutíma við undirskrift síni á eintak koyrilærarans av lesiætlanini vátta, at frálæran fyri viðkomandi skúlatíma er í tráð við frálæruætlanina og vátta dagfestingina fyri gjøgnumførdan skúlatíma og veruliga nýtta tíð.
Stk. 4. Eintak koyrilærarans av lesiætlanini skal havast við til koyriroyndina, ástøðis og verkliga koyriroynd.
Stk. 5. Um Akstovan ella annar eftirlitsmyndugleiki krevur tað, skal koyrilærarin vísa fram lesiætlanina.
Stk. 6. Um so er, at næmingurin flytir til annan koyrilærara, meðan frálæran fer fram, skal koyrilærarin, sum higartil hevur undirvíst næminginum, lata frá sær lesiætlanina til tann nýggja koyrilæraran, so næmingurin framhaldandi kann nýta hesa í koyrifrálæruni.
Stk. 7. Lesiætlanin skal vera í varðveitslu hjá koyrilæraranum í 2 ár aftaná, at koyrifrálæran er liðug.
Stk. 8. Koyrifrálæran og nýtslan av lesiætlanunum skulu fremjast í samsvari við ásetingarnar í skjali 3.
§ 27. Á umsóknini um koyrikort váttar koyrilærarin, at koyrifrálæran í minsta lagi hevur fevnt um skúlatímarnar í ávikavist ástøðishøli, ástøðilig frálæra, og í verkligari frálæru, venjingarakstur, sbrt. § 25, stk. 1-8 eins, og at treytirnar í § 25, stk. 9-11 um frálærugongdina eru uppfyltar. Harumframt verður í sambandi við koyrifrálæruna váttað, at ein lesiætlan er gjørd, útflýggjað og nýtt, sbrt. § 26.
Stk. 2. Við verkliga roynd skal váttan um koyrifrálæru somuleiðis vera undirskrivað av koyrilæraranum.
Stk. 3. Hava fleiri koyrilærarar lært næmingin, skal tann koyrilærari, sum hevur havt seinasta skúlatíma ávikavist í ástøðishøli, ástøðilig frálæra, og í verkligari frálæru, venjingarakstur, skriva undir váttanina um koyrifrálæru.
Byrjandi koyrifrálæra
§ 28. Koyrifrálæran til bólkarnar AM, stórt prutl, A og B skal byrjast á einum hóskandi venjingarøki.
§ 29. Við koyrifrálæru til bólkarnar AM, stórt prutl, A og B skal umsøkjarin undir venjingarrakstri, sbrt. § 28, í minsta lagi fremja 4 skúlatímar, sum hvør varir 45 minuttir, í venjing á hóskandi venjingarøki.
Venjingarakstur
§ 30. Venjingarakstur kann í fyrsta lagi fara fram tríggjar mánaðir, áðrenn umsøkjari lýkur treytina um aldur, fyri at fáa útgivið tað koyrikort, sum søkt verður um, sbrt. ásetingunum í kapitli 1 hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Persónur, sum er frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann í fyrsta lagi byrja uppá venjingarakstur tríggjar mánaðir áðrenn frádømingartíðin er liðin.
Stk. 3. Venjingarakstur við motorsúkklu kann bert verða framdur við í mesta lagi 3 næmingum samstundis. Meðan koyrt verður, skal koyrilærarin kunna eygleiða næmingarnar væl og virðiliga. Um so er, at meiri enn ein næmingur fær frálæru samstundis, skal koyrilærarin eygleiða næmingarnar frá einum akfari, sum fylgir eftir. Akfarið skal vera útgjørt við tráðleysum telesambandi, sum ikki er hondhildið, so koyrilærarin kann hava samband við næmingarnar undir venjingarakstri. Við frálæru av einum næmingi, kann koyrilærarin fylgja við koyringini frá baksetrinum á motorsúkkluni.
Stk. 4. Venjingarakstur við stórum prutli kann bert verða framdur við í mesta lagi 3 næmingum samstundis. Meðan koyrt verður, skal koyrilærarin kunna eygleiða næmingarnar væl og virðiliga. Koyrilærarin skal eygleiða næmingarnar frá einum akfari, sum fylgir eftir. Akfarið skal vera útgjørt við tráðleysum telesambandi, sum ikki er hondhildið, til nýtslu hjá koyrilæraranum og akfarið skal í øllum førum verða koyrt, antin av koyrilæraranum sjálvum ella av einum øðrum persóni, sum hevur galdandi koyrikort.
Stk. 5. Venjingarakstur á landsvegum millum bygda, sbrt. frálæruætlanini til bólkarnar A og B og læraravegleiðingini, skal fara fram í meginøkinum við í minsta lagi 4 samanhangandi skúlatímum, sum hvør í minsta lagi varir 45 minuttir.
Stk. 6. Venjingarakstur við traktori ella motoramboði kann bert fara fram við einum næmingi í senn.
Stk. 7. Akfør, ið verða nýtt til venjingarakstur, skulu lúka treytirnar í skjali 5.
Endalig koyrifrálæra
§ 31. Endalig koyrifrálæra til bólkarnar A, B, C, C/E og D skal fara fram sum býkoyring í Tórshavn undir fløktum og truplum ferðsluumstøðum, har umsøkjarin fær venjing í og eina kenslu av, hvussu tað verður at koyra eitt slíkt akfar sjálvstøðugt undir hesum umstøðum.
Stk. 2. Umsøkjarin skal koyra býkoyring í Tórshavn í minsta lagi 2 skúlatímar, sum hvør í minsta lagi varar 45 minuttir.
Stk. 3. Hjá umsøkjarum, ið fáa koyrifrálæru á støðum, har tað ikki er landfast samband við meginøkið, kann býkoyringin, sbrt. stk. 1 og 2, tó verða framd í Tórshavn í sambandi við landavegskoyring í meginøkinum.
§ 32. Áðrenn farið kann vera til verkliga koyriroynd, sbrt. ásetingunum í kapitli 3, skal umsøkjari, sum á fyrsta sinni tekur koyrikort til bólkarnar A, B ella A og B, skjalprógva fyri Akstovuni at hava fingið frálæru í koyring í myrkri, sbrt. frálæruætlanini fyri bólk A ella B. Harafturat skal frálæran í koyring í myrkri fevna um sýning.
Stk. 2. Í minsta lagi 1 verkligur skúlatími skal vera nýttur til sýning á útiøki við lítlari ella ongari ferðslu, har royndirnar hjá bæði fólki til gongu og koyrandi, verða sæddar í røttum samanhangi. Hesin parturin kann verða framdur við í mesta lagi 6 næmingum fyri hvønn koyrilærara. Í minsta lagi 1 verkligur skúlatími skal vera nýttur til sýning á vegi, í veruligum ferðslustøðum við næmingum sum ferðandi. Hesin parturin kann verða framdur við í mesta lagi 2 næmingum í sama skúlavogni.
Stk. 3. Sum meginregla skal frálæra í koyring í myrkri og sýning verða hildin í tíðarskeiðinum 15. september til og við 15. apríl. Í tíðarskeiðinum 16. apríl til og við 14. september, kann koyriroynd tó verða hildin og koyrikort útgivið við styttri gildistíð, sbrt. § 51, uttan at umsøkjari hevur fingið frálæru í koyring í myrkri og sýning.
Stk. 4. Akstovan kann í heilt serligum føri eftir skrivligari umbøn, um tað snýr seg um frálæru í koyring í myrkri og sýning í seinnu helvt av apríl ella fyrru helvt av september, víkja frá ásetingini í stk. 3, 1. petti.
Stk. 5. Skjalprógv fyri koyring í myrkri og sýning verður somuleiðis kravt, hóast ásetingina um eftiransandi koyriroynd, sbrt. § 43, stk. 1, nr. 6.
Kapittul 2 a
Serlig koyrifrálæra
§ 32 a. Serlig koyrifrálæra skal verða givin í samsvari við tær ásetingar, sum eru galdandi fyri koyrifrálæruna til tann koyrikortsbólk, har brotið, sum er orsøk til koyriforboðið, er framt, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Um so er, at koyriforboðið er grundað á koyring við traktori ella motoramboði, lítlari motorsúkklu, sbrt. § 18 a, stk. 4 í løgtingslógini, ella tríhjólaðari motorsúkklu, skal serliga koyrifrálæran verða givin í samsvari við tær ásetingar, sum galda fyri koyrifrálæruna til tann fyrsta koyrikortbólkin, sum viðkomandi hevur ognað sær.
Stk. 3. Koyrifrálæran skal vera givin av einum koyrilærara, sum er góðkendur til tann bólk, sum serliga koyrifrálæran snýr seg um.
§ 32 b. Serliga koyrifrálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlanirnar til viðkomandi koyrikortbólk, sbrt. § 22, stk. 3, og skal fevna um hesar partar:
1) 4. partur: Atferð hjá ferðandi.
2) 6. partur: Grundreglur fyri at koyra akfør.
3) 7. partur: Venjing á vegi.
4) 8. partur: Serlig vandaviðurskifti í ferðsluni.
Stk. 2. Frálæran í ástøði og verki skal samskipast og skal fylgja uppsetingini í pørtum í frálæruætlanini.
Stk. 3. Ásetingarnar um lesiætlanir í § 26 og um váttan um koyrifrálæru í § 27, verða nýttar samsvarandi, sbrt. § 32 a.
Stk. 4. Umsøkjarar, sum eru fráverandi í koyrifrálærutíðarskeiðnum í meira enn 3 mánaðir, skulu byrja serligu koyrifrálæruna av nýggjum.
§ 32 c. Frálæran, ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra, sum umsøkjarin skal gjøgnumføra í serligu koyrifrálæruni, skal í minsta lagi fevna um 7 skúlatímar á 45 minuttir í frálæruhøli, ástøðilig evnir, og í minsta lagi 8 skúlatímar á 45 minuttir í verkligari koyrifrálæru, venjingarakstur.
Stk. 2. Frálæran til serligu koyrifrálæruna skal í minsta lagi verða givin í 8 frálærudagar.
Skeið í rúsdrekka og ferðslu, R/F-skeið
§ 32 d. Frálæran í rúsdrekka og ferðslu, R/F-skeiði, verður givin av koyrilærarum, sum Akstovan hevur góðkent til tess.
Stk. 2. Frálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlan, sum Akstovan góðkennir. Frálæran skal fara fram sbrt. uppbýtinum í frálæruætlanini.
Stk. 3. R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Reglurnar fyri luttøku í skeiðnum síggjast í frálæruætlan fyri skeið í rúsdrekka og ferðslu. Skeiðsluttakari, ið ikki fylgir hesum reglum, kann vísast burtur.
Stk. 4. Eftir luttøku í R/F-skeiði fær luttakarin eitt skeiðsprógv.
Stk. 5. R/F-skeiðið, sum skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd, kann í fyrsta lagi byrja tríggjar mánaðir, áðrenn frádømingartíðin er úti. Henda avmarking kann ikki verða nýtt í sambandi við luttøku í R/F-skeiði vegna koyriforboð.
Stk. 6. Eftiransandi koyriroynd, skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár eftir lokið R/F skeið.
Stk. 7. Ásetingarnar um lesiætlanir í § 26 og um váttan um koyrifrálæru í § 27, verða nýttar samsvarandi í hesi grein.
§ 32 e. Ásetingarnar í hesum kapitli um serliga koyrifrálæru og skeið í rúsdrekka og ferðslu verða ikki nýttar til bólk AM, lítið prutl.
Kapittul 3
Koyriroyndir o.a.
§ 33. Koyriroyndin er sett saman av eini ástøðisroynd og eini verkligari roynd.
Stk. 2. Royndin til stóra motorsúkklu, sbrt. § 13, stk. 2, nr. 2, og bólk B/E fevnir bert um eina verkliga roynd.
Stk. 3. Bæði tá umsøkjari fer upp til ástøðisroynd og verkliga roynd, skulu umsóknin, lesiætlan koyrilærarans og møguliga áður útgivið koyrikort verða latin Akstovuni áðrenn royndin byrjar. Lesiætlan skal tó ikki havast við í sambandi við eftiransandi koyriroynd, uttan so er, at eftiransandi koyriroynd verður hildin í sambandi við koyriforboð.
Stk. 4. Akstovan kann gera av, at umsóknin við váttanum, sbrt. § 27, og lesiætlan koyrilærarans, skulu vera Akstovuni í hendi dagin fyri ástøðisroynd ella verkliga roynd.
Stk. 5. Tá ástøðisroynd og verklig roynd verða hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1 og 2. Ástøðisroynd og verklig roynd kunnu tó verða hildnar, um umsøkjarin á annan og nóg tryggan hátt veitir prógv fyri sínum samleika.
Stk. 6. Úrslitið av ástøðisroyndini ella verkligu royndini skal kunngerast umsøkjaranum, so skjótt sum royndin er avgreidd og úrslitið greitt.
§ 34. Akstovan fremur allar koyriroyndir.
§ 35. Koyriroynd og verklig roynd til bólk A, koyriroyndir til bólkarnar AM, stórt prutl, B, C, D, C/E og D/E eins og verklig roynd til bólk B/E, skulu fremjast sbrt. ásetingunum í skjali 6, nr. 1.
Stk. 2. Koyriroyndir til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D, eins og koyriroynd til traktor ella motoramboð skulu fremjast sbrt. ásetingunum í skjali 6, ávikavist nr. 2 og 3.
Stk. 3. Koyriroyndin til vinnuligan fólkaflutning til bólk D kann fara fram samstundis sum koyriroynd til bólk D. Stendur umsøkjari ikki ástøðisroyndina til vinnuligan fólkaflutning til bólk D, varðveitir hann kortini rættin til at fara upp til verkliga roynd til bólk D, um so er, at ástøðisroyndin til bólk D er staðin.
§ 36. Um umsøkjarin ikki í neyðugan mun skilir ella tosar føroyskt, ella annað mál, sum starvsfólkið hjá Akstovuni dugir, skal tulkur verða nýttur, bæði til ástøðiliga og verkliga roynd. Akstovan velur tulkin. Umsøkjarin skal gjalda útreiðslurnar til tulkin.
Stk. 2. Útreiðslur til tulk til hoyrnarveik fólk, teknmálstulkur, verða hildnar av Akstovuni.
Stk. 3. Ein koyrilærari kann ikki virka sum tulkur.
Stk. 4. Tá koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning verður hildin, kann tulkur ikki verða nýttur.
Ástøðisroynd
§ 37. Ástøðisroynd til bólkarnar AM, stórt prutl, A og B kann í fyrsta lagi verða ásett, tá ið næmingurin er liðugur við frálæruna í ástøði og verkligari koyring í samsvari við frálæruætlanina fyri viðkomandi bólk. Koyrilærarin skal við undirskrift síni á umsóknini vátta hetta og samlaða talið av frálærutímum í ástøði og verkligari koyring, sbrt. § 39.
§ 38. Ástøðisroynd kann í fyrsta lagi verða hildin ein mánað, áðrenn umsøkjarin lýkur kravið um aldur fyri at fáa útgivið tað koyrikort, sum søkt verður um. Umsøkjari, sum søkir um koyrikort til traktor ella motoramboð, kann tó fara upp til ástøðisroynd seks mánaðir áðrenn hann lýkur kravið um aldur.
§ 39. Koyrilærararin, sum hevur givið næminginum frálæru, skal í seinasta lagi, áðrenn ástøðisroyndin byrjar, við undirskrift síni á umsóknarblaðið vátta, at umsøkjarin hevur fingið frálæru í ástøði og koyring sbrt. frálæruætlanini fyri viðkomandi koyrikortsbólk. Hava fleiri koyrilærarar givið umsøkjaranum frálæru í einum ella fleiri av omanfyri nevndu lærugreinum, skal tann koyrilærarin, sum hevur havt tann seinasta skúlatíman í tí einstaku lærugreinini, skriva undir á umsóknarblaðnum. Koyrilærarin skal frammanundan tryggja sær, at frálæruætlaninin er fylgd.
§ 39 a. 2) Ástøðisroynd til vinnuligan fólkaflutning til bólk D kann verða hildin, áðrenn venjing á koyritekniskari breyt er framd, sbr. § 16, stk. 3, nr. 4.
Verklig roynd
§ 40. Verklig roynd kann ikki verða ásett, fyrr enn ástøðisroynd er staðin. Koyrilærarin váttar við undirskrift síni, at treytirnar sbrt. §§ 27 og 39 eru fylgdar, herundir samlaða talið av skúlatímum í verkligari koyrifrálæru, venjingarakstur.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. verður nýtt á sama hátt, tá eftiransandi koyriroynd verður hildin í sambandi við, at koyrirætturin verður givin aftur eftir eitt koyriforboð.
§ 41. Verklig roynd kann í fyrsta lagi verða hildin, tá umsøkjarin lýkur kravið um aldur fyri at kunna fáa útskrivað koyrikort, sum biðið um.
Stk. 2. 3) Verklig roynd skal í seinasta lagi verða staðin 18 mánaðir eftir, at ástøðisroynd er staðin. Ástøðisroyndin varðveitir tó bert sítt gildi í upp til 18 mánaðir, um so er, at umsøkjarin samanhangandi er undir koyrifrálæru, sbrt. § 23, stk. 1 og 2.
Stk. 3. Umsøkjarin syrgir sjálvur fyri akfari til verkligu royndina. Akfarið skal lúka treytirnar í skjali 5.
Stk. 4. Kann umsøkjari av heilsuávum bert fáa koyrikort til serstøk sløg av akførum ella akfør, sum eru serliga tilgjørd og útgjørd, sbrt. § 48, stk. 1, verður verklig roynd hildin við slíkum akfari. Tað kann verða kravt, at akfarið, meðan verklig roynd fer fram, er útgjørt við serstøkum pedálum til próvdómaran, sbrt. skjali 5.
§ 42. Stendur umsøkjari ikki verkligu royndina grundað á manglandi kunnleika til týdningarmiklar ferðslureglur ella grundað á vánaligan koyriførleika ger Akstovan sbrt. ásetingunum í § 68 av, um umsøkjarin skal til eftiransandi koyriroynd fyri at varðveita eitt møguliga frammanundan útgivið koyrikort til aðrar bólkar.
Eftiransandi koyriroynd
§ 43. Eftiransandi koyriroynd verður hildin í hesum førum:
1) Aftaná treytaða ella treytaleysa frádøming av førararættinum, sbrt. § 70, stk. 1 og 2 og § 76, stk. 1.
2) Um tað er grundaður ivi um, hvørt handhavin av koyrikorti framvegis hevur neyðug koyrievni, neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar ella fyrilit fyri øðrum ferðandi, sbrt. § 68, stk. 1.
3) Við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti trý ár ella meira aftaná, at koyrikortið fór úr gildi, sbrt. § 62, stk. l.
4) Við umbýti av ávísum útlendskum koyrikortum, sbrt. § 86, stk. 2, § 87, stk. 2 og § 89.
5) Í ávísum førum við útgávu av ferðafólkakoyrikorti, sbrt. § 80, stk. 1.
6) Um handhavin ikki áðrenn 2 ár eftir, at gildistíð er lokin, skjalprógvar frálæring í koyring í myrkri, sbrt. § 32 og § 51.
7) Aftan á koyriforboð, sbrt. § 70 a, stk. 1.
Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd verður hildin sbrt. ásetingunum fyri bólk B í skjali 6, nr. 1 sbr. tó § 45, stk. 1.
Stk. 3. Tann, sum skal til eftiransandi koyriroynd, syrgir sjálvur fyri akfari til verkligu royndina. Akfarið skal lúka treytirnar í skjali 5. Ásetingin í § 41, stk. 4, verður nýtt samsvarandi.
§ 44. Tá eftiransandi koyriroynd verður hildin sbrt. § 68, stk. 1 og § 70, stk. 1, skal koyrikortið latast próvdómaranum, áðrenn ástøðisroynd og verklig koyriroynd verður hildin. Verður royndin ikki staðin, verður koyrikortið inndrigið.
Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd sbrt. § 68, stk. 1 og § 70, stk. 1, skal verða avgreidd í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at boðan um eftiransandi koyriroynd er send frá Akstovuni. Akstovan kann gera av, at víkja frá tíðarfreistini.
§ 45. Um so er, at royndin er grundað á koyring hjá viðkomandi í einum øðrum bólki, kann Akstovan gera av, at royndin verður hildin í samsvari við tær ásetingar, sum galda um koyriroynd fyri henda bólk, treytað av, at umsøkjarin hevur ella hevur havt koyrikort til viðkomandi bólk. Stendur umsøkjari royndina, verður koyrikort skrivað út til áður givnar bólkar.
Stk. 2. Stendur umsøkjari ikki eftiransandi koyriroynd í seinasta lagi við triðju roynd, skulu møguligar fylgjandi royndir verða hildnar sbrt. ásetingunum um koyriroynd til teir bólkar, sum søkt verður um at endurvinna koyrirættin til. Um Akstovan hevur tikið førararættin frá persóninum, tí viðkomandi ikki stóð eina eftiransandi koyriroynd, sbrt. § 68, stk. 1 og § 70, stk. 1 og 2, verður tann royndin, sum ikki er staðin, at meta sum fyrsta roynd.
Stk. 3. Hevur koyrirætturin verið tikin aftur ella frádømdur í trý ár ella meira, ella um tað við áseting av eftiransandi koyriroynd eru liðin meira enn 3 ár síðan byrjan av frádømingartíðarskeiðnum ella afturtøkutíðarskeiðnum, ella eftiransandi koyriroynd skal verða hildin í sambandi við endurnýggjan av koyrikorti, skal royndin verða hildin sbrt. ásetingunum um koyriroynd til koyrikort til teir bólkar, sum søkt verður um at endurvinna koyrirættin til, ella sum søkt verður um at endurnýggja koyrikortið til.
Vegleiðandi heilsulig koyriroynd
§ 46. Akstovan kann í sambandi við útvegan ella endurnýggjan av koyrikorti krevja, at ein vegleiðandi heilsulig koyriroynd verður hildin, fyri at gera av, um koyrikort kann verða givið ella møguliga verða givið við serligum treytum. Ein slík koyriroynd kann harafturat verða kravd, fyri at gera av, um og í hvønn mun ein handhavi av koyrikorti framhaldandi kann varðveita sín koyrirætt, sbrt. § 69. Akstovan kann krevja, at umsøkjarin ella handhavin av koyrikorti hevur akfar, sum er góðkent til venjingarakstur, tøkt til royndina.
Stk. 2. Um so er, at Akstovan heldur tað verða neyðugt, at umsøkjarin áðrenn royndina sbrt. stk. 1 fær sær nakað av kunnleika í at handfara akfarið, skal hetta verða framt á hóskandi venjingarøki.
Kapittul 3 a
Koyrikort til bólk AM
Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, til persónar, sum hava fylt 18 ár
§ 46 a. Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 18 ár, og sum hava staðið eina ástøðisroynd.
Stk. 2. Ástøðisroyndin kann í fyrsta lagi verða hildin tann dagin, ið umsøkjarin fyllir 18 ár.
Stk. 3. Ástøðisroyndin verður framd í samsvari við skjal 6, nr. 1.
Stk. 4. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsóknarblaðið og møguliga áður útgivið koyrikort havast við. Umsøkjarin fyllir út og letur inn eginváttan um heilsu, sbrt. § 3, stk. 5. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1 og 2. Ástøðisroynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.
Stk. 5. Úrslitið av ástøðisroyndini verður latið umsøkjaranum, so skjótt royndin er liðug.
Stk. 6. Tá ástøðisroynd verður hildin, galda ásetingarnar í § 36, stk. 1 samsvarandi.
Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, til persónar undir 18 ára aldur
§ 46 b. Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 15 ár, men enn ikki hava fylt 18 ár, sum hava fingið frálæru í ferðslureglum og koyring við lítlum prutli sbrt. § 46 c, og hava staðið eina ástøðisroynd og eina verkliga koyriroynd í hesum sambandi, sbrt. § 46 e.
§ 46 c. Frálæran í ferðslureglum og koyrivenjing, prutlfrálæran, verður givin av einum koyrilærara, ið er góðkendur til bólk A. Prutlfrálæran er sbrt. leiðreglum frá Rådet for Sikker Trafik, sbrt. skjali 10.
Stk. 2. Kommunurnar kunnu eisini skipa fyri frálæru í ferðslureglum og koyrivenjing við lítlum prutli, prutlfrálæran, sbrt. løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.
Stk. 3. Prutlfrálæran í kommunalu skipanini verður fyriskipað av lærarum, sum hava neyðugar fakligar og námsfrøðiligar førleikar, og sum lúka treytirnar í løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.
Stk. 4. Prutlfrálæran verður løgd til rættis við í minsta lagi 27 skúlatímum, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Prultfrálæran skal fevna um í minsta lagi 15 skúlatímar í ástøði og fatan av vandaviðurskiftum og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru, venjingarakstur.
Stk. 5. Góðkendur koyrilærari kann lata frálæru í ástøði samstundis til umsøkjarar, sum ynskja koyrikort til bólk AM, lítið prutl, og til bólk AM, stórt prutl, har innihaldið í ástøðisfrálæruni til umrøddu bólkar er tað sama.
Stk. 6. Ein næmingur, sum hevur verið fráverandi í hægst 4 skúlatímar, kann verða mettur at hava framt prutlfrálæruna, um lærarin metir tað ráðiligt. Næmingurin skal tó altíð hava tikið lut í venjingarakstri á hóskandi venjingarøki, sbrt. § 28.
Stk. 7. Frálærugongdin skal spjaðast yvir í minsta lagi 10 dagar.
Stk. 8. Allur venjingarakstur skal fara fram undir eftirliti av læraranum, sum í mesta lagi kann hava umsjón við 3 næmingum hvørja ferð.
§ 46 d. Prutlfrálæran kann í fyrsta lagi byrja, tá næmingurin er blivin 14 ár og 6 mánaðir.
§ 46 e. Akstovan skipar fyri ástøðisroynd og verkligari koyriroynd fyri teir næmingar, sum hava fingið prutlfrálæru. Ástøðisroynd og verklig koyriroynd verða hildnar í samsvari við ásetingarnar í skjali 10.
Stk. 2. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsóknarblaðið við váttan frá lærara um framda ástøðisfrálæru havast við. Umsøkjarin fyllir út og letur inn eginváttan um heilsu, sbrt. § 3, stk. 4. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1 og 2. Ástøðisroynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.
Stk. 3. Verklig roynd kann í fyrsta lagi verða hildin, tá ástøðisroynd er staðin og næmingurin lýkur treyt um aldur at fáa koyrikort, sbrt. § 46 b. Umsóknarblaðið við váttan frá lærara um framda verkliga koyrifrálæru skal havast við. Tá verklig roynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1 og 2. Verklig roynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.
Stk. 4. Er verklig roynd ikki staðin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir tann dag, ið næmingurin byrjaði uppá prutlfrálæruna, skal næmingurin byrja umaftur við prutlfrálæruni, sbrt. § 46 c.
Stk. 5. Úrslitið av ástøðisroyndini og verkligu koyriroyndini verður fráboðað umsøkjaranum, so skjótt royndin er liðug.
Kapittul 4
At geva út koyrikort
§ 47. Akstovan gevur út koyrikort.
Stk. 2. Koyrikortið, sum verður útgivið, skal vera í ES-sniði sbrt. ásetingunum í skjali 1. Landaeyðkennisbókstavirnir FO verða, saman við Merkinum, settir á framsíðuna á koyrikortinum.
§ 48. Koyrikort kann verða útgivið fyri avmarkaða tíð ella verða avmarkað til akfør, sum lúka serliga ásettar treytir, eins og serligar treytir kunnu verða settar. Slíkar treytir og avmarkingar verða áteknaðar á koyrikortið sum ein talkota sbrt. ásetingunum í skjali 7.
Stk. 2. Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, traktor ella motoramboð, vinnuligan fólkaflutning og koyrikort við koyrilæraragóðkenning verða útgivin sbrt. ásetingunum í skjali 7, nr. 4.
§ 49. Hevur umsøkjari staðið koyriroyndina ella verkligu royndina, skal umsøkjarin, meðan starvsfólk hjá Akstovuni sær, undirskriva í serstakum øki á umsóknini. Sama er galdandi fyri umsøkjarar, sum hava fylt 18 ár og hava staðið ástøðisroynd til bólk AM, lítið prutl. Akstovan útflýggjar umsøkjaranum eitt fyribils koyrikort.
Stk. 2. Samstundis sum fyribils koyrikort verður útflýggjað, skal møguligt áður útgivið koyrikort latast Akstovuni aftur.
Gildi hjá koyrikorti
§ 50. Koyrikort til bólkarnar AM, A, B og B/E og koyrikort til traktor ella motoramboð verður útgivið við gildi í 15 ár, tó í mesta lagi til handhavin hevur fylt 75 ár, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Um umsøkjarin hevur fylt 75 ár ella meiri, tá koyrikort verður útgivið, verður koyrikortið útgivið við hesum gildistíðum:
1) Um umsøkjarin hevur fylt 75 ár, men ikki 76 ár: 5 ár.
2) Um umsøkjarin hevur fylt 76 ár, men ikki 77 ár: 4 ár.
3) Um umsøkjarin hevur fylt 77 ár men ikki 78 ár: 3 ár.
4) Um umsøkjarin hevur fylt 78 ár, men ikki 80 ár: 2 ár.
5) Um umsøkjarin hevur fylt 80 ár: 2 ár.
§ 51. Umsøkjarar, sum á fyrsta sinni taka koyrikort til bólkarnar A, B, ella A og B, og sum ikki kunna skjalprógva at hava fingið frálæring í koyring í myrkri, sbrt. § 32, fáa útgivið koyrikort til viðkomandi bólk ella bólkar, ið er galdandi til 31. desember sama ár.
Stk. 2. Koyrikort útgivið við gildi til 31. desember sama ár sbrt. stk. 1, kann verða endurnýggjað og útgivið við gildi í 15 ár, treytað av, at handhavin skjalprógvar fyri Akstovuni at hava fingið frálæru í koyring í myrkri, sbrt. § 32 og § 43, stk. 1, nr. 6.
§ 52. Koyrikort til bólkarnar C, C/E, D og D/E verður útgivið við gildi í 5 ár, sbr. tó § 53.
Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning verður útgivið við gildi í 5 ár, sbr. tó § 53.
§ 53. Um umsøkjarin hevur fylt 70 ár ella meiri, tá koyrikort verður útgivið til bólkarnar C, C/E, D og D/E eins og koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, verður koyrikortið útgivið við hesum gildistíðum:
1) Um umsøkjarin hevur fylt 70 ár, men ikki 71 ár: 4 ár.
2) Um umsøkjarin hevur fylt 71 ár, men ikki 72 ár: 3 ár.
3) Um umsøkjarin hevur fylt 72 ár, men ikki 80 ár: 2 ár.
4) Um umsøkjarin hevur fylt 80 ár: 1 ár.
§ 54. Um so er, at upplýsingar um heilsustøðu tala fyri tí, ella grundaður ivi er um, hvørt viðkomandi er edrúiligur ella óbundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni, kann koyrikort í øllum førum verða útgivið við styttri gildistíð, enn nevnt í §§ 50-53.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 verða ikki nýttar til koyrikort til bólk AM, lítið prutl.
Avrit av koyrikorti
§ 55. Verður koyrikort burtur, skatt ella slitið so mikið, at áskrift, nummar, stempul, mynd ella líknandi ikki kunnu eftirkannast á staðnum, ella koyrikortið annars verður skatt, skal handhavin biðja um at fáa avrit av koyrikortinum, um hann framhaldandi ætlar at gera nýtslu av koyrirættinum.
Stk. 2. Umsókn um avrit av koyrikorti skal latast Akstovuni. Umsøkjarin skal í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini.
Stk. 3. Við umsóknini skal vera ein fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og stk. 5, 1. pkt., eins og § 3 b verða nýttar samsvarandi. Er koyrikortið mist burtur, váttar umsøkjarin hetta við undirskrift síni á umsóknina undir revsiábyrgd, sbrt. § 163 í revsilógini. Skadd koyrikort, sum biðið verður um avrit av, skulu latast Akstovuni.
Stk. 4. Persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum, og sum hava gyldugt koyrikort, útgivið í Norra, Íslandi ella landi, sum er limur í Evropeiska samveldinum, kunnu sbrt. ásetingunum í hesi grein fáa útskrivað avrit av koyrikorti, sbr. tó § 2, stk. 3. Ásetingarnar í § 3, stk. 5, 2. pkt., verða í hesum førum nýttar samsvarandi.
Fyribils bráðfeingiskoyrikort
§ 56. Er eitt koyrikort burtur, og handhavin upplýsir, at hann skal koyra bil í útlandinum, útgevur Akstovan, eftir áheitan, eitt fyribils bráðfeingiskoyrikort, um so er, at Akstovan metur, at avrit av koyrikorti ikki kann verða útgivið, áðrenn umsøkjarin fer uttanlands.
Stk. 2. Umsókn um fyribils bráðfeingiskoyrikort skal latast Akstovuni.
Stk. 3. Við umsóknini skal vera ein mynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5, eins og § 3 b verða nýttar samsvarandi.
§ 57. Akstovan gevur eftir umbøn út eitt fyribils endurrit av koyrikorti, um ein handhavi av føroyskum koyrikorti:
1) Er frádømdur koyrirættin uttanlands,
2) uttanlands hevur fingið koyriforboð, og tann útlendski koyrikortsmyndugleikin hevur treytað byrjanina á frádømingartíðarskeiðnum ella koyriforboðnum av, at koyrikortið verður útflýggjað til skráseting av brotinum ella átekning av hesum, ella
3) uttanlands hevur fingið koyrikortið inndrigið fyrisitingarliga.
Stk. 2. Tað er tó ein treyt fyri at fáa útgivið fyribils endurrit sbrt. stk. 1, at koyrikortið samstundis verður latið inn, ella skjalprógv frá útlendska koyrikortsmyndugleikanum um, at hesin hevur koyrikortið í varðveitslu, verður víst fram. Fyribils endurrit av koyrikorti verður útgivið við átekning um, at tað ikki hevur gildi í tí landi, har brotið er framt.
Stk. 3. Verður avgerð tikin um at leggja mál fyri rættin um frádøming av koyrirættinum sbrt. § 11 í revsilógini, kann fyribils endurrit av koyrikorti ikki verða útgivið sbrt. stk. 1, um so er, at tað verður mett, at treytirnar fyri treytaleysari frádøming av koyrirættinum eru til staðar. Ásetingarnar í § 67 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 4. Verður fyribils bráðfeingiskoyrikort givið út, sendir Akstovuni koyrikortið til útlendska koyrikortsmyndugleikan, um so er, at hesin ikki longu hevur koyrikortið í varðveitslu. Akstovan skipar undir øllum umstøðum so fyri, at koyrikortið aftaná skráseting ella átekning hjá tí útlendska koyrikortsmyndugleikanum, verður sent aftur til Akstovuna.
Stk. 5. Um so er, at fyribils bráðfeingiskoyrikort er útgivið, kann útflýggjan av koyrikortinum, aftaná skráseting ella átekning hjá útlendskum koyrikortsmyndugleika, bert fara fram, um fyribils bráðfeingiskoyrikortið verður latið inn aftur.
Útgáva av koyrikorti í sambandi við frádøming av rættinum at koyra lítið prutl
§ 57 a. Er rætturin at koyra lítið prutl frádømdur, verður hetta skrivað á koyrikortið við eini talkotu, sbrt. skjali 7, nr. 4.
Stk. 2. Handhavi, sum hevur eitt koyrikort við talkotu, sum upplýsir at rætturin at koyra lítið prutl er frádømdur, kann tá frádømutíðin er liðin, søkja um at fáa koyrikortið umbýtt við eitt koyrikort uttan talkotu um frádøming.
Kapittul 5
At víðka koyrikort
§ 58. Umsókn um, at koyrikortið verður víðkað til at fevna um fleiri bólkar ella vinnuligan fólkaflutning, umsókn um at áseta verkliga roynd í teim í § 12 a, stk. 3, nr. 4 og í § 13, stk. 2, nr. 2 nevndu førum, og umsókn um útgávu av koyrikorti í sambandi við skeið, sum nevnt í § 60, stk. 2, skulu latast Akstovuni.
Stk. 2. Við umsóknini skulu vera ein fotomynd og ein læknaváttan, sbrt. § 3, stk. 2 og 4. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5, eins og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Við umsókn um víðkan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning og góðkenning til koyrilærara, skal harafturat vera prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhálp, sbrt. § 3, stk. 4.
§ 59. Koyriroyndir ella verkligar royndir í sambandi við víðkan av koyrikorti, verða hildnar sbrt. ásetingunum í kapitli 3.
Stk. 2. Stendur umsøkjari royndina og annars lýkur krøvini fyri víðkan av koyrikorti, verður koyrikort skrivað út sbrt. ásetingunum í kapitli 4. Ásetingarnar í § 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Hereftir er koyrikortið galdandi fyri teir bólkar, sum viðkomandi nú hevur rætt til at koyra, møguliga harafturat til vinnuligan fólkaflutning.
§ 60. Útskriving av koyrikorti í sambandi við víðkan av koyrikorti, útgivið áðrenn henda kunngerð kom í gildi, fer fram sbrt. ásetingunum í § 95.
Stk. 2. Handhavi av koyrikorti til bólk A 1, solomotorsúkkla, givið út áðrenn henda kunngerð kom í gildi, sum ynskir rættindi at koyra motorsúkklu við síðuvogni, skal áðrenn útgávu av koyrikorti hava luttikið í skeiði í koyring við motorsúkklu við síðuvogni. Skeiðið verður framt sbrt. ásetingunum um koyring við síðuvogni í frálæruætlanini til bólk A á eini motorsúkklu, sum lýkur krøvini í skjali 5, nr. 2.2.3.
Stk. 3. Um so er, at treytin í stk. 2 ikki er lokin, verður útgáva av koyrikorti í sambandi við víðkan av koyrikorti til bólk A 1 útgivið, áðrenn henda kunngerð kom í gildi, at fara fram við nýtslu av kotu 100, sbrt. ásetingunum í skjali 7, nr. 4.
Kapittul 6
At endurnýggja koyrikort
§ 61. Umsókn um at endurnýggja koyrikort fyri ein ella fleiri koyrikortbólkar, tá gildistíðin er úti, skal latast Akstovuni. Umsøkjarin skal í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini.
Stk. 2. Við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólkarnar C, C/E, D og D/E eins og koyrikort til vinnuligan fólkaflutning og koyrikort við átekning um góðkenning sum koyrilærari, skulu vera ein fotomynd og ein læknaváttan, sbrt. § 3, stk. 2 og 4. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólkarnar AM, A, B og B/E skal vera ein fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi. Hevur umsøkjarin fylt 75 ár, tá koyrikortið verður útgivið, ella gildistíðin er ásett fyri einstaklingin sbrt. § 54, skal harafturat við umsóknini vera ein læknaváttan, sbrt. § 3, stk. 4. Hetta er tó ikki galdandi fyri umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólk AM, lítið prutl.
Stk. 4. Tá umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning verður latin inn, verða ásetingarnar í § 16, stk. 6 og 7, nýttar samsvarandi.
Stk. 5. Útgáva av koyrikorti í sambandi við endurnýggjan av einum koyrikorti, givið út áðrenn henda kunngerð kom í gildi, fer fram sbrt. ásetingunum í § 95. Ásetingarnar í § 60, stk. 2 og 3 verða nýttar samsvarandi.
§ 62. Eru trý ár ella meira liðin frá tí, at gildstíðin á koyrikortinum var úti til umsókn um endurnýggjan av koyrikorti verður latin inn, skal umsøkjarin standa eina eftiransandi koyriroynd sbrt. ásetingunum í § 45, stk. 3, áðrenn koyrikortið kann vera endurnýggjað. Hetta er tó ikki galdandi fyri koyrikort til bólk AM, lítið prutl.
Stk. 2. Akstovan kann tó í serligum føri gera av, at eftiransandi koyriroynd skal ikki vera hildin.
§ 63. Lýkur umsøkjari treytirnar fyri endurnýggjan av koyrikorti, verður koyrikort útskrivað sbrt. ásetingunum í kapitli 4. Ásetingarnar í § 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Gildistíðin hjá koyrikortinum verður ásett við støði í, hvussu leingi fyrra koyrikortið var galdandi ella við støði í dagfestingini fyri endurnýggjanini, um henda fellur seinni.
Stk. 3. Er umsókn um endurnýggjan av koyrikorti latin inn, uttan at endurnýggjan kann henda beinanveg, kann Akstovan skriva út eitt fyribils koyrikort.
Kapittul 7
Avgerðir um at taka koyrirætt og koyrikort frá persóni og um eftiransandi koyriroynd
§ 64. Akstovan kann sbrt. ásetingunum í hesum kapitli taka koyrirættin frá persóni, um treytirnar fyri at útvega sær koyrikort ikki longur eru til staðar.
Stk. 2. Rætturin til vinnuligan fólkaflutning kann frádømast sbrt. § 79 í revsilógini. Akstovan kann ikki taka henda rættin frá persóni, uttan at vanligi koyrirætturin samstundis verður tikin.
Stk. 3. Løgreglan og Akstovan kunna taka inn koyrikort, sum er slitið ella skatt. Verður koyrikortið tikið á staðnum, skrivar løgreglan so vítt møguligt eitt fyribils koyrikort.
§ 65. Tekur Akstovan avgerð um, at koyrirætturin skal takast frá persóni, ella verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst, skal koyrikortið latast Akstovuni. Løgreglan kann verða til hjálpar við atliti til at taka koyrikort aftur.
Stk. 2. Koyrikortið skal somuleiðis latast Akstovuni, um tað við heimild í § 69, stk. 2, verða gjørdar avmarkingar í koyrirættinum.
Stk. 3. Hevur persónur fingið útgivið eitt føroyskt altjóða koyrikort, og Akstovan tekur koyrirættin frá persóni ella koyrirætturin verður frádømdur treytaleyst, skal eisini altjóða koyrikortið latast Akstovuni ella løgregluni.
Stk. 4. Verður koyrirætturin tikin frá persóni, tí viðkomandi ikki er edrúiligur ella óbundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni, leggur ákærumyndugleikin eftir áheitan málið fyri rættin sbrt. ásetingunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.
§ 66. Eftiransandi koyriroynd sbrt. ásetingunum í hesum kapitli, fer fram í samsvari við ásetingarnar hesum viðvíkjandi í kapitli 3, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Handhavi av koyrikorti kann í staðin fyri eftiransandi koyriroynd sbrt. stk. 1, søkja um víðkan av koyrikortinum til at fevna um fleiri bólkar, um so er, at víðkanin førir við sær, at ein koyriroynd, sum inniheldur ferðsluástøði, verður hildin, sbrt. § 33.
Stk. 3. Fyri koyriroyndir, hildnar sbrt. ásetingunum í stk. 2, eru somu treytir og rættarvirknaðir galdandi sum fyri eftiransandi koyriroynd.
Stk. 4. Akstovan kann uttan drál draga inn koyrirættin, um ein handhavi av koyrikorti noktar at virka við til
1) eina eftiransandi koyriroynd,
2) eina koyriroynd sbrt. stk. 2,
3) eina heilsuliga kanning hjá egnum lækna ella hjá øðrum serlækna, ella
4) eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd, sbrt. § 46.
Stk. 5. Koyrirætturin verður harafturat tikin frá persóni, um viðkomandi ikki stendur eftiransandi koyriroynd fyrstu ferð.
Stk. 6. Hevur Akstovan tikið koyrirættin frá persóni, tí eftiransandi koyriroynd ikki er staðin ella hildin, verður umsókn um endurtøku av koyrirættinum viðgjørd sbrt. ásetingunum í kapitli 8.
Fyribils tøka av koyrikorti
§ 67. Metir løgreglan, at treytirnar fyri treytaleysari frádøming av koyrirættinum eru til staðar, skal uppruna koyrikortið í niðanfyri nevndu førum fyribils takast frá persóni:
1) Tá persónur er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring við einum alkoholinnihaldi í blóðinum, meðan koyrt verður ella aftaná, sbrt. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í løgtingslógini, sum er hægri enn 0,5 promillu ella einum alkoholinnihaldi í útandingarluft, meðan koyrt verður ella aftaná, sbrt. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í løgtingslógini, sum er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.
2) Tá persónur er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring við einum alkoholinnihaldi í blóðinum, meðan koyrt verður ella aftaná, sbrt. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í løgtingslógini, sum ikki er hægri enn 0,5 promillu ella einum alkoholinnihaldi í útandingarluft, meðan koyrt verður ella aftaná, sbrt. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í løgtingslógini, sum ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft, tá tann skuldsetti áður er skuldsettur ella dømdur fyri rúsdrekkakoyring, her uppi í promillukoyring sbrt. teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, ella tá skuldsetti áður er dømdur fyri brot á § 15, stk. 1 ella 2.
Stk. 2. Metir løgreglan, at treytirnar fyri treytaleysari frádøming av koyrirættinum eru til staðar í øðrum førum enn nevnt í stk. 1, kann uppruna koyrikortið fyribils verða tikið frá persóninum.
Stk. 3. Verður mett, at treytirnar fyri treytaleysari frádøming av koyrirættinum eru til staðar, men at hetta ikki er uttan iva, kann uppruna koyrikortið bert vera tikið frá persóninum fyribils, um løgreglan samstundis útskrivar eitt fyribils koyrikort.
Stk. 4. Verður uppruna koyrikortið fyribils tikið frá persóni sbrt. ásetingunum í stk. 1 ella 2, kann handhavin av koyrikortinum krevja, at henda avgerð verður roynd í rættinum. Løgreglan skal vegleiða viðkomandi um royndarrættindini.
Manglandi kunnleiki ella handfaring
§ 68. Akstovan kann gera av, at ein handhavi av koyrikorti skal til eftiransandi koyriroynd, um grundaður ivi er um, hvørt viðkomandi framhaldandi kann handfara akfarið nóg trygt, hevur neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar ella skilir týdningin av fyriliti fyri øðrum ferðandi.
Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd skal ikki verða hildin, um viðkomandi hevur staðið eina koyriroynd, sum inniheldur ferðsluástøði, aftan á tilburðin ella viðurskiftini, sum førdi til avgerðina hjá Akstovuni, og áðrenn avgerðin var endaliga staðfest.
Heilsulig viðurskifti
§ 69. Verður Akstovan varug við umstøður, har grundaður ivi er um, hvørt handhavin av koyrikorti framvegis hevur nóg góða heilsu, ella framhaldandi er edrúiligur ella óbundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni, hevur viðkomandi skyldu til at virka við til
1) tær kanningar ella royndir, sum eru neyðugar til at avgera hetta, harafturat fáa til vega neyðugar læknafrágreiðingar, møguliga frá serlækna í viðkomandi sergrein, og
2) eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd, sbrt. § 46.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 20 verða eisini nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Við støði í kanningunum ella royndunum verður avgjørt,
1) um koyrirætturin skal dragast inn, ella um handhavin av koyrikorti kann varðveita koyrirættin, møguliga við serstøkum avmarkingum, sbrt. § 48, stk. 1 og § 54,
2) um koyrirætturin skal dragast inn, antin av læknaligum ávum ella grundað á, at handhavin av koyrikorti er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella grundað á, at viðkomandi ikki er edrúiligur, ella
3) um handhavin av koyrikorti skal boðast til eftiransandi koyriroynd grundað á manglandi kunnleika ella handfaring, sbrt. § 68, stk. 1.
Stk. 4. Sama er galdandi fyri rættin til vinnuligan fólkaflutning.
Stk. 5. Verða avmarkingar gjørdar í koyrirættinum, verður nýtt koyrikort útgivið sbrt. ásetingunum í kapitli 4. Viðkomandi skal lata inn nýggja fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5 og í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b verða nýttar samsvarandi.
Treytað frádøming av koyrirættinum
§ 70. Er koyrirætturin frádømdur treytað, skal handhavin av koyrikorti til eina eftiransandi koyriroynd.
Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd skal ikki verða hildin, um viðkomandi í øðrum førum, enn teim í stk. 1 nevndu, hevur staðið eina koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, aftaná brotið, sum førdi til frádømingina, og áðrenn avgerðin hesum viðvíkjandi varð endaliga staðfest.
Kapittul 7 a
Endurtøka av koyrirætti aftan á koyriforboð
§ 70 a. Umsøkjari, sum hevur fingið koyriforboð sbrt. § 59 h í løgtingslógini, kann einans fáa koyrirættin aftur, um hann hevur gjøgnumført serliga koyrifrálæru og luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu, R/F-skeiði, og hevur staðið eftiransandi koyriroynd, sbrt. § 18 d, stk. 1 og 2, í løgtingslógini.
Stk. 2. Serliga koyrifrálæran og R/F-skeiðið skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
§ 70 b. Umsókn um endurtøku av koyrirættinum aftan á koyriforboð sbrt. § 59 h í løgtingslógini verður latin Akstovuni.
Stk. 2. Er koyriforboð givið vegna rúsdrekkakoyring, her uppi í promillukoyring sbrt. teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, sbrt. § 59 a, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, skal umsøkjarin leggja skeiðsprógv við sum skjalprógv um luttøku í skeiði í rúsdrekka og ferðslu, R/F-skeiði.
Stk. 3. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Kapittul 8
Endurtøka av koyrirætti
§ 71. Umsókn um endurtøku av koyrikorti, eftir at Akstovan hevur tikið koyrirættin frá persóni, ella eftir at koyrirætturin er frádømdur treytaleyst, verður latin Akstovuni. Umsøkjarin skal í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva á serstøkum øki á umsóknini.
Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, her uppi í promillukoyring sbrt. teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, sbrt. § 18 c, stk. 3, 2. pkt. í løgtingslógini, skal umsøkjarin leggja skeiðsprógv við sum skjalprógv um luttøku í skeiði í rúsdrekka og ferðslu, R/F-skeiði.
Stk. 3. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Stk. 4. Hevur Akstovan tikið koyrirættin frá persóni orsakað av heilsuligum ávum ella orsakað av, at viðkomandi er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella orsakað av, at viðkomandi ikki er edrúiligur, ella koyrirætturin hevur verið frádømdur treytaleyst í 3 ár ella meira, skal harumframt latast inn læknaváttan, sbrt. § 3, stk. 4. Annars krevst læknaváttan bert, um ein læknaváttan, ið áður er latin í sambandi við útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti, ella aðrar umstøður geva orsøk til tess.
§ 72. Eftiransandi koyriroynd eftir hesum kapitli verður hildin sbrt. ásetingunum hesum viðvíkjandi í kapitli 3, sbr. tó § 75, stk. 2.
§ 73. Tá søkt verður um endurtøku av koyrirættinum, kann koyrikortið víðkast til eisini at fevna um vinnuligan fólkaflutning, uttan at serstøk roynd verður hildin. Tað er tó ein treyt, at umsøkjarin, tá koyrirætturin varð tikin frá honum ella frádømdur, hevði koyrikort galdandi til vinnuligan fólkaflutning. Tað er harumframt ein treyt, at tað í avgerðini um at taka koyrirættin frá persóni ella um frádøming ikki var tikin avgerð um serstaka frádøming av rættinum til vinnuligan fólkaflutning. Ásetingarnar í § 16, stk. 6 og 7 verða nýttar samsvarandi.
§ 74. Lýkur umsøkjari treytirnar at endurvinna koyrirættin, verður koyrikort givið út sbrt. ásetingunum í kapitli 4. Ásetingarnar í § 20 verða nýttar samsvarandi.
Endurtøka eftir, at koyrirætturin er tikin frá persóni
§ 75. Hevur Akstovan tikið koyrirættin frá persóni, tí ein eftiransandi koyriroynd ikki er staðin ella hildin, kann koyrirætturin í fyrsta lagi verða endurvunnin, tá ið nýggj eftiransandi koyriroynd er staðin.
Stk. 2. Ein handhavi av koyrikorti kann í staðin fyri eina eftiransandi koyriroynd sbrt. stk. 1, søkja um at víðka koyrikortið til at galda fyri fleiri bólkar, um so er, at víðkanin førir við sær, at ein koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, verður hildin. Teir rættarvirknaðir, sum eru galdandi fyri eftiransandi koyriroynd, verða í hesum førum nýttir samsvarandi.
Stk. 3. Hevur Akstovan tikið koyrirættin frá persóni í trý ár ella meira orsakað av, at viðkomandi er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella orsakað av, at viðkomandi ikki er edrúiligur ella av heilsuligum ávum, er tað ein treyt fyri at endurvinna koyrirættin, at umsøkjarin stendur eina eftiransandi koyriroynd. Akstovan kann í serligum førum gera av, at eftiransandi koyriroynd ikki skal haldast.
Endurtøka eftir treytaleysa frádøming av koyrirættinum
§ 76. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst, skal umsøkjarin standa eina eftiransandi koyriroynd, áðrenn koyrirætturin kann verða endurvunnin, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst innan fyri 3 tey fyrstu árini eftir, at førarin fekk koyrirættin fyrstu ferð, sbrt. § 18 d, stk. 3 í løgtingslógini, skal serlig koyrifrálæra vera gjøgnumførd og eftiransandi koyriroynd staðin, áðrenn koyrirætturin kann endurvinnast. Serliga koyrifrálæran, sum í fyrsta lagi kann byrja 3 mánaðir, áðrenn frádømingartíðin er úti, skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
Stk. 3. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, her uppi í promillukoyring sbrt. teimum reglum, sum vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, kann koyrirætturin einans endurvinnast, um umsøkjarin hevur luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu R/F-skeiði, sbrt. § 32 d, og hevur staðið eftiransandi koyriroynd. R/F-skeiðið skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
Stk. 4. Eftiransandi koyriroynd kann verða hildin, áðrenn frádømingartíðin er úti. Verkliga royndin kann tó í fyrsta lagi verða hildin ein mánað, áðrenn frádømingartíðin er úti.
Stk. 5. Hevur viðkomandi, í øðrum førum enn nevnt í stk. 3 staðið eina koyriroynd, sum inniheldur ferðsluástøði, eftir brotið, sum førdi til ákæruna, skal eftiransandi koyriroynd ikki verða hildin, um so er, at royndin er staðin í mesta lagi 1 ár, áðrenn frádømingartíðin er úti og í mesta lagi 1 ár, áðrenn umsókn um endurtøku av koyrirættinum varð latin inn. Hóast koyriroynd er staðin, skal viðkomandi hava luttikið í R/F-skeiði, sbrt. stk. 3. Í hesum førum skal luttøka í R/F-skeiði vera endað í seinasta lagi 3 mánaðir aftaná, at avgerðin um eftiransandi koyriroynd var endalig.
§ 76 a. Umsókn um endurtøku av rættinum at koyra lítið prutl, eftir at koyrirætturin hevur verið frádømdur treytaleyst, verður latin Akstovuni.
Stk. 2. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Lýkur umsøkjari treytirnar at endurvinna koyrirættin til lítið prutl, verður koyrikortið givið út sbrt. ásetingunum í kapitli 4.
Kapittul 9
Útlendsk, donsk og grønlendsk koyrikort
§ 77. Ásetingarnar í hesi kunngerð verða nýttar samsvarandi fyri handhavar av útlendskum, donskum og grønlendskum koyrikortum, í tann mun koyrikortið gevur viðkomandi, við vanligum bústaði í Føroyum, rætt til at koyra akfør her á landi.
Stk. 2. Koyrirættur við støði í útlendskum, donskum og grønlendskum koyrikorti kann verða tikin sbrt. ásetingunum, ið galda fyri føroysk koyrikort.
§ 78. Vinnuligur fólkaflutningur kann ikki fremjast í verki við støði í grønlendskum ella útlendskum koyrikorti.
Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann ikki verða útgivið við støði í einum koyrikorti, nevnt í stk. 1.
Stk. 3. 4) Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri handhava av koyrikorti, útgivið í Íslandi, Danmark, Noregi, Stóra Bretlandi ella einum ES-landi, ella í einum landi, sum eftir avtalu við ES, hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins nr. 2006/126/EF um koyrikort.
Ásetingar fyri handhavar av koyrikorti við fyribils tilhaldi í Føroyum
§ 79. 4) Persónar, sum ikki hava vanligan bústað í Føroyum, kunnu koyra motordrivið akfar her á landi, um teir hava ognað sær eitt av niðan fyri nevndu galdandi koyrikortum:
1) Koyrikort útgivið í Føroyum, Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi ella landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort.
2) Koyrikort útgivið í Grønlandi tann 1. januar 1995 ella seinni, sbr. tó stk. 3.
3) Fyribils koyrikort útgivið í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki.
4) Útlendskt koyrikort, onnur enn tey sum nevnd eru undir nr. 1, um koyrikortið er skrivað við latínskum bókstavum, ella um tað sum skjal hevur eina umseting til føroyskt, danskt, enskt ella franskt mál. Tað er tó ein treyt, at umsetingin er gjørd av einum almennum myndugleika ella av einum felagsskapi, sum í útgávulandinum hevur heimild til tess.
5) Altjóða koyrikort, útgivið samsvarandi altjóða sáttmálum frá 24. april 1926 um koyring við motorakførum, 19. september 1949 um ferðslu ella 8. november 1968 um flutning eftir vegi.
Stk. 2. Koyrikortið gevur handhavanum rætt til at koyra akfør til somu bólkar í Føroyum, sum tað gevur rætt til í útgávulandinum, tó altíð treytað av, at handhavin hevur fylt 18 ár. Handhavi av koyrikorti til bólk AM, lítið prutl, sum hevur fylt 15 ár, kann koyra lítið prutl og handhavi av koyrikorti til bólk AM, stórt prutl, sum hevur fylt 16 ár, kann koyra stórt prutl, um koyrikortið gevur handhavanum rætt til hetta í útgávulandinum.
Stk. 3. Koyrikort til bólk A, motorsúkklu, útgivið í Grønlandi gevur ikki rætt til at koyra motorsúkklu í Føroyum.
§ 80. Akstovan kann geva persóni, sum ikki hevur vanligan bústað í Føroyum, og sum ikki hevur neyðugt koyrikort, sbrt. § 79, loyvi til fyribils at koyra motordrivið akfar í Føroyum, ferðafólkakoyrikort. Loyvið kann m.a. verða treytað av, at umsøkjarin stendur eina eftiransandi koyriroynd.
Stk. 2. Eitt ferðafólkakoyrikort útgivið í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki gevur handhavanum rætt til at koyra somu akfør í Føroyum, sum tað gevur rætt til í landinum, har koyrikortið er útgivið.
Ásetingar fyri handhavar av koyrikorti við vanligum bústaði í Føroyum
§ 81. Persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum, skulu hava ognað sær eitt føroyskt koyrikort fyri at kunna koyra motordrivið akfar her á landi.
Stk. 2. Motordrivið akfar kann tó koyrast í Føroyum við støði í donskum, grønlendskum ella útlendskum koyrikorti eftir ta tíð, tá vanligur bústaður er viðurkendur, og í tann mun tað framgongur av ásetingunum í §§ 82-84.
§ 82. Eitt danskt koyrikort verður í øllum førum javnsett við eitt føroyskt koyrikort og gevur handhavanum rætt at koyra somu akfør sum í Danmark í tíðarskeiðnum, koyrikortið hevur gildi, uttan so, at tíðarskeiðið er longri enn til handhavin hevur fylt 75 ár.
Stk. 2. 3) Eitt koyrikort, útvegað í Grønlandi tann 1. januar 1995 ella seinni, gevur handhavanum rætt til at koyra somu akfør í Føroyum, sum tað gevur rætt til í Grønlandi, tó í mesta lagi 180 dagar eftir, at treytirnar um vanligan bústað eru loknar, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Koyrikort til bólk A, motorsúkkla, givið út í Grønlandi gevur ikki rætt til at koyra motorsúkklu í Føroyum.
§ 83. 4) Eitt koyrikort útgivið í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi ella landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, gevur handhavanum rætt at koyra somu akfør í Føroyum, sum tað gevur rætt til í landinum, har koyrikortið er útgivið, í tíðarskeiðnum, koyrikortið hevur gildi, uttan so, at tíðarskeiðið er longri enn til handhavin hevur fylt 75 ár.
Stk. 2. 3) Eitt koyrikort, útgivið í øðrum londum enn teimum í stk. 1 nevndu, geva handhavanum rætt at koyra somu akfør í Føroyum, sum tað gevur rætt til í landinum, har koyrikortið er útgivið, tó í mesta lagi 180 dagar eftir, at treytirnar um vanligan bústað eru loknar. Tað er tó ein treyt, at koyrikortið annaðhvørt er skrivað við latínskum bókstavum, ella at umseting til føroyskt, danskt, enskt ella franskt mál, sum er gjørd av einum almennum myndugleika ella av felagsskapi, sum í heimlandinum eru heimilað til tess, er løgd við koyrikortinum.
§ 84. Motordrivið akfar kann aftaná, at vanligur bústaður í Føroyum er viðurkendur, bert verða koyrt við støði í einum donskum, grønlendskum ella útlendskum koyrikorti, um koyrikortið hevur gildi og handhavin lýkur krøvini til aldur, sum eru galdandi fyri útgávu av einum samsvarandi føroyskum koyrikorti, sbrt. ásetingunum hesum viðvíkjandi í kapitli 1.
Umbýti av útlendskum, donskum og grønlendskum koyrikortum
§ 85. Umsókn um umbýti av donskum, grønlendskum ella útlendskum koyrikorti við samsvarandi føroyskt koyrikort verður latin Akstovuni. Umsøkjarin skal í hjáveru av starvsfólki hjá Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini.
Stk. 2. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbrt. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbrt. § 3 a, stk. 1-5. Umsøkjarin skal harumframt saman við umsóknini lata Akstovuni koyrikortið, sum søkt veður um at fáa umbýtt. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Metir Akstovan tað vera neyðugt, kann tað vera kravt, at tað saman við umsóknini er ein umseting av tí koyrikortinum, sum biðið verður um at fáa umbýtt. Umsetingin skal verða gjørd av einum umsetara, sum er góðkendur av Akstovuni. Útreiðslurnar, sum standast av umsetingini, verða hildnar av umsøkjaranum.
Stk. 4. 4) Saman við umsókn um umbýti av koyrikorti, sum ikki er givið út í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi, Grønlandi ella landi í Evropeiska Samveldinum, ella einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, skal ein læknaváttan verða hjáløgd, sbrt. § 3, stk. 4. Ásetingarnar í § 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 5. 4) Við umbýti av koyrikorti, sum ikki er givið út í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi, landi í ES ella einum landi, sum eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, ella við umbýti av grønlendskum koyrikorti, gevur Akstovan útgivna koyrikortinum eina átekning um útgávulandið. Ein og hvør seinni endurnýggjan ella umbýtan av koyrikortinum verður áteknað á koyrikortið ella á koyrikort, sum er útgivið við støði í hesum.
Stk. 6. 4) Við útgávu av føroyskum koyrikorti við støði í einum koyrikorti útgivið áðrenn 1. juli 1996 í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi ella landi, sum er limur í ES, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, verður umbýtingartalvan sbrt. avgerð hjá ES-kommissiónini tann 21. mars 2000 um javngildi millum ávísar koyrikortsbólkar nýtt. Umbýtingartalvan kann síggjast á Akstovuni.
Stk. 7. Lýkur umsøkjarin treytirnar fyri umbýti av koyrikorti, verður koyrikort givið út í samsvari við ásetingarnar í kapitli 4.
§ 86. Umsøkjarar, sum hava eitt galdandi danskt, grønlendskt ella annað útlendskt koyrikort, kunnu við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í §§ 87-90, umbýta hetta til eitt føroyskt koyrikort, um umsøkjarin lýkur krøvini, sum galda fyri útgávu av samsvarandi føroyskum koyrikorti, sbrt. ásetingunum hesum viðvíkjandi í kapitli 1.
Stk. 2. Um tann í stk. 1 nevnda treyt um gildi fyri koyrikort ikki er lokin, og hetta bert er orsakað av, at gildistíðin fyri koyrikortið er úti, kann umsøkjarin tó við støði í eini eftiransandi koyriroynd fáa útgivið eitt føroyskt koyrikort.
§ 87. Handhavi av einum donskum koyrikorti, kann uttan drál umbýta hetta við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, sbr. tó § 89.
Stk. 2. Handhavi av einum koyrikorti, útvegað í Grønlandi tann 1. januar 1995 ella seinni, kann bert umbýta hetta við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, um so er, at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd.
Stk. 3. Koyrikort til bólk A, motorsúkklu, útgivið í Grønlandi og koyrikort útvegað í Grønlandi áðrenn 1. januar 1995 kann ikki umbýtast til eitt samsvarandi føroyskt koyrikort.
§ 88. 4) Handhavi av einum koyrikorti, útgivið í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi ella landi, sum er limur í ES, ella einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, kann uttan drál umbýta hetta við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Handhavi av koyrikorti útgivið í øðrum londum enn teimum í stk. 1 nevndu, kann bert umbýta koyrikoyrtið við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, um so er at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd.
§ 89. Akstovan kann krevja, at eftiransandi koyriroynd er staðin áðrenn danskt koyrikort verður umbýtt við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, um so er:
1) at handhavin av koyrikorti áður hevur verið til koyriroynd í Føroyum og ikki staðið hesa, orsakað av manglandi førleika at koyra bil, manglandi kunnleika til týdningarmiklar ferðslureglur ella ikki hevur skilt týdningin av fyriliti fyri øðrum ferðandi, ella
2) at Akstovan áður hevur tikið koyrirættin frá handhavanum ella at koyrirætturin hevur verið frádømdur treytað ella treytaleyst í Føroyum.
§ 90. Um ein persónur við vanligum bústaði í Føroyum útvegar eitt koyrikort í útlandinum, kann tað verða umbýtt sbrt. ásetingunum í hesum kapitli, um uppihaldið hevur vart longur enn seks mánaðir, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 4) Henda avmarking er ikki galdandi fyri grønlendsk koyrikort ella koyrikort sum eru útvegað í Norra, Íslandi, Stóra Bretlandi ella landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella í einum landi, sum eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 91/439/EØF um koyrikort.
Kapittul 10
Fyrisitingarligar ásetingar
§ 91. Akstovan tekur avgerðir um koyrikort, herundir avgerðir um at taka koyrirættin frá persóni og um eftiransandi koyriroynd, sbr. tó § 67.
Kæra
§ 92. Sambært § 64 m í løgtingslógini kunnu avgerðir hjá Akstovuni sbrt. hesi kunngerð kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Gjøld
§ 93. Goldið verður kontant ella inn á bankakonto, sparikassakonto ella postgirokontu. Kvittan frá banka, sparikassa ella posthúsi, ella útskrift av flyting við heimabankaskipan verður heft á umsóknarblaðið og latin Akstovuni.
Stk. 2. Gjald fyri ta fyrstu royndina, sbrt. § 64 i og § 64 j í løgtingslógini, verður goldið, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.
Stk. 3. Um so er, at málið verður sent øðrum almennum myndugleika, ella mett verður neyðugt, at fleiri upplýsingar ella líknandi mugu fáast til vega fyri at lýsa málið gjøllari, eins og við umsókn um endurtøku av koyrirættinum, kann Akstovan gera av, at gjaldið verður latið seinni.
Kapittul 11
Revsing, gildiskoma og skiftisreglur
Revsing
§ 94. Brot á § 1, § 13, stk. 2, § 22, stk. 1-4, § 24, stk. 1 og 2, § 27, stk. 1, §§ 25-26, §§ 28-31, § 36, stk. 2, §§ 39-40, § 55, stk. 1 og 3, § 65, stk. 1-3, § 78, stk. 1, § 79, § 80, stk. 2, og §§ 81-84 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Við sekt verður somuleiðis tann revsaður, sum setur til viks treytir fyri einum loyvi í samsvari við hesa kunngerð ella ikki aktar forboð ella boð, givin sbrt. ásetingum í hesi kunngerð.
Gildiskoma
§ 95. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru.
Skiftisreglur
§ 96. Koyrikort, sum eru givin út áðrenn 29. september 2005, geva koyrirætt sbrt. hesum ásetingum:
1) Koyrikort bert til bólk A 1, solomotorsúkklu, gevur rætt at koyra tey í § 6 nevndu akfør, tó ikki motorsúkklu við síðuvogni.
2) Koyrikort bert til bólk A 2, motorsúkklu við síðuvogni, gevur rætt at koyra tey í § 6 nevndu akfør, tó ikki motorsúkklu uttan síðuvogn.
3) Koyrikort til bólk A 1 + A 2, solomotorsúkklu og motorsúkklu við síðuvogni, gevur rætt at koyra øll akfør nevnd í § 6.
4) Koyrikort til bólk B, vanligan bil, gevur rætt at koyra tey í § 7 nevndu akfør.
5) Koyrikort til bólk C, lastbil, og bólk D, stóran persónbil, gevur rætt at koyra øll akfør nevnd í §§ 8 og 9.
6) Koyrikort til bólk B/E, bólk B við stórum viðfestisakfari, gevur rætt at koyra tey í § 10, stk. 1, nr. 1, nevndu samansetingar av akførum, sbr. tó § 10, stk. 2.
7) Koyrikort til bólkarnar C-D/E, bólk C-D við stórum viðfestisakfari, gevur rætt at koyra allar samansetingar av akførum, nevndar í § 10.
8) Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning og koyrikort til traktor/motoramboð geva rætt at koyra tey í § 11, ávikavist í § 12 nevndu akfør.
Stk. 2. Koyrikort, sum verða givin út aftaná kunngerðin er komin í gildi, men har koyrifrálæran og próvdømingin er farin fram eftir higartil galdandi reglum, verða útgivin við koyrirætti eftir reglunum í stk. 1, nr. 1-8.
§ 97. Førarabræv til prutl, sum var galdandi áðrenn kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru, kom í gildi, er galdandi fyri koyring við lítlum prutli til 31. desember 2019.
Stk. 2. Gomul førarabrøv til prutl kunnu umbýtast við eitt koyrikort í ES sniði, sum er galdandi til lítið prutl og lýkur treytirnar í skjali 1 í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru. Fyri umbýti verður latið eitt gjald, sbrt. § 64 k, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini.
Samferðslumálaráðið, 26. september 2018
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
Ásetingar um útsjónd og innihald av koyrikorti o.tíl.
1. Koyrikortssnið
1.1. Koyrikortið verður útgivið í ES-sniði.
2. Útsjónd og innihald koyrikortsins
2.1. Koyrikortið hevur tvær síður.
3. Framsíðan á koyrikorti
3.1. Á framsíðuni í ovasta vinstra horni, eru landaeyðkennisbókstavirnir hjá útgávulandinum í einum bláum fýrhyrningi. Teir føroysku landaeyðkennisbókstavirnir eru FO.
3.2. Á framsíðuni ovast í miðjuni er orðið “KOYRIKORT” prentað við bláum stórum bókstavum.
3.3. Á framsíðuni í ovasta høgra horni, er orðið “FØROYAR” saman við búmerkinum hjá Akstovuni, prentað við bláum stórum bókstavum.
3.4. Í miðjuni, á framsíðuni í vinstru síðu er ein fotomynd av handhavanum.
3.5. Á framsíðuni í niðasta vinstra horni, er mynd av Merkinum, við hvítari bakgrund, reyðum krossi og bláari rond um krossin.
3.6. Í bakgrundini á framsíðuni er orðið "koyrikort" prentað á øllum evropeiskum málum.
3.7. Oman á framsíðuna, er lagdur ein trygdarfilmur við búmerkinum hjá Akstovuni í bakgrundini.
3.8. Á framsíðuni á koyrikortinum er upplýsingartilfar endurgivið í nummarrøð, við hesum innihaldi:
1. Eftirnavn hjá handhava
2. Fornavn/-nøvn hjá handhava
3. Føðingardagur og føðistað handhava. Føðistaðið verður bert endurgivið sum føðilandið.
4a. Útgávudagur koyrikortsins.
Ásetti dagurin er útgávudagurin fyri skjalprógvið. Útgávudagar fyri møguligar áður vunnar bólkar, er endurgivið í teigi 10 á baksíðuni á koyrikortinum.
4b. Lokadagur koyrikortsins.
Ásetti dagurin er lokadagurin fyri skjalprógvið. Tað kann fyri ein ella fleiri bólkar v.m. møguliga vera ásettir aðrir lokadagar (styttri gildistíð). Hesir eru ásettir á baksíðuni á koyrikortinum.
4c. Navnið á útgávumyndugleika. Í Føroyum er útgávumyndugleikin Akstovan.
4d. Tøkt.
5. Raðnummar á koyrikortinum.
6. Undirskrift handhava.
7. Postnummar og bygd/býur. Tað er ikki krav um, at bygd/býur skal ásetast.
8. Áseting av hvørjar bólkar koyrikortið gevur handhavanum rætt at koyra.
4. Baksíðan á koyrikortinum
4.1. Á baksíðuni í ovasta vinstra horni, er teigur 13 lagdur av, sum ein serligur teigur, ið kann verða nýttur av útlendskum koyrikortsmyndugleikum til áriting av ymiskum fyrisitingarligum ásetingum, um so er, at handhavin tekur bústað uttanlands og útlendski koyrikortmyndugleikin ikki krevur føroyska koyrikortið umbýtt. Hesin teigur verður ikki nýttur í Føroyum.
4.2. Í vinstru síðu á baksíðuni eru frágreiðingar til nummarrøðini 1, 2, 3, 4a, 4b, 4c, 4d, 5, 7, 8, 9 á framsíðuni á koyrikortinum og teigarnar 9, 10, 11 og 12 á baksíðuni á koyrikortinum.
4.3. Í vinstru síðu á baksíðuni millum nummar 3 og 4a, er í bakgrundini á koyrikortinum ein tekning av føroyakortinum. Harafturat er í bakgrundini á baksíðuni runt um teigarnar 9-12 orðið “koyrikort” prentað á øllum evropeiskum málum.
4.4. Á baksíðuni á koyrikortinum er upplýsingartilfar endurgivið í teigum við hesum innihaldi:
9. Teir í Føroyum nýttu koyrikortsbólkar. Koyrikortsbólkarnir eru endurgivnir lutvíst við bókstøvum, sostatt bólkarnir AM, A, B, C, D, BE, CE og DE, lutvíst við myndlýsingum.
10. Útgávudagur fyri hvønn bólk sær.
11. Lokadagur fyri hvønn bólk sær.
12. Ískoytis upplýsingar, eins og møguligar treytir og avmarkingar í koyrikortinum.
13. Teigur 12 fevnir harafturat um tann stóra teigin niðast á baksíðuni á koyrikortinum undir teigunum 9-12.
4.5. Oman á baksíðuna er lagdur ein trygdarfilmur við búmerkinum hjá Akstovuni í bakgrundini.
Skjal 2
Minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til
1. Allýsingar
1.1. Í hesum fylgiskjali verða førarar býttir í tveir flokkar:
1.1.1. Flokkur 1: Førarar av akførum í bólkunum AM, A, B, B/E og førarar av traktori/motoramboði.
1.1.2. Flokkur 2: Førarar av akførum í bólkunum C, C/E, D og D/E og harafturat førarar av akførum í bólkunum B og D, sum verða nýtt til vinnuligan fólkaflutning, eins og førarar, sum biðja um útgávu, endurnýggjan ella varðveitslu av koyrikorti við átekning um góðkenning sum koyrilærari.
1.2. Fyri handhavar av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólk B og koyrikort við átekning um góðkenning sum koyrilærari til bólkarnar A ella B, útgivið áðrenn 1. januar 2006, galda harumframt ásetingarnar í hesum skjali fyri førarar í flokki 1 í sambandi við umsókn um endurnýggjan av slíkum koyrikorti.
1.3. Hvør einstakur, sum biður um útgávu, endurnýggjan ella varðveitslu av koyrikorti, verður lutaður í tann flokk, har viðkomandi hoyrir heima, tá koyrikort er útgivið ella endurnýggjað.
1.4. Persónar, sum áðrenn 1. apríl 2005 høvdu koyrirætt til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) í flokki 2, kunnu tó til 1. august 2020 hvat viðvíkur krøvunum til sjónarstyrki, fáa endurnýggjað koyrikort til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) eftir teimum ásetingum, sum vóru galdandi áðrenn 1. apríl 2005. Henda endurnýggjan er bert galdandi í Føroyum, og verður átekning um hetta skrivað í koyrikortið.
1.5. Ásetingarnar í hesum skjali verða ikki nýttar til lítið prutl.
2. Sjónin – A
2.1. Tann sum biður um koyrikort, skal lata seg kanna av egnum lækna ella serlækna í eygnasjúkum fyri at tryggja, at sjónsansurin er nóg góður til, at viðkomandi kann koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til. Kanningin skal leggja serligan dent á: sjónarstyrki, sjónarvídd, skygni í myrkri, viðkvæmi fyri blindni, viðkvæmi við møti (kontrast), dupultsjón og annað sjónarvirkni, ið kann vera til vanda fyri ferðslutrygdina.
Flokkur 1
2.2. Útgáva, endurnýggjan og varðveitsla av koyrikorti hjá umsøkjara og førarum í flokki 1 er treytað av:
2.2.1. Umsøkjarin ella førarin skal, um neyðugt við rættleiðandi linsum, hava eina tvíoygda sjónarstyrki, sum í minsta lagi er 0,5 á báðum eygum samstundis.
2.2.2. Umsøkjarans ella førarans sjónarvídd, skal í vatnrættari flatu vera í minsta lagi 120o, og sjónarhornið skal í minsta lagi vera 50o til vinstru og høgru, og 20o í rætningi uppeftir og niðureftir. Tað má ikki vera útrás innan ein radius uppá 20o frá meginsjónarvíddini.
2.2.3. Við sjúku í eygunum, sum er í menning, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í eygnasjúkum og við treyt um tíðaravmarking fyri einstaklingin.
2.2.4. Við blindni í øðrum eyganum (monokuler sjón) ella dupultsjón, skal sjónarstyrkin á síggjandi eyganum, í minsta lagi vera 0,5, møguliga við rættleiðandi linsum. Egin lækni ella serlækni í eygnasjúkum skal vátta, at sjónin við tí eina eyganum, hevur verið so leingi, at viðkomandi hevur vant seg við tað, eins og sjónarvíddin á tí fríska eyganum lýkur krøvini í litra b.
2.2.5. Ein tilburður av dupultsjón, ið nýliga er staðfestur ella mist sjón á øðrum eyganum, eigur at vera avloyst av einum ásettum tíðarskeiði fyri einstaklingin, har koyring ikki er loyvd. Koyring kann vera loyvd aftur eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í eygnasjúkum, við treyt um, at umsøkjarin fremur eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd á nøktandi hátt.
2.2.6. Í heilt serligum førum, kann koyrikort verða útgivið, hóast umsøkjarin ikki lýkur krøvini til sjónarvídd og sjónarstyrki, um tað í málinum er eitt ummæli frá egnum lækna ella serlækna í eygnasjúkum, sum hava staðfest, at sjónarvirkni ikki er minka, sum til dømis blindni, viðkvæmi við møti og skygni í skýming og við tí treyt, at umsøkjarin hevur framt eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd á nøktandi hátt.
Flokkur 2
2.3. Útgáva, endurnýggjan ella varðveitsla av koyrikorti fyri umsøkjarar og førarar í flokki 2, er treytað av læknakanning, sum skal tryggjað, at hesar treytir eru loknar:
2.3.1. Umsøkjarin ella førarin skal, møguliga við rættleiðandi linsum, hava eina sjónarstyrki, sum í minsta lagi 0,8 á tí betra eyganum og í minsta lagi 0,1 á tí veikara eyganum. Rættleiðing av sjónini við nýtslu av brillum má ikki vera hægri enn pluss átta dioptriir. Rættleiðingin eigur at kunna tolast væl.
2.3.2. Umsøkjarans ella førarans sjónarvídd, skal í vatnrættari flatu vera í minsta lagi 160o, og sjónarhornið skal í minsta lagi vera 70o til vinstru og høgru, og 30o í rætningi uppeftir og niðureftir. Tað má ikki vera útrás innan ein radius uppá 30o frá meginsjónarvíddini.
2.3.3. Umsøkjarin ella førarin má ikki hava skert viðkvæmi við møti (kontrast) ella hava dupultsjón.
2.3.4. Ein álvarssamur tilburður við mistari sjón á øðrum eyganum, eigur at vera avloystur av einum ásettum tíðarskeiði fyri einstaklingin, har koyring ikki er loyvd. Koyring kann vera loyvd aftur eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í eygnasjúkum, við treyt um, at umsøkjarin fremur eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd á nøktandi hátt.
3. Hoyrnin – B
3.1. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum í flokki 2 eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í oyrna-, nasa- og hálsasjúkum um stig av skerdari hoyrn og hvønn týdning hetta hevur fyri hoyrievnini. Við kanningina skal læknin serliga ummæla, hvør tilgerð á besta hátt kann viga upp ímóti skerdu hoyrnini, so sum hoyritól ella spegl á akfarinum.
4. Ferðugleiki – C
4.1. Koyrikort má hvørki vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum bera sjúku ella avlaging í gongu- og handalimum, og sum ger tað hættisligt at lata viðkomandi koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til.
Flokkur 1
4.2. Við kropsligt brek, kann koyrikort vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, møguliga við serligum treytum, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í ortopedkirurgi, reumatologi ella aðrari viðkomandi sergrein. Ummælið skal taka støði í eini læknaligari meting av sjúkuni ella avlagingini hjá viðkomandi. Tá tað hevur týdning, skal ummælið hava ískoyti við tilskilan av, hvussu akfarið kann vera tillagað føraranum, og/ella um ortopediskur hjálparlimur (protesta) skal vera nýtt, um staðfest verður, at koyringin við hjálparlimi kann fara fram á trygdargóðan hátt. Ummælið kann mæla til eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd.
4.3. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við sjúku, sum er í menning, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í ortopedkirurgi, reumatologi ella aðrari viðkomandi sergrein, við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, fyri at meta um umsøkjarin ella førarin framvegis uttan vanda kann koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til.
4.4. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt uttan krav um serliga tíðaravmarking, tá javnvág er í brekinum.
Flokkur 2
4.5. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt samsvarandi ásetingunum fyri flokk 1. Læknin skal serliga meta um teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring við akførum í hesum flokki.
5. Hjarta- og æðrasjúkur – D
5.1. Hjarta- og æðratrupulleikar ella –sjúkur, sum brádliga kunnu ávirka heilavirknið, eru ein vandi fyri ferðslutrygdina og kunnu føra til, at koyring av motordrivnum akfari má steðgast fyribils ella varandi.
Flokkur 1
5.2. Hjá umsøkjarum ella førarum av akførum í flokki 1, sum hava hesar sjúkur í hjartanum ella æðrunum, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein, tá sjúkan er væl viðgjørd, og um neyðugt við ásettari tíðaravmarking fyri einstaklingin:
5.2.1. Órógv í hjartarytmuni, undir hesum bradyaritmi (seinur pulsur – sjúkur sinusknútur og órógv í hjartaleidningunum) og takyarytmi (skjótur pulsur – supraventrikulerar ella ventrikulerar arytmiir), sum hava ført til eitt ella fleiri svímilsir (synkopur).
5.2.2. Órógv í hjartarytmuni, ið vísa seg sum takyarytmi (skjótur pulsur – supraventikulerar ella ventrikulerar) við bygnaðarligari hjartasjúku og varandi ventrikulerari takykardi (VT).
5.2.3. Sjúkueyðkenni fyri bringutak (angina pectoris).
5.2.4. Íseting ella skifti av hjartastartara (defibrillator) ella tilætlaður ella ótilætlaður stoytur frá hjartastartara.
5.2.5. Svímilsi (synkopa – missur av vitinum, eyðkent av at tilburðurin kemur knappliga og varir stutt, við betring sum kemur av eintingum) uttan tekin til undirliggjandi hjartasjúku.
5.2.6. Akutt koronar syndrom (óstøðugt angina pectoris og blóðtøppur í hjartanum).
5.2.7. Støðugt bringutak (stabil angina), um tað ikki eru sjúkueyðkenni við lættari motión.
5.2.8. Perkutan koronar interventión (PCI, inntriv í krúnlívæðrunum í hjartanum).
5.2.9. Koronar hjárás (CABG, bypass-skurðviðgerð í krúnlívæðrarnar í hjartanum).
5.2.10. Blóðtøppur í heilanum (herundir transitoriskt iskemiskt herðindi – TIA) ella heilabløðing.
5.2.11. Hjartaviknaður (-insufficiens), um virkisstøði er svarandi til New Heart Associations (NYHA) virkisflokk I, II ella III.
5.2.12. Hjartaflutningur (-transplantatión).
5.2.13. Ísett hjartapumpa ella hjálpareind í vinstra hjartainnrúmi.
5.2.14. Skurðviðgjørd hjartaloka.
5.2.15. Týðiliga hækkað blóðtrýst (hypertensión), sum er ein hækking av systoliska blóðtrýstinum til ≥ 180 mmHg ella diastoliska blóðtrýstinum til ≥ 110 mmHg, samstundis sum tað eru eftirsjúkur, ið eru hóttandi ella í menning orsakað av hækkaða blóðtrýstinum.
5.2.16. Íborin hjartasjúka.
5.2.17. Hypertrofisk kardiomyopati, um sjúkan ikki hevur ført til svímilsi (synkopu).
5.2.18. Serligar sjúkur við órógvi í hjartarytmuni: Langt QT-syndrom við svímilsi (synkopu), torsades de pointes ella longt QT-millumbil (QTc > 500 ms)
5.3. Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum í flokki 1, ið eru sjúkir av hesum hjarta- og æðrasjúkum, sum eru ein serligur vandi fyri ferðslutrygdina:
5.3.1. Perifer vaskuler sjúka, undir hesum víðka høvuðspulsæðr (aortaaneurisma) í bringu ella búki, tá tvørmátið á høvuðspulsæðrini er so stórt, at tað er álvarsamur vandi fyri at hon skrædnar (ruptur) og førir til knappligt avlamni.
5.3.2. Hjartaviknan (-insufficiens), um sjúklingurin er í NYHA flokki IV.
5.3.3. Sjúk hjartaloka, ið førir til týðandi leka (aortainsufficiens, mitralinsufficiens), ella tronga (aortastenosa, mitralstenosa), um virkisføri svarar til NYHA flokk IV, ella um tað hava verið tilburðir við svímilsi (synkopu).
5.3.4. Brugada syndrom við svímilsi (synkopu) ella um knappligur hjartadeyði er hindraður.
5.4. Koyrikort kann í serligum førum verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá førarum, sum hava tær í nr. 5.3. nevndu sjúkur, um tað er hóskandi grundgivið við einum læknaligum ummæli og við treyt um ásettari tíðaravmarking fyri einstaklingin, við tí endamáli áhaldandi at tryggja, at førarin er førur fyri at koyra trygt, við atliti til hvørja ávirkan medisinska støðan hevur á einstaklingin.
Flokkur 2
5.5. Hjá umsøkjarum ella førarum av akførum í flokki 2, sum hava hesar sjúkur í hjartanum ella æðrunum, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein, tá sjúkan er væl viðgjørd, og um neyðugt við ásettari tíðaravmarking fyri einstaklingin:
5.5.1. Órógv í hjartarytmuni, undir hesum bradyarytmi (seinur pulsur – sjúkur sinusknútur og órógv í hjartaleidningunum) og takyarytmi (skjótur pulsur – supraventrikulerar- ella ventrikulerar arytmiir), sum hava ført til eitt ella fleiri svímilsir (synkopur).
5.5.2. Órógv í hjartarytmuni, ið førir til seinan puls (bradyarytmiir), sjúkan sinusknút og órógv í hjartaleidningunum við atrioventrikulerum (AV) blokki á øðrum stigi (Mobitz typa II AV blokk), AV-blokki á triðja stigi ella skiftandi greinblokki.
5.5.3. Órógv í hjartarytmuni, ið vísa seg sum takyarytmi (supraventikulera ella ventrikulera artymi) við bygnaðarligari hjartasjúku og varandi ventrikulerari takykardi (VT).
5.5.4. Órógv í hjartarytmuni, ið føra til skjótan puls (supraventrikulerar ella ventriklulerar takyarytmiir) við polymorf ikki-varandi ventrikulerari takykardi (VT), varandi ventriklulerari takykardi ella um læknalig grund (indikatión) er fyri hjartastartara (defibrillator).
5.5.5. Sjúkueyðkenni fyri bringutak (angina pectoris).
5.5.6. Íseting ella skifti av støðugum hjartakvikili (pacemaker).
5.5.7. Svímilsi (synkopa – missur av vitinum, eyðkent av at tilburðurin kemur knappliga og varir stutt, við betring sum kemur av eintingum) uttan tekin til undirliggjandi hjartasjúku.
5.5.8. Akutt koronar syndrom (óstøðug angina pectoris og blóðtøppur í hjartanum).
5.5.9. Støðugt bringutak (stabil angina), um tað ikki eru sjúkueyðkenni við lættari motión.
5.5.10. Perkutan koronar interventión (PCI, inntriv í krúnlívæðrarnar í hjartanum).
5.5.11. Koronar hjárás (CABG, bypass-skurðviðgerð í krúnlívæðrunum í hjartanum).
5.5.12. Blóðtøppur í heilanum (herundir transitoriskt iskemiskt herðindi - TIA) ella heilabløðing.
5.5.13. Týðandi trongi á hálslívæðrini (carotisstenosa).
5.5.14. Størsta tvørmát á høvuðspulsæðrini er yvir 5,5 cm.
5.5.15. Hjartaviknaður (-insufficiens), har førarin er í NYHA-flokki I ella II, treytað av at “ejektiónsfraktiónin” í vinstra hjartainnrúmi í minsta lagi er 35 prosent.
5.5.16. Hjartaflutningur (-transplantatión).
5.5.17. Skurðviðgjørd hjartaloka.
5.5.18. Týðiligt hækkað blóðtrýst (hypertensión), sum er ein hækking av systoliska blóðtrýstinum til ≥ 180 mmHg ella diastoliska blóðtrýstinum til ≥ 110 mmHg, samstundis sum tað eru eftirsjúkur, ið eru hóttandi ella í menning orsakað av hækkaða blóðtrýstinum.
5.5.19. Hækkað blóðtrýst á 3. stigi (diastoliskt blóðtrýst ≥ 110 mmHg og/ella systoliskt ≥ 180 mmHg).
5.5.20. Íborin hjartasjúka.
5.6. Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum í flokki 2, ið eru sjúkir av hesum hjarta- og æðrasjúkum, sum eru ein serligur vandi fyri ferðslutrygdina:
5.6.1. Ísettur hjartastartari (ICD-eind).
5.6.2. Perifer vaskuler sjúka, undir hesum víðka høvuðspulsæðr (aortaaneurisma) í bringu ella búki, tá tvørmátið á høvuðspulsæðrini er so stórt, at tað er álvarsamur vandi fyri at hon skrædnar (ruptur) og førir til knappligt avlamni.
5.6.3. Hjartaviknaður (-insufficiens), um førarin er í NYHA-flokki III ella IV.
5.6.4. Ísett hjartapumpa ella hjálpareind í vinstra hjartainnrúmi.
5.6.5. Sjúk hjartaloka og sjúkueyðkenni ið svara til NYHA flokk III ella IV, ella um “ejektiónsfraktión” (EF) er minni enn 35 prosent, tronga mitralloku (mitralstenosa) og álvarsama pulmonala hypertensión ella um ekkokardiografi vísir álvarslig tekin um tronga aortaloku ella trong aortaloka, ið førir til synkopu. Reglan er ikki galdandi við fullkomiliga asymptomatiska álvarsama tronga aortaloku, um krøvini um arbeiðsroynd í “Vejledning om vurdering af helbredskrav til førere af motorkøretøjer” hjá Sundhedsstyrelsen eru lokin.
5.6.6. Bygnaðarligar og elektriskar kardiomyopatiir – hypertrofisk kardiomyopati um svímilsi áður hava verið, ella um tvey ella fleiri av fylgjandi eyðkennum eru til staðar: Um veggurin á vinstra hjartainnrúmi er > 3 cm tjúkkur, ikki-varandi ventrikuler takykardi, tilburður av knappligum deyða í familjuni (næstrafólk í fyrsta ættarliði), um blóðtrýstið ikki hækkar undir aktiviteti.
5.6.7. Langt QT-syndrom við svímilsi (synkopu), torsades de pointes og longt QT-millumbil (QTc > 500 ms).
5.6.8. Brugada syndrom við synkopu ella um knappligur hjartadeyði er hindraður.
5.7. Koyrikort kann í serligum førum verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá førarum, sum hava tær í nr. 5.6. nevndu sjúkur, um tað er hóskandi grundgivið við einum læknaligum ummæli og við treyt um ásettari tíðaravmarking fyri einstaklingin, við tí endamáli áhaldandi at tryggja, at førarin er førur fyri at koyra trygt, við atliti til hvørja ávirkan medisinska støðan hevur á einstaklingin.
Aðrar hjartavøddasjúkur
5.8. Hjá umsøkjarum og førarum við væl lýstum sjúkum í hjartavøddanum (t.d. arytmogen høgra ventrikul kardiomyopati(ARVC), non-compaction kardiomyopati (NCCM), katekolaminerg polymorf ventrikuler takykardi (CVPT) og stutt QT-syndrom ella nýggjar sjúkur í hjartavøddinum, ið komið verður eftir, kann koyrikort bert verða útgivið eftir eina nágreiniliga meting frá serlækna í viðkomandi sergrein. Í tí sambandi skal læknin meta um vandan fyri knappligar skaðatilburðir og hædd skal takast fyri útlitinum fyri sermerktu sjúkuni í hjartavøddanum.
6. Diabetes – E
6.1. Í pørtunum niðanfyri, verður álvarsliga lágt blóðsukur (hypoglykæmi), allýst sum ein støða, ið krevur hjálp frá einum øðrum persóni. Ein persónur verður mettur at líða av afturvendandi álvarsliga lágum blóðsukri (recidiverandi hypoglykæmi), tá viðkomandi hevur havt meira enn ein tilburð av álvarsliga lágum blóðsukri, í einum tíðarskeiði á 12 mánaðir.
Flokkur 1
6.2. Koyrikort kann bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum við diabetes, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í internum medisini við serligum kunnleika til diabetes.
6.3. Koyrikort verður útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum við diabetes, sum verður viðgjørt við heilivági, við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, sum í mesta lagi er 5 ár. Ein umsøkjari ella førari, sum verður viðgjørdur við heilivági, sum hevur við sær vanda fyri tilburði við lágum blóðsukri (hypoglykæmi), skal sanna, at viðkomandi skilir vandan í sambandi við lágt blóðsukur, og er førur fyri sjálvur at hava eftirlit við sjúkuni á ein nøktandi hátt. Koyrikort kann hvørki verða útgivið, varðveitt ella endurnýggjað hjá førarum, sum ikki á nøktandi hátt viðurkenna sjúkustøðuna.
6.4. Koyrikort kann bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum líða av afturvendandi álvarsliga lágum blóðsukri, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í internum medisini við serligum kunnleika til diabetes og við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin. Hjá umsøkjarum ella førarum við afturvendandi álvarsliga lágum blóðsukri í vøku, kann koyrikort í fyrsta lagi verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt tríggjar mánaðir eftir seinasta tilburð.
6.5. Í serligum førum kann koyrikort verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, um tað er hóskandi grundgivið við einum læknaligum ummæli og við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, við tí endamáli áhaldandi at tryggja, at førarin er førur fyri at koyra trygt, við fyriliti fyri virknaði av viðgerðini við heilivági.
Flokkur 2
6.6. Koyrikort kann, eftir reglunum fyri flokk 1, sbr. nr. 6.2.-6.5., verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum við diabetes, ið ikki er viðgjørt við heilivági, sum hevur við sær vanda fyri tilburði við lágum blóðsukri (hypoglykæmi).
6.7. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum við diabetes, ið er viðgjørt við heilivági, sum hevur við sær vanda fyri tilburði við lágum blóðsukri (tvs. insulin og/ella møguliga øðrum heilivági), við støði í einum ummæli frá serlækna í internum medisini við serligum kunnleika til diabetes ella egnum lækna, um tað er hesin, sum viðger og kannar umsøkjarans ella førarans diabetessjúku.
6.8. Við útgávu, endurnýggjan ella varðveitslu av koyrikorti eftir nr. 6.7., skal tað ásetast treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, sum í mesta lagi 3 ár undir hesum fortreytum:
6.8.1. Tað hevur ikki verið tilburður av álvarsliga lágum blóðsukri, seinasta 12 mánaðar tíðarskeiðið.
6.8.2. Umsøkjarin ella førarin kann fata og reagera upp á ávaringar um sjúkueyðkenni fyri nærverandi lágt blóðsukur.
6.8.3. Umsøkjarin ella førarin við læknakanningina sannar, at vera førur fyri sjálvur at hava eftirlit við sjúkuni við regluligum mátingum av blóðsukurhæddini, í minsta lagi 2 ferðir dagliga og í tíðarbilum, tá viðkomandi skal koyra.
6.8.4. Umsøkjarin ella førarin við læknakanningina sannar, at hann skilur vandan í sambandi við lágt blóðsukur.
6.8.5. Tað eru ikki aðrar eftirsjúkur (t.d. sjónviknan, nervasjúka (neuropati) ella kognitiv viknan) í sambandi við diabetessjúkuna, sum kunnu føra við sær týðandi vanda fyri ferðslutrygdina.
7. Nervasjúkufrøðiligar sjúkur (steðgandi andadráttur í svøvni, epilepsi v.m) – F
7.1. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava nervasjúkufrøðiligar sjúkur, ið viðføra kognitiv ella kropslig sjúkueyðkenni, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, um so er, at umbønin er stuðlað av einum læknaummæli. Har annað ikki er ásett, skal ummælið vera givið av einum serlækna í nervasjúkufrøði. Er vandi fyri, at sjúkan versnar, verður koyrikort útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin. Í hesum sambandi, skal læknin í síni meting taka hædd fyri vandanum fyri menning í nervasjúkufrøðiligum óvirkni, sum er orsakað av sjúkum, løstum ella skurðviðgerðum í meginnervalagnum ella í tí perifera nervalagnum, og sum kunnu viðføra kognitiv óvirkni ella funktiónsóvirkni, herundir ávirkan á rørslur, kenslur, balansur og koordinatión.
Sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni (Obstruktivt søvnapnøsyndrom)
7.2. Hóvligt ella ringt sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni kann elva til týðiliga møði um dagin. Hóvligt sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni, svarar til eitt tal av “apnøum” og “hypnøum” fyri hvønn tíma (AHI) millum 15 og 29, meðan ringt sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni svarar til eitt AHI, sum er 30 ella meiri.
7.3. Umsøkjarar ella førarar, ið stríðast við týðiliga møði um dagin, sum verður hildið at standast av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni, skulu kannast av egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein, áðrenn koyrikort kann verða útgivið ella endurnýggjað. Tey kunnu vera rádd til, at lata vera við at koyra, til sjúkuavgerðin er sannað, um tað verður mett, at møðin um dagin hevur ávirkan á evnini at koyra motorakfar á nóg tryggan hátt.
7.4. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, ið líða av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni við týðiligari møði um dagin, um tey við eini læknaváttan kunnu skjalprógva, at tey hava nøktandi tamarhald á møðini, fylgja eini hóskandi viðgerð og verða mett at kunna koyra trygt.
Flokkur 1
7.5. Koyrikort verður útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, ið líða av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni við týðiligari møði um dagin, við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, sum í mesta lagi er 3 ár.
7.6. Umsøkjarar ella førarar, ið líða av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni við týðiligari møði um dagin, skulu til læknakanningar við jøvnum millumbili, ið ikki er meiri enn 3 ár, við tí í hyggju at staðfesta, um tey hava nøktandi eftirlit við sjúkuni, fylgja tí røttu og nøktandi viðgerðini, um tey skulu halda á við viðgerðini, og um tey verða mett at kunna koyra trygt.
Flokkur 2
7.7. Koyrikort verður útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, ið líða av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni við týðiligari møði um dagin, við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, sum í mesta lagi er 1 ár.
7.8. Umsøkjarar ella førarar, ið líða av týðiligari møði um dagin, ið stendst av hóvligum ella ringum sjúkueyðkenni fyri steðgandi andadrátt í svøvni, skulu til læknakanningar við jøvnum millumbili, ið ikki er longri enn 1 ár, við tí í hyggju at staðfesta, um tey hava nøktandi eftirlit við sjúkuni, fylgja tí røttu og nøktandi viðgerðini, um tey skulu halda á við viðgerðini, og um tey verða mett at kunna koyra trygt.
Epilepsi
7.9. Herðindi av epilepsi og onnur álvarssom tilvitskuóløg eru ein týðandi vandi fyri ferðslutrygdina, um herðindini berast á, meðan førarin koyrir eitt motordrivið akfar.
7.10. Epilepsi verður allýst sum ein støða, har ein persónur hevur havt tvey ella fleiri epileptisk herðindi í einum tíðarskeiði, sum er minni enn 5 ár. Eitt provokerað epileptiskt herðindi verður allýst sum eitt herðindi, sum eftir øllum at døma stendst av eini kendari orsøk, sum kann umgangast.
Flokkur 1
7.11. Hjá umsøkjarum ella førarum við epilepsi, kann koyrikort bert verða útgivið ella varðveitt, eftir 1 ár uttan fleiri tilburðir. Sama er galdandi eftir skurðviðgerð fyri epilepsi.
7.12. Hjá umsøkjarum ella førarum við epilepsi, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin, til umsøkjarin ella førarin hevur verið uttan tilburð í minsta lagi í 5 ár.
7.13. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava epilepsi og sum bert hava havt herðindi, meðan sovið verður, kann koyrikort tó vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, tá hetta mynstrið av herðindum hevur vart í einum tíðarbili, sum í minsta lagi er 1 ár. Hetta skal váttast av egnum lækna ella serlækna í nervasjúkufrøði.
7.14. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava epilepsi, og sum bert hava havt herðindi, har tað er próvfast, at herðindi hvørki hevur ávirkað vitið ella ført við sær skerd evni at virka, kann koyrikort harumframt vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, tá hetta mynstrið av herðindum hevur vart í einum tíðarskeiði, sum í minsta lagi er 1 ár. Hetta skal váttast av egnum lækna ella serlækna í nervasjúkufrøði.
7.15. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt eitt einstakt provokerað epileptisk herðindi orsakað av eini kendari provokerandi atvold, sum eftir øllum sannlíkindum ikki vil koma fyri undir koyring, kann koyrikort vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá serlækna í nervasjúkufrøði ella nervaskurðfrøði.
7.16. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt eitt einstakt óprovokerað epileptiskt herðindi, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, eftir eitt tíðarskeið á í minsta lagi 6 mánaðir uttan herðindir og við støði í eini læknaligari meting. Koyrikort kann tó verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, áðrenn hetta tíðarskeið, um so er, at góð útlit tala fyri hesum.
7.17. Við stigvísa minking eftir boðum frá lækna ella við stigvísa minking av herðindifyribyrgjandi viðgerð eftir boðum frá lækna, kann læknin ráða føraranum til ikki at koyra frá tí tíðarskeiði, tá stigvísa minkingin byrjar eftir boðum frá lækna og eftir hetta í 6 mánaðir frá tí tíðarskeiði, tá herðindifyribyrgjandi viðgerðin er endað. Koyrikort kann bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, eftir at tíðarskeiðið uttan koyring, sbr. pkt. 1, er lokið. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt eitt epileptiskt herðindi, sum avleiðing av heilivágsbroyting eftir boðum frá lækna, stigvísa minking eftir boðum frá lækna ella steðg í herðindifyribyrgjandi viðgerð, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir eitt tíðarskeið uppá 3 mánaðir eftir, at áður úrslitagóð herðindifyribyrgjandi viðgerð er tikin upp aftur.
7.18. Hevur ein umsøkjari ella førari mist vitið í øðrum førum enn teimum í nr. 7.11.-7.14. nevndu, kann koyrikort verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við støði í einum ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein, um vandan fyri endurtøku undir koyring.
Flokkur 2
7.19. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava epilepsi, kann koyrikort bert verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir eitt tíðarskeið uttan herðindi, sum í minsta lagi er 10 ár uttan herðindifyribyrgjandi viðgerð. Umsøkjarin ella førarin skal skjalprógva at hava verið til regluligt eftirlit hjá egnum lækna ella serlækna í nervasjúkufrøði. Ein nervasjúkufrøðilig serlæknakanning má ikki hava víst nakað slag av sjúkueyðkenni í heilanum (cerebral patologi), og eitt elektroencefalografi (EEG) má ikki hava víst nakað slag av epileptiskum virksemi. Koyrikort kann tó verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, um so er, at góð útlit tala fyri hesum.
7.20. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt eitt einstakt óprovokerað epileptiskt herðindi, kann koyrikort vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir eitt tíðarskeið uttan herðindi í 5 ár, uttan herðindifyribyrgjandi viðgerð og eftir ummæli frá serlækna í nervasjúkufrøði. Koyrikort kann tó verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, áðrenn hetta tíðarskeið, um so er, at góð útlit tala fyri hesum.
7.21. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt eitt einstakt provokerað epileptiskt herðindi orsakað av eini kendari provokerandi atvold, sum eftir øllum sannlíkindum ikki vil koma fyri undir koyring, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá serlækna í nervasjúkufrøði ella nervaskurðfrøði. Til staðar skal vera eitt EEG og ein nervasjúkufrøðilig serlæknakanning.
7.22. Hjá umsøkjarum ella førarum, ið hava havt annað álvarssamt tilvitskuólag, herundir hava mist vitið, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein. Vandin fyri endurtøku eigur at verða mettur at vera í mesta lagi 2% um árið.
7.23. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava órógv, ið førir við sær øktan vanda fyri herðindi (t.d. arteriuvenøsa avlagan, intracerebrala bløðing, bygnaðarligan intracerebralan skaða ella onnur bygnaðarlig viðurskifti), óansæð fyribrigdi av herðindi, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá serlækna í nervasjúkufrøði ella nervaskurðfrøði. Vandin fyri herðindi eigur at verða mettur at vera í mesta lagi 2% um árið.
8. Sinnisligar sjúkur ella veikleikar – G
8.1. Kanningar av kognitivum funktiónsstøði (urskivukanning og at minnast orð) eru kravdar tá koyrikort verður endurnýggjað frá 70 ára aldri fyri koyrikort í flokki 2 og frá 75 ára aldri fyri koyrikort í flokki 1, men skal eisini fremjast fyri onnur, har grundaður illgruni er um viknað kognitivt funktiónsstøði.
8.2. Við kognitiva viknan, skal umsøkjarin ella førarin vera ávístur av egnum lækna ella serlækna í sálarsjúkum/geriatri ella í nervasjúkum til eina vegleiðandi heilsuliga roynd.
Flokkur 1
8.3. Koyrikort kann bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein og møguliga við treyt hjá umsøkjarum og førarum, um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin,
8.3.1. sum hava álvarsamt sinnisligt ólag, viðføtt ella komið av sjúkum, skaðum ella nervaskurðsfrøðiligum inntrivi,
8.3.2. sum eru álvarsliga andliga brekaði,
8.3.3. sum hava álvarssama ellisviknan, eitt álvarsligt viknað dømievni, atferð ella tillagingarevni, sum er knýtt at persónmenskuni.
Flokkur 2
8.4. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt samsvarandi ásetingunum í flokki 1. Egin lækni ella serlækni í viðkomandi sergrein skal serliga ummæla teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring við akførum í hesum flokki.
9. Rúsdrekka, rúseitur og heilivágur – H
Rúsdrekka
9.1. Nýtsla av rúsdrekka er ein týðandi vandi fyri ferðslutrygdina. Orsakað av álvarseminum við trupulleikanum, má tað frá lækna síðu verða víst størsta eftiransni.
Flokkur 1
9.2. Koyrikort má hvørki vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum eru bundnir av rúsdrekkanýtslu, ella sum ikki kunnu skilja í millum koyring við motordrivnum akfari, sum koyrikort krevst til, og nýtslu av rúsdrekka.
9.3. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava verið tráir drykkjumenn (alkoholafhængighedssyndrom), kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir eitt tíðarbil, har tað er próvfast, at teir hava verið fráhaldandi, og eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í sálarfrøði, við treyt um ásetta tíðarfreist fyri einstaklingin.
Flokkur 2
9.4. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt samsvarandi ásetingunum í flokki 1. Læknin skal ummæla teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring við akførum í hesum flokki.
Rúseitur og heilivágur
Misnýtsla
9.5. Koyrikort má hvørki vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum regluliga nýta dusandi evni ella onnur evni, sum ávirka sinnið, uttan mun til hvønn koyrikortbólk biðið verður um.
Reglulig nýtsla
Flokkur 1
9.6. Koyrikort má hvørki vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum regluliga nýta dusandi evni ella heilivág fyri sinnið, uttan mun til slag, tá hesi kunnu skerja evnini hjá viðkomandi at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, uttan váða, og um nýtslan er so stór, at hon ávirkar koyringina skeiva vegin. Sama ger seg galdandi fyri allan annan heilivág ella blandingar av heilivági, sum ávirka evnini at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til.
Flokkur 2
9.7. Koyrikort kann vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt samsvarandi ásetingunum í flokki 1. Læknin skal serliga ummæla teir eyka vandar, ið eru tengdir at førarum, ið regluliga nýta dusandi evni ella onnur evni, sum ávirka sinnið og koyra akfør, ið eru partur av hesum flokki.
10. Nýrasjúkur – I
Flokkur 1
10.1. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum eru sjúkir av álvarsomum nýrasvíkvirki (-insuffi-ciens), kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í internum medisini og við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin.
Flokkur 2
10.2. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum eru sjúkir av álvarsomum nýrasjúkum, ið ikki bøtast, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt í serligum førum eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í internum medisini og við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin.
11. Annað (vevnaðarflutningur) – J
11.1. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava aðrar sjúkur enn tær, sum eru nevndar í litra A-I, og sum kunnu skerja evnini til á trygdargóðan hátt at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein og um neyðugt við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin.
Vevnaðarflutningur
Flokkur 1
11.2. Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava fingið vevnaðarflutt yrkisgøgn ella vevnaðarísett eftirgjørd yrkisgøgn, sum kunna ávirka evnini at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, kann koyrikort verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í viðkomandi sergrein og um neyðugt við treyt um ásetta tíðaravmarking fyri einstaklingin.
Flokkur 2
11.3. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt samsvarandi ásetingunum í flokki 1. Læknin skal serliga ummæla teir eyka vandar, ið eru tengdir at førarum, sum hava fingið vevnaðarflutt yrkisgøgn ella vevnaðarísett eftirgjørd yrkisgøgn, og koyra akfør, ið eru partur av hesum flokki.
Skjal 3 3)
Ásetingar fyri nýtslu av lesiætlanum í koyriútbúgvingini
1. Endamál við lesiætlanini
1.1. Lesiætlanin er kunningartilfar til koyrinæmingin um frálærugongdina, sum avtala er gjørd um. Koyrinæmingur og koyrilærari skulu nær tað skal vera kunna síggja í lesiætlanini, hvar í frálærugongdini næmingurin er staddur.
1.2. Akstovan skal nýta lesiætlanina sum eitt amboð til eftirlit við, um ásetingarnar fyri koyriútbúgvingini eru fylgdar.
2. Lógarkrøv o.a.
2.1. Lesiætlanin skal tilevnast samsvarandi ásetingunum í § 22, § 25, og § 26, stk, 2, og við støði í tí frálæruætlan ella teimum frálæruætlanum, sum er(u) viðkomandi fyri ta ella tær frálæruætlan(ir) talan er um, eins og møguligar vegleiðingar fyri læraran í frálæruætlanunum.
2.2. Lesiætlanin skal harumframt tilevnast soleiðis, at meginreglurnar fyri koyriútbúgving
verða hildnar, sbr. nr. 3.
2.3. Tað eru fyrst og fremst viðurskifti og evni einstaka koyrinæmingsins, ið eru avgerandi fyri, hvussu nógvar skúlatímar - útyvir teir í minsta lagi ásettu skúlatímarnar - ið koyrinæmingurin skal hava, áðrenn verkliga royndin kann verða framd. Tað kravda minsta tímatalið kann sostatt ikki nýtast sum málføri fyri eini vanligari frálærugongd. Koyrinæmingurin hevur vanliga tørv á fleiri skúlatímum.
3. Meginreglur fyri koyriútbúgvingini o.a.
3.1. Koyrifrálæran skal venda sær móti útbúgvingini og ikki móti royndini.
3.2. Frálæran skal fylgja býtinum í partar í frálæruætlanini. Møguleiki er tó fyri at víkja frá hesi meginreglu í minni mun. Vavið av frávikum og toyggið kemur lutvíst til sjóndar í frálæruætlanunum, lutvíst í vegleiðingini til læraran fyri viðkomandi bólk.
3.3. Koyrinæmingurin skal alla tíðina leiðast frá lættari til truplari venjingar og skal harumframt hava møguleika fyri endurtøku av undanfarnum venjingum, so at vanda atferðin verður fest og styrkt.
3.4. Ein skúlatími, ið ikki er framdur nøktandi, skal endurtakast og takast uppaftur í slíkan mun, at koyrinæmingurin kann fremja skúlatíman við nøktandi úrsliti. Næmingurin kann í fyrsta lagi eftir hetta halda á við næstu venjing.
3.5. Frálæran í ástøði og verklig frálæra skulu fella inn í eina heild. Tí skal frálæran í venjing/koyring á vegi verða løgd soleiðis tilrættis, at koyrinæmingurin áðrenn verður kunnaður um ástøðiliga partin av einum evni ella venjing og í framhaldi av hesum fremur verkligu venjingarnar í sama evni ella koyring.
4. Krøv um tilevning av lesiætlan
4.1. Fyri hvønn koyrinæming verða gjørd 2 eins eintøk av lesiætlanini.
4.2. Lesiætlanin skal vera løtt at skilja og má ikki vera gjørd av leysum ørkum.
4.3. Lesiætlanin skal í byrjanini geva upplýsingar um navn, bústað, føðingardag og telefonnummar hjá koyrinæmingi og navn, bústað, og telefonnummar hjá koyrilærara. Upplýst verður eisini, um aðrir koyrilærarar undirvísa næminginum.
4.4. Navnið á frálærandi koyrilærara kann í staðin verða nevnt í beinleiðis sambandi við hvønn av fylgjandi ætlaðum skúlatímum. Um so er, at undirskrivt koyrilærarans er í byrjanini á lesiætlanini, har upplýsingar um frálærandi koyrilærarar eru, er tað nokk, at tað við hvønn einstakan skúlatíma bert stendur ein undirskrift.
4.5. Harafturat skal í byrjanini á lesiætlanini verða ásett, hvussu nógvar tímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) koyrinæmingurin í minsta lagi skal gjøgnumføra í útbúgvingargongdini og í hvørjum tíðarskeiði frálæran í minsta lagi skal fevna um (minst kravda tímatal).
4.6. At enda skal í byrjanini á lesiætlanini verða ásett, at tað eru viðurskifti og evni hjá einstaka koyrinæminginum, ið eru avgerandi fyri, hvussu nógvar skúlatímar - útyvir teir í minsta lagi ásettu skúlatímarnar - ið koyrinæmingurin skal hava, áðrenn verklig roynd kann verða framd.
4.7. Við hvønn einstakan skúlatíma skal verða viðmerkt, um skúlatímin fer fram í frálæruhøli ella í verkligari koyrifrálæru. Innihaldið í høvuðsheitum fyri hvønn einstakan skúlatíma skal vera nevnt við lutmáli (tvs. nummar á parti við tilhoyrandi yvirskrivt) frá tí frálæruætlan, tað snýr seg um.
4.8. Hvør einstakur skúlatími í lesiætlanini fær eitt framhaldandi raðnummar. Hetta førir við sær, at lesiætlanin ikki má setast soleiðis upp, at tímarnir í frálæruhøli standa á einari síðu og tímarnir í verkligari koyrifrálæru á eini aðrari síðu. Tað skal uttan iva kunna síggjast í lesiætlanini, at frálærugongdin er løgd til rættis, har ástøðisfrálæran fellur inn í verkligu frálæruna.
4.9. Um so er, at ein frálærugongd er ætlað at fevna um meira enn ein skúlatíma, sum hvør varar 45 minuttir, skal hetta ganga fram á lesiætlanini. Til dømis kann ein frálærugongd, hvørs innihald í høvuðsheitum eru lutmálini 7.1, 7.2, 7.3, 7.4, og 7.5, vera ætlað at fevna um ein dupultan skúlatíma, sum hvør varar 45 minuttir. Tá uppgjørt verður, telja tímarnir í frálærugongdini við sum 2 skúlatímar, fyri at náa kravda minsta tímatalinum, treytað av at 90 minuttir eru nýttir til frálæruna. Samlaða tíðarnýtslan skal vera víst í teiginum fyri veruliga nýtta tíð.
4.10. Teir einstaku skúlatímarnir í lesiætlanini skulu í minsta lagi vera settir upp soleiðis: Nummar á tí parti frálæruætlanin snýr seg um, yvirskriftir, teigar/linjur til nøvn v.m., dagfesting, verulig nýtt tíð og undirskriftir.
4.11. Undirskriftir, dagfesting og veruliga nýtt tíð skal eintýðugt vera sett í samband við lesiætlanina talan er um. Tað skal tí í lesiætlanini beint eftir hvønn tíma vera pláss fyri hesum upplýsingum, smb. tó pkt. 12.
4.12. Um fyrilit fyri frálæruni ger, at ynskt verður ein frálærugongd, ið hongur saman av fleiri tímum, er tað nóg mikið, at koyrilærari og koyrinæmingur váttaðnýtta tímatalið undir einum.
4.13. Tá lesiætlan verður gjørd, skal koyrilærarin tryggja sær, at ætlaðu frálærutímarnir í minsta lagi svara til kravdu frálæruna, sum ásett í § 25 í koyrikortskunngerðini.
5. Krøv um hvat lesiætlanin í frálærugongdini skal fevna um
5.1. Til hvønn koyrikortsbólk er ásett eitt krav um minsta tal av skúlatímum. Ein skúlatími skal - fyri at kunna vera partur av endaligu uppgerðini - í minsta lagi hava vart 45 minuttir út í eitt.
5.2. Hvussu einstøku skúlatímarnir verða settir saman, stendur frítt at velja, men teir skulu fylgja ásetingunum í hesi kunngerð, býtinum í partar samsvarandi frálæruætlanunum og meginreglunum fyri koyrifrálæru.
5.3. Endurtøkur av áður gjøgnumførdum skúlatímum, skulu vísast á lesiætlanini samsvarandi § 26. Hetta kann t.d. verða gjørt í samband við einstaka skúlatíman ella sum ein heild seinast í lesiætlanini.
5.4. Allir skúlatímar - óansæð longd og innihald - skulu vísast á lesiætlanini. Hetta er eisini galdandi fyri møguligar skúlatímar, sum verða framdir aftaná royndir, sum ikki eru kláraðar.
5.5. Fyri at kunna yvirhalda meginregluna um, at ástøðilig og verklig frálæra náttúrliga fella inn í eina heild, má frálæran ein og sama dag í mesta lagi fevna um 6 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir. Frálæran má í mesta lagi fevna um 4 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í frálæruhøli og 2 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í verkligari koyrifrálæru. Við koyring á girdum øki, landavegi og koyring í myrkri, er tó loyvt, at nýta 4 skúlatímar, sum hvør er 45 minuttir sama frálærudag, sostatt at talið av skúlatímum samlað ein og sama frálærudag í hesum føri kann vera 8 skúlatímar.
5.6. Í frálæruni til bólk A og bólk B kann tað fyri hvønn frálærudagin - umframt møguligar endurtøkur av áður gjøgnumførdum lutmálum í frálæruætlanini - í mesta lagi verða frálært í 5 lutmálum í venjingum á veg í 7. parti í frálæruætlanini.
5.7. Í frálæruætlanini til bólk C, bólk D og bólk E, skal frálæran verða sett saman sum venjingar, sum nevnt í 7. parti fyri viðkomandi frálæruætlan.
5.8. Um so er, at tað í ástøðisfrálæruni er ynski um meira enn 3 eftirmetandi royndir, smb. frálæruætlanini fyri koyriútbúgvingina, skulu hesar verða framdar umframt minst kravda tímatalið.
5.9. Evnini og raðfylgjan í einstøku skúlatímunum, skulu verða sett saman á skilagóðan og hóskandi hátt. Tað verður tí ikki góðtikið fyri skúlatímar, har evnið í høvuðsheitum fevnir um koyring á vegi, at partar í frálæruætlanini, frá parti 1 til og við parti 6, samstundis ganga inn í frálæruna, sbr. tó nr. 3.2.
6. Hvussu lesiætlanin verður nýtt
6.1. Koyrilærarin skal gjøgnumganga lesiætlanina saman við koyrinæminginum í fyrsta skúlatíma í koyriskúlanum.
6.2. Koyrilærari og koyrinæmingur skulu hava hvør sítt eintak av lesiætlanini. Eintak koyrilærarans skal vera til staðar, bæði við ástøðisfrálæru og við verkliga koyrifrálæru.
6.3. Eintak koyrilærarans skal harumframt havast við til ástøðisroynd og til verkliga roynd. Koyrinæmingurin kann verða avvístur, um lesiætlanin ikki verður havd við.
6.4. Tann ella teir frálærandi koyrilærararnir og koyrinæmingurin skulu beint eftir at hvør einstakur skúlatími er framdur, við undirskrift síni á eintak koyrilærarans vátta, at undirvíst hevur verið í evninum fyri viðkomandi undirvísingartíma. Dagfestingin fyri framda undirvísing og veruliga nýtt tíð skulu somuleiðis váttast.
6.5. Tá koyrinæmingurin skrivar undir í frálæruætlanini, váttar koyrinæmingurin bert at hava fingið frálæru í samsvari við høvuðsevnið fyri viðkomandi undirvísingartíma - t.d. koyring fram móti vegkrossi. Koyrinæmingurin váttar sostatt ikki, at frálæra koyrilærarans hevur verið í tráð við lutmálini í frálæruætlanini.
6.6. Tað má ikki verða nýtt stempul, stempulundirskrift, ella líknandi ístaðin fyri eina undirskrift. Forbóksstavir kunnu verða nýttir í staðin.
6.7. Hevur koyrinæmingurin tørv á eyka frálæru (uppafturtøku), enn teirri, sum var við fyrstu gjøgnumgongd av einum evni, skal dagfesting, nýtt tíð og nummar á undirvísingartíma fyri ta eyka frálæruna váttast við undirskriftum frá bæði koyrilærara og koyrinæmingi.
6.8. Tann næsti undirvísingartímin við einum nýggjum evni, má ikki fremjast, áður enn umrødda evnið er gjøgnumgingið við nøktandi úrsliti.
6.9. Hevur næmingur við sjálvlesnaði gjøgnumgingið ein, tveir ella tríggjar skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir), skal hetta síggjast í lesiætlan koyrilærarans við átekning hansara og koyrinæmingsins hesum viðvíkjandi, sbrt. nr. 2 í skjali 4.
6.10. Um so er, at koyrinæmingurin skiftir til annan koyriskúla, skal eintak koyrilærarans av lesiætlanini útflýggjast tí nýggja koyriskúlanum til nýtslu fyri framhaldandi frálæru koyrinæmingsins.
6.11. Lesiætlanin skal eftir kravi vísast Akstovuni ella øðrum eftirlitsmyndugleika.
6.12. Eintak koyrilærarans av lesiætlanini skal vera í varðveitslu í minsta lagi í 2 ár hjá tí koyriskúla, sum koyrinæmingurin seinast gjørdi avtalu við um frálæru.
6.13. Um ein koyrilærari nýtir eina lesiætlan, lagað til eftir somu fyrimynd sum grunddømi, skal ætlaða frálærugongdin verða fylgd.
6.14. Tað stríðir ímóti meginreglunum fyri koyrifrálæruni (samskipan av ástøðiligari og verkligari frálæru) at vera frammanfyri við einum ella fleiri ástøðistímum. Alt vavið av einum ástøðistíma skal tí so hvørt í framhaldi, samsvarandi verða gingið ígjøgnum í verkligari koyrifrálæru, áðrenn nýggj ástøðisfrálæra við nýggjum innihaldi í høvuðsheitum verður framd. Tað kann sum undantak verða góðtikið, at koyrinæmingur er komin ein ella fleiri ástøðistímar longur. Hetta kann koma fyri, um partar av verkligu koyrifrálæruni ikki kundu fremjast vegna motorsteðg, óvanligt vegarbeiði ella líknandi.
6.15. Tað eru ikki ásett krøv um, hvussu nógvir kravdir skúlatímar, ið skulu vera framdir, áðrenn ástøðisroynd kann fara fram. Koyrilærarin skal hava lært næmingin at koyra á innigirdum øki í neyðugan mun og í ástøði og verkligari koyring í samsvari við frálæruætlanina fyri viðkomandi bólk, sbrt. § 39. Hetta førir við sær, at allir teir skúlatímar, sum eru fevndir av teim 7 fyrstu pørtunum í frálæruætlanini, skulu vera framdir við nøktandi úrsliti, áðrenn ástøðisroynd kann verða framd.
7. Koyrifrálæra samsvarandi serstøkum reglum
7.1. Við útvegan av koyrikorti, antin til bólk A ella bólk B, tá koyrikort er útvegað innan fyri seinastu 2 árini, antin til bólk B ella bólk A, verður minst kravda tímatalið minkað. Tað skal í hesum førum verða gjørd ein serstøk lesiætlan til hesa frálæru.
7.2. Við útvegan av koyrikorti, antin til bólk C ella bólk D, tá koyrikort er útvegað innan fyri seinastu 2 árini, antin til bólk D ella bólk C, verður minst kravda tímatalið minkað. Tað skal í hesum førum verða gjørd ein serstøk lesiætlan til hesa frálæru.
8. Allýsingar
8.1. Verulig nýtt tíð er tað tíðarskeið, har koyrinæmingurin er til staðar í frálæruhølinum og fær frálæru frá koyrilærara, og tað tíðarskeið, har koyrinæmingurin fær frálæru hjá/í akfarinum ella fremur kanning av útgerð akfarsins undir umsjón koyrilærarans, og harumframt tað tíðarskeið, har koyrinæmingurin fær frálæru, sum førari av akfarinum (róðurtíð).
8.2. Til veruliga nýtta tíð, verður ikki talt við:
8.2.1. Tað tíðarskeið, ið koyrinæmingurin nýtir til sjálvlesnað ella "sjálvvenjing", uttan at koyrilærarin er til staðar saman við koyrinæminginum í frálæruhølinum fyri at fremja frálæru, sbr. tó skjal 4, nr. 4.
8.2.2. Tað tíðarskeið, tá koyrinæmingurin er við sum ferðandi í skúlavogninum.
Skjal 4 3)
Steðgur í koyrifrálærutíðarskeiðnum
1. Grundarlag
1.1. Fyri at kunna lúka meginregluna um, at ástøðilig og verklig koyrifrálæra skulu fella inn í eina heild, og fyri at tryggja eina skilagóða koyrifrálæru, skal frálærugongdin hanga saman.
1.2. Ástøðisroyndin og verkliga royndin eru ein samskipaður partur av koyrifrálærutíðarskeiðnum, men eru ikki partur av frálærugongdini.
2. Sjálvlesnaður
2.1. Umsøkjarar, ið eru fráverandi frá koyrifrálæruni í mesta lagi 4 skúlatímar, sum hvør varar 45 minuttir í ástøðiligum evnum í ástøðishøli, kunnu undir serligum treytum heinta innaftur ta mistu frálæruna, við sjálvir at ganga gjøgnum tey vantandi ástøðiligu evnini – sjálvlesnaður.
2.2. Treytirnar fyri hesum eru:
2.2.1. Koyrilærarin skal tryggja sær, at umsøkjarin hevur nomið sær vitan um útbúgvingarmálini í viðkomandi ástøði í neyðugan mun og váttað hetta við undirskrift síni á lesiætlanina við viðkomandi skúlatíma.
2.2.2. Tað skal ganga fram av lesiætlan koyrilærarans, hvørjir skúlatímar í ástøðishøli eru gjøgnumgingnir sum sjálvlesnaður, sbrt. nr. 6.9. í skjali 3.
2.3. Avleiðingin av hesum er, at sjálvlesnaður má ikki vera partur av eini ætlaðari frálærugongd í útboði.
Skjal 5
Reglur fyri akfør, sum skulu nýtast til venjingarakstur og verkliga koyriroynd
1. Skoðan og góðkenning
1.1. Akfar, sum verður nýtt til royndarakstur og verkliga koyriroynd, skal skoðast, góðkennast og skrásetast á Akstovuni sum skúlaakfar, áðrenn tað verður tikið í nýtslu. Kravið um skoðan og góðkenning sum skúlavognur er tó ikki galdandi fyri bil til vinnuligan fólkaflutning til bólk D, um so er, at næmingurin hevur koyrikort til bólk D.
2. Reglur um tilgerð og útgerð
2.1. Bólkur AM (stórt prutl):
2.1.1. Eitt tvíhjólað prutl sum hevur ein brennimotor, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og studdbein til síðuna ella mitt fyri. Prutlið skal harafturat verða útgjørt við ferðmátara.
2.2. Bólkur A:
2.2.1. Lítil motorsúkkla:
2.2.1.1. Ein tvíhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn við eini motororku uppá í mesta lagi 25 kW, eini eginvekt sum í minsta lagi er 125 kg, eini slagvolumen meiri enn 120 cm3, og eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t, samsvarandi meginfloksgóðkenningini fyri akfarið.
2.2.2. Stór motorsúkkla:
2.2.2.1. Ein tvíhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn við eini motororku, sum í minsta lagi er 35 kW, samsvarandi meginfloksgóðkenningini fyri akfarið.
2.2.3. Motorsúkkla við síðuvogni:
2.2.3.1. Ein tvíhjólað motorsúkkla við síðuvogni við einum lutfalli millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni uppá í mesta lagi 0,16 kW. Seinast nevnda avmarking er tó ikki galdandi í samband við útvegan av koyrikorti til bólk A í teimum í § 13, stk. 2, nr. 3, og § 61, stk. 2 nevndu førum.
2.2.3.2. Er eingin meginfloksgóðkenning tøk, verða upplýsingar frá framleiðara nýttir um eginvekt, slagvolumen, hægstu ferð og motororku.
2.2.3.3. Motorsúkklan skal vera útgjørd við blunkljósi, føraraspeglar í báðum síðum, ferðafólkasetur og fóthvílarar til ferðafólkið, eins og síðu- ella miðstuddbein.
2.2.3.4. Motorsúkklan skal harafturat vera útgjørd við ferðmátara og kann verða útgjørd við bremsum, ætlað koyrilæraranum.
2.3. Bólkur B:
2.3.1. Ein persónbilur á fýra hjólum, við í mesta lagi 9 setrum íroknað førarasetrið, og við einari loyvdari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg.
2.3.2. Bilurin skal kunna koyra við einari ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t, og skal antin vera í minsta lagi 3,80 m langur og í minsta lagi 1,45 m breiður ella eginvektin í minsta lagi 700 kg sbrt. meginfloksgóðkenningini fyri bilin. Er eingin meginfloksgóðkenning tøk, verða upplýsingar frá framleiðara nýttir um hægstu ferð, longd, breidd og vekt.
2.3.3. Bilurin skal vera útgjørdur við speglum, sbrt. stakfyriskipanum um kravdar føraraspeglar.
2.3.4. Til nýtslu hjá koyrilæraranum, próvdómaranum og næminginum skal bilurin umframt kravdar føraraspeglar sbrt. stakfyriskipanunum eisini verða útgjørdur við:
2.3.4.1. einum føraraspegli innan (flokkur I),
2.3.4.2. tveimum føraraspeglum (flokkur I) uttan høgrumegin, og
2.3.4.3. einum spegli innan til eygleiðing av næminginum.
2.3.5. Krøvini til spegl í flokki I eru ásett í stakfyriskipanum fyri akfør.
Um bilurin er útgjørdur við einum upprunaligum spegli uttan høgrumegin, er hetta til nýtslu hjá næminginum. Eyka speglið, ið verður fest uttan høgrumegin er til nýtslu hjá koyrilærara og próvdómara.
2.3.6. Róðrið á bilinum skal vera vinstrumegin.
2.3.7. Pláss skal vera í bilinum fyri í minsta lagi 4 fólkum. Bilurin skal vera útgjørdur við eyka kontakt til floytuna, at nýta hjá koyrilæraranum. Framman fyri setur koyrilærarans, skulu vera tvær eyka eftirlitsperur til blunkljósini – eina til hvørja síðu.
2.3.8. Bilurin skal vera útgjørdur við ferðmátara. Um so er, at ferðmátarin ikki kann lesast av frá sessinum hjá koyrilæraranum, skal ein eyka ferðmátari verða ísettur, og sum vísir somu ferð sum upprunaligi ferðmátarin í bilinum. Tá mett verður um møguleikan at lesa upprunaliga ferðmátaran í bilinum frá sessinum hjá koyrilæraranum, verður støða tikin við støði í, um førarin heldur hendurnar rætt um róðrið, tvs. trýkorter til trý. Í hesi støðu skal koyrilærarin ella próvdómarin kunna lesa allan ferðmátaran frá øllum sitistøðum, uttan at snara høvdinum.
2.3.9. Við sessin hjá koyrilæraranum skulu vera pedalar, sum eru soleiðis tilgjørdar, at koyrilærarin, óheftir av næminginum kann kopla úr og bremsa. Eykapedalarnir mugu ikki ávirkast av, at samsvarandi pedalar við føraraplássið verða nýttar. Harafturat kann tað vera ísett ein eyka spitarapedal.
2.3.10. Hevur bilurin sjálvvirkandi gervisskifti, og gervisveljarin í staðin fyri pedalar verður nýttur at kopla úr við, skal hann verða settur soleiðis, at hann kann verða nýttur av koyrilæraranum.
2.3.11. Hevur bilurin ikki tvístreingjaðar bremsur, skal koyrilærarin kunna nýta neyðbremsuna.
2.4. Bólkur C:
2.4.1. Ein lastbilur, sum í minsta lagi er 8 m langur og í minsta lagi 2,4 m breiður og við eini frástøðu millum ásarnar, sum í minsta lagi er 4 m. Loyvd heildarvekt skal í minsta lagi vera 12.000 kg. Lastbilurin skal kunna hava eina hægstu ferð, sum í minsta lagi er 80 km/t. Lastbilurin skal harafturat vera útgjørdur við ABS brensum og við eini gervisskipan, sum loyvir føraranum at skifta gear við hondunum.
2.4.2. Lastbilurin skal, umframt teir í bólki B, nr. 2.3.4.3. nevndu speglar, uttan á báðum síðum hava føraraspeglar, sbr. stakfyriskipanir um kravdar speglar, soleiðis ásettir, at teir kunnu nýtast av koyrilæraranum og próvdómaranum.
2.4.3. Lastrúmið í lastbilinum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum stýrhúsið.
2.4.4. Lastbilurin skal vera útgjørdur við trýstluftbremsum (herundir trýstluftstyrktar bremsur) og trýstmátara, sum vísir trýstið í lufttanganum og trýstið í minsta lagi í einum av bremsustreingjunum.
2.4.5. Pláss skal vera í bilinum fyri í minsta lagi 2 fólkum. Verður bilurin nýttur til venjingarakstur undir leiðslu av einum koyrilæraranæmingi, skal pláss vera í bilinum fyri í minsta lagi 3 fólkum.
2.4.6. Onnur serlig krøv eru tey somu, sum nevnd eru undir bólki B, tó ikki krav um kopling.
Undir verkligu royndini skal akfarið vera lastað við í minsta lagi 50% av loyvdari last.
2.5. Bólkur D:
2.5.1. Ein persónbilur við meira enn 9 sessum, íroknað førarasessin, loyvdari heildarvekt, sum er 5.000 kg ella meira, eini longd, sum í minsta lagi er 10 m og eini breidd, sum í minsta lagi er 2,4 m, og skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 80 km/t. Bilurin skal harafturat vera útgjørdur við ABS bremsum.
2.5.2. Bilurin skal vera útgjørdur við teimum speglum og bremsum, sum eru nevnd undir bólki C.
2.5.3. Onnur serlig krøv eru tey somu, sum nevnd eru undir bólki B, tó ikki krav um kopling.
2.6. Bólkur E:
2.6.1. Bólkur B/E:
2.6.1.1. Ein persónbilur, bólkur B, íkoplaður eitt viðfestisakfar, hvørs veruliga heildarvekt í minsta lagi er 1.250 kg. Samlaða veruliga heildarvektin á vognraðnum skal antin á lógligan hátt kunna fara uppum 3.500 kg, ella eginvektin á bilinum skal vera meira enn 1.050 kg og veruliga heildarvektin á viðfestisakfarinum skal í minsta lagi vera 200 kg omanfyri eginvektina á bilinum.
2.6.1.2. Vognraðið skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t.
Lastrúmið á viðfestisakfarinum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum persónbilurin.
2.6.1.3. Umframt teir speglar, sum eru nevndir undir bólki B, skal bilurin uttan á báðum síðum vera útgjørdur við føraraspeglum, samb. Stakfyriskipanum um kravdar speglar, ásettir soleiðis, at teir kunnu nýtast av koyrilæraranum og próvdómaranum.
2.6.1.4. Undir verkligu koyriroyndini skal viðfestivognurin vera lastaður við í minsta lagi 50% av loyvdari last.
2.6.2. Bólkur C/E:
2.6.2.1. Ein lastbilur, bólkur C, íkoplaður ein viðfestivogn við í minsta lagi tveimum ásum – tó ikki viðfestivogn við stívum dragiarmi (kerra) – við loyvdari heildarvekt, sum í minsta lagi er 8.000 kg og eini longd, sum í minsta lagi er 7,5 metrar.
2.6.2.2. Vognraðið skal hava eina longd, sum í minsta lagi er 14 m og eina breidd, sum í minsta lagi er 2,4 m og eina loyvda heildarvekt, sum í minsta lagi er 20.000 kg. Vognraðið skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 80 km/t.
Vognraðið skal hava ABS bremsur. Veruliga heildarvektin á vognraðnum skal í minsta lagi vera 15.000 kg.
2.6.2.3. Lastrúmið á viðfestivogninum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum stýrhúsið.
2.6.2.4. Viðfestivognurin skal vera útgjørdur við tvístreingjaðum trýstluftbremsum.
2.6.2.5. Leguvognsrað:
2.6.2.5.1. Ein lastbilur við 2 ásum, íkoplaður ein leguvogn. Lastbilurin skal lúka treytirnar, sum eru nevndar undir bólki C, tó ikki kravið um, at longdin í minsta lagi skal vera 8 m.
2.6.2.5.2. Vognraðið skal hava eina loyvda heildarvekt, sum í minsta lagi er 18.000 kg, eina longd, sum í minsta lagi er 12 m og skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 80 km/t.
2.6.2.5.3. Veruliga heildarvektin á vognraðnum skal í minsta lagi vera 15.000 kg.
2.6.2.5.4. Lastrúmið á leguvogninum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum stýrhúsið.
2.6.3. Bólkur D/E:
2.6.3.1. Ein persónbilur, bólkur D, íkoplaður ein viðfestivogn, sum í minsta lagi er 2,4 m breiður og við einari loyvdari heildarvekt, sum í minsta lagi er 3.000 kg. Vognraðið skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 80 km/t.
2.6.3.2. Lastrúmið á viðfestivogninum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er 2 m høgt og 2 m breitt.
2.7. Traktorur/mororamboð:
2.7.1. Ein traktorur við heildarvekt, sum í minsta lagi er 2.000 kg, við íkoplaðum viðfestivogni við eginvekt, sum í minsta lagi er 800 kg.
2.7.2. Hesir traktorar kunnu nýtast til venjingarakstur og verkliga roynd:
2.7.2.1. Skrásettur traktorur
2.7.2.2. Góðkendur traktorur
2.7.2.3. Ikki skrásettur traktorur
2.7.2. Verða teir undir litra b ella c nevndu traktorar nýttir, skal loyvi fáast til vega frá Akstovuni, áðrenn koyrt verður. Loyvið skal havast við, meðan koyrt verður. Akførini skulu vera ábyrgdartryggjaði.
2.7.3. Viðfestivognar til traktorarnar, sum nevndir undir litra b og c, skulu ikki vera skrásettir.
2.7.4. Verður traktorur burturav nýttur til venjingarakstur ella koyriroynd, skal traktorurin vera skrásettur.
2.8. Vinnuligur fólkaflutningur:
2.8.1. Bólkur B:
2.8.1.1. Ein persónbilur við í mesta lagi 9 setrum íroknað førarasetrið og við einari loyvdari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg. Antin skal bilurin vera í minsta lagi 4,40 m langur og í minsta lagi 1,60 m breiður ella skal eginvektin í minsta lagi vera 1.100 kg, sbrt. meginfloksgóðkenningini fyri bilin. Er eingin meginfloksgóðkenning tøk, verða upplýsingar frá framleiðara nýttir um longd, breidd og eginvekt.
2.8.1.2. Loyvt er bilinum at hava sjálvvirkandi gervisskifti.
2.8.2. Bólkur D:
2.8.2.1. Ein persónbilur, sum lýstur undir bólki D.
2.8.2.2. Hevur næmingurin ikki koyrikort til bólk C ella D, skal bilurin vera útgjørdur og góðkendur til venjingarakstur.
2.8.2.3. Hevur næmingurin koyrikort til bólk C ella D, skal bilurin ikki vera útgjørdur við eyka pedalum, speglum ella eyka eftirlitsperum til blunkljósini.
2.9. Avlamisakfar:
2.9.1. Akstovan kann loyva, at bilur, sum er útgjørdur til at verða nýttur av avlamnum, verður nýttur av eigaranum til venjingarakstur og til verkliga koyriroynd.
2.9.2. Hevur bilurin bremsu, sum er soleiðis útgjørd, at hon verður nýtt við høgru hond, fellur kravið burtur um eyka bremsupedalar til koyrilæraran, um so er, at bremsan uttan trupulleikar samstundis kann verða nýtt av koyrilæraranum.
2.9.3. Loyvið skal vera í bilinum, meðan koyrt verður, og er galdandi, til eigarin hevur staðið verkligu royndina.
3. Felagsreglur
3.1. Sjálvvirkandi gervisskifti:
3.1.1. Undir verkligari roynd við motorakfari og traktori, er bert loyvt at nýta gervisskifti, sum verður framt við hondunum (manuelt gervisskifti).
3.1.2. Hetta er tó ikki galdandi fyri bil, sum nýttur verður undir verkligari roynd til bólk B/E, verkligari roynd til vinnuligan fólkaflutning til bólk B, verkligari roynd til bólk B í samband við eftiransandi koyriroynd, sbrt. § 43, og bil, sum nýttur verður undir verkligari roynd til vinnuligan fólkaflutning til bólk D, um næmingurin hevur koyrikort til bólk D.
3.1.3. Akstovan kann avgera, at koyrikort bert verður latið, um verklig roynd er framd við bili, sum hevur sjálvvirkandi gervisskifti. Hevur næmingurin ikki frammanundan koyrikort til bólk B, kann koyrikort í slíkum føri bert latast til bil, sum hevur sjálvvirkandi gervisskifti.
3.2. Skúlavognsskelti, lýsingarskelti o.a.
3.2.1. Motorakfar, traktorar og vognrað skulu undir venjingarrakstri vera útgjørd við hvítum skelti ella skeltum við áskriftini “skúlavognur”, ávíkavist “skúlasúkkla”, skrivað við svørtum bókstavum.
3.2.2. Skúlaskeltið skal vera ásett lodrætt ella nærum lodrætt og soleiðis, at áskriftin er týðiliga sjónlig, bæði framman og aftan í mun til longdarásin á akfarinum.
skúlaskeltið má bert nýtast undir venjingarrakstri, umframt koyring til og frá staði, har venjingin fer fram.
3.2.3. Meðan verkliga royndin fer fram, kann akfarið hava áskriftir við navni og telefonnummari á skrásettum eigara/nýtara, tó uttan at tilskila navn á koyriskúla ella líknandi. Akfarið má annars undir verkligu royndini ikki á nakran hátt vera merkt við reklamum, lýsingum fyri handlar ella virkir, búmerkjum ella øðrum.
3.2.4. Akfør, sum undan 1. oktober 2009 hava verið merkt við reklamum og tílíkum, kunnu framvegis hava hesi fram til 1. oktober 2011, tá tey skulu verða tikin burtur. Nýggj skeltir mugu tó ikki setast á akfarið.
3.2.5. Verður motorakfar, sum er serliga útgjørt til venjingarrakstur, nýtt til annað endamál enn venjingarrakstur og verkliga koyriroynd, skulu serligu nýtslutólini vera tikin burtur, huld ella læst á tryggan hátt, uttan so er, at eingin situr á plássinum, har hesi tól eru.
4. Akfør, sum nýtt verða á stongdum venjingarøki ella á koyritekniskari støð
4.1. Motorakfør, sum eru skrásett til venjingarakstur, og skrásett viðfestisakfør kunnu uttan avmarkingar nýtast á stongdum venjingarøki ella koyritekniskari støð, í sambandi við venjingarakstur til bólkarnar AM (stórt prutl), A, B, C, D, og E.
4.2. Akfar, sum einans verður nýtt til venjingarakstur á stongdum venjingarøki ella koyritekniskari støð, skal skoðast og góðkennast av Akstovuni til endamálið. Akfarið skal ikki skrásetast, men fráboðast til Akfaraskránna, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
4.3. Er talan um nýtt akfar, sum kemur beinleiðis frá verksmiðju og sum hevur meginfloksgóðkenning, kann fráboðan fara fram við støði í floksgóðkenning, samsvarandi kunngerð um skráseting av akførum o.a.
4.4. Akførini koma undir somu reglur um tíðarvissa skoðan, sum skrásett akfør.
4.5. At kunna verða góðkendur til venjingarakstur á stongdum venjingarøki ella koyritekniskari venjingarstøð, skal akfarið lúka treytirnar um tilgerð og útgerð fyri viðkomandi akfarabólk, sum tilskilað í hesum skjali.
4.6. Ein bilur kann verða góðkendur, hóast hann ikki er útgjørdur við eyka nýtslutólum, eyka føraraspeglum ella eyka eftirlitsperum til blunkljósini.
4.7. Akfør, sum nýtt verða til venjingarakstur á stongdum venjingarøki ella koyritekniskari støð í sambandi við koyriútbúgving til bólkarnar AM (stórt prutl), A, B, C, D og E, skulu vera tryggjaði samsvarandi kapittul VI í ferðslulógini. Tryggingaravtalan skal vera orðað soleiðis, at næmingurin sum førari av motorakfarinum er ábyrgdar- og vanlukkutryggjaður.
4.8. Tryggingarfelagið kann gera regresskrav galdandi mótvegis føraranum í samsvari við § 55 c, stk. 2 í ferðslulógini.
Skjal 6
Fyriskipan av koyriroyndum
1. Koyriroynd (vanlig)
1.1. Endamálsorðing
1.1.1. Endamálið við koyriroyndini er, at próvdómarin skal gera eina meting av, um umsøkjarin hevur nomið sær ta vitan, tey evnir og ta atferð, ið er ásett sum mál fyri koyriútbúgvingini, og sum er ein treyt fyri útgávu av koyrikorti.
1.2. Royndarkrav og útbúgvingarsetningur
1.2.1. Ásetingarnar um koyrifrálæru og koyriroyndir eru í frálæruætlanunum til koyriútbúgving, sum danski ferðslumálaráðharrin hevur givið út, til bólk AM (stórt prutl), bólk A (motorsúkklu), bólk B (vanligan bil), bólk C (lastbil), bólk D (stóran persónbil) og bólk E (stórt viðfestisakfar) eins og í hesi kunngerð. Ástøðisroynd til bólk AM (lítið prutl) fyri umsøkjarar, sum eru 18 ár og eldri, fylgja ásetingunum í III. parti í fylgiskjali 11 og í hesi kunngerð.
1.3. Ástøðiligt og verkligt royndartilfar
1.3.1. Neyvari nálýsing av avrikskrøvunum í koyriútbúgvingini og til koyriroyndina, er í lýsingunum av lutmálunum í frálæruætlanunum.
1.3.2. Fyri lutmálini í frálæruætlanunum til bólkarnar C, D, B/E, C/E og D/E, har umsøkjarin skal kunna vísa á ábendingar um feilir í útgerðini á akfarinum, er hetta partur av verkliga royndartilfarinum í sambandi við eftirlit við viðkomandi útgerð.
1.4. Ástøðisroyndin
1.4.1. Ástøðisroyndin er skrivlig og verður framd við at nýta myndarøð við spurningum og svarmøguleikum, sum eru tosað inn á teldu. Umsøkjarin krossar svarið á telduskermin, og metingaroyðublað til ávikavist bólkarnar A, B, C, D og E, verður latið umsøkjaranum, tá ástøðisroyndin er liðug.
1.4.2. Tá royndin byrjar, verður ein stutt kunning givin um, hvussu royndin fer fram, har eisini greitt verður frá, at hjálpitól ikki mugu nýtast til royndina.
1.4.3. Umsøkjari, sum kann skjalprógva, at serligar umstøður eru, sum viðføra, at umsøkjarin ikki er førur fyri at fremja eina vanliga skrivliga ástøðisroynd á teldu, kann sleppa til serstaka roynd, har próvdómarin t.d. lesur spurningarnar ella steðgar telduni millum hvønn spurning. Myndarøðirnar og oyðublað at krossa á, kann verða nýtt til serstaku royndina. Ástøðisroyndir við umsøkjarum, sum tosa fremmant mál, verða hildnar við støði í myndarøðunum. Spurningarnir verða antin umsettir av tulki ella eru tosaðir inn á teldu. Koyrilærari kann ikki virka sum tulkur. Akstovan velur tulkin.
1.5. Meting av ástøðisroynd
1.5.1. Avkrossaðu svarini verða mett eftir rættivegleiðing hjá Akstovuni, sum er skrásett í telduskipanini. Á metingaroyðublaðnum sæst, hvussu nógvar myndir eru, og hvussu nógvar myndir skulu svarast rætt fyri at standa royndina. Eisini sæst, hvussu nógvar myndir eru rætt svaraðar. Á metingaroyðublaðnum sæst harumframt, um royndin er staðin ella ikki staðin, og skeiv svar verða lýst við tilvísing til viðkomandi part í frálæruætlanini.
1.5.2. Metingaroyðublaðið verður latið umsøkjaranum til kunningar.
1.6. Verklig roynd
1.6.1. Longdin á verkligu royndini er ásett í frálæruætlanunum.
1.6.2. Verkliga royndin við stórum prutli (bólkur AM) verður framd við, at próvdómarin sum ferðandi fylgir eftir prutlinum í einum persónbili, við eini loyvdari heildarvekt, sum ikki er meiri enn 3.500 kg. Bilurin, sum skal verða útgjørdur við tráðleysum telesambandi til nýtslu hjá próvdómaranum, verður útvegaður og førdur av koyrilæraranum.
1.6.3. Verkliga royndin fyri motorsúkklu verður framd við, at próvdómarin sum ferðandi, fylgir eftir motorsúkklu í einum persónbili, við eini loyvdari heildarvekt, sum ikki er meira enn 3.500 kg. Bilurin, sum skal vera útgjørdur við tráðleysum telesambandi til nýtslu hjá próvdómaranum, verður útvegaður og førdur av koyrilæraranum.
1.6.4. Verkliga royndin til vanligan bil, vanligan bil við stórum viðfestiakfari, stórum persónbili og lastbili, stórum persónbili og lastbili við stórum viðfestiakfari, verður framd við próvdómaranum sum ferðandi við síðuna av umsøkjaranum.
1.6.5. Próvdómarin skal meta um evnini hjá umsøkjaranum at kunnu seg og handfara akfarið undir passaliga truplum veg- og ferðsluumstøðum, sum svara til lutmáls ásetingarnar í frálæruætlanini. Eftirlitið við lógásettu útgerðini á motorsúkkluni, bilinum ella viðfestiakfarinum skal vera framt í einum passaligum tíðarbili meðan verkliga royndin fer fram og skal so vítt gjørligt verða framd, áðrenn koyringin byrjar.
1.6.6. Við allar omanfyri nevndu royndir skal umsøkjarin sjálvur hava neyðuga akfarið ella neyðugu akførini til royndina. Hetta er eisini galdandi fyri koyriroynd til traktor (draga).
1.7. Meting av verkligari roynd
1.7.1. Undir verkligu royndini, skal próvdómarin fyrst og fremst meta um, hvørt avrikini hjá næminginum eru merkt av nágreiniligari innlæring í tráð við frálæruætlanina.
1.7.2. Tað má ikki verða kravd veruliga vand ella fullkomiliga lýtaleys koyring, men próvdómarin skal skilja í millum meira og minni álvarsom mistøk. Einstøk minni álvarssom mistøk eiga ikki at føra við sær, at royndin verður mett sum ikki-staðin, tí koyring umsøkjarans skal metast sum heild.
1.7.3. Eru avrik umsøkjarans eyðkend av fleiri og serliga endurtiknum minni álvarsomum mistøkum, kann royndin eftir meting próvdómarans, ætlast at verða ikki-staðin. Avgerandi fyri, um eitt mistak verður mett meira ella minni álvarsamt, eru fyrst og fremst avleiðingarnar fyri ferðslutrygdina, og harnæst, at ferðslan ikki verður hindrað óneyðugt. Mistøk viðvíkjandi kunning ella handfaring av akfarinum, og sum føra við sær nærliggjandi møguleika fyri samanstoyti ella øðrum óhappi, skulu metast sum sera álvarsom. Sovorðin mistøk kunnu tí føra við sær, at royndin verður mett sum ikki-staðin, og eftir umstøðunum, kann royndin verða steðgað. Nærliggjandi møguleiki fyri samanstoyti ella øðrum óhappi, fevna ikki bert um dømi, har ein annar ferðandi í ferðsluni er sjónliga til staðar. Talan kann eisini vera um dømi, har umsøkjarin vísir týðandi tørv á umhugsni og framskygni, við at koyra fram í eini slíkari støðu á farbreytini ella við slíkari ferð, at umsøkjarin ikki klárar at kunna seg og steðga fyri fjaldum forðingum, sum við ávísum líkindum kunna vísa seg. Endurtikin mistøk í viðferðini av akfarinum mugu metast sum álvarsom, um so er, at tey týðuliga boða frá, at umsøkjarin ikki hevur tamarhald á akfarinum við neyðugum tryggleika.
1.7.4. Tá verklig roynd verður mett, verða framdir feilir flokkaðir. Hvussu flokkingin verður framd, sæst í vegleiðingi fyri próvdómarar í frálæruætlanini.
2. Koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning
2.1. Koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning er sett saman av eini ástøðiligari roynd og eini verkligari roynd.
2.2. Ástøðisroynd
2.2.1. Ástøðisroyndin verður framd í samsvari við ásetingarnar í hesum fylgiskjali og frálæruætlanirnar fyri viðkomandi koyrikortsbólk. Royndin verður tó dømd strangari enn vanlig ástøðisroynd.
2.3. Verklig roynd
2.3.1. Sum lið í verkligu royndini, skal umsøkjarin uttan at nýta amboð, kunna vísa á og undir hesum við egnum orðum greiða frá um teir lutir á akfarinum, sum hava týdning fyri trygdina, undir hesum teir lutir har sløðr og slit einamest kemur fyri og vísa nágreiniliga vitan um bremsur og nýtslu av stýrigreiðum, røkt og viðlíkahald eins og hvussu hesi virka í tann mun, sum viðlíkahald og røkt krevur.
2.3.2. Bólkur B:
2.3.2.1. Umsøkjarin verður spurdur í samsvari við leiðreglur fyri próvdómarar um fyriskipan av koyriroyndum, í reglum um hýruvognar, undir hesum serstakliga tær ásetingar, sum áliggja hýruvognsførarum.
2.3.2.2. Við verkligu royndina verða størri krøv sett umsøkjarans evnum at koyra bil, eins og framd mistøk verða mett strangari enn við verkliga roynd til bólk B (vanligan bil). Umsøkjarin skal við verkligu royndina kunna finna veg til 2 uppgivnar bústaðir, eftir styttstu koyrileið við nýtslu av korti og yvirliti yvir gøtunøvn.
2.3.3. Bólkur D:
2.3.3.1. Umsøkjarin verður spurdur í samsvari við leiðreglur fyri próvdómarar um fyriskipan av koyriroyndum, í kunngerð fyri motorakfør, sum nýtt til vinnuligan fólkaflutning og um serlig krøv fyri bussar.
2.3.3.2. Við verkligu royndina verða størri krøv sett umsøkjarans evnum at koyra buss, eins og framd mistøk verða mett strangari enn við verkliga roynd til bólk D (stóran persónbil).
2.4. Samskipað koyriroynd
2.4.1. Koyriroynd til bólk D og til vinnuligan fólkaflutning til bólk D (stóran persónbil) kann verða framd samstundis. Ástøðisroyndin verður tá hildin sum ein ástøðisroynd sbrt. 1). Verkliga royndin verður hildin sbrt. 2). Um so er, at umsøkjarans avrik við verkligu royndina ikki kunnu føra við sær, at royndin til vinnuligan fólkaflutning til bólk D, kann verða staðin, skal próvdómarin tó samstundis gera eina meting av, hvørvítt umsøkjarans avrik eru nóg góð til, at koyriroyndin til bólk D (stóran persónbil) verður staðin.
3. Koyriroynd til traktor(draga) og motoramboð
3.1. Ástøðisroynd
3.1.1. Umsøkjararnir verða spurdir munnliga og hvør sær.
3.2. Um akfarsins tilgerð og útgerð skal umsøkjarin, tá spurt verður kunna svara uppá:
3.2.1. Stýritólið skal virka lætt, trygt og skjótt. Orsakað av sliti ella líknandi, má tað ikki vera týðandi skinkl í stýritólinum sum heild, ella í tess einstøku lutum.
3.2.2. Fótbremsan, ið kann vera hydraulisk ella mekanisk, skal virka á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa traktorinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
3.2.3. Traktorurin skal kunna haldast steðgaður í brekku (12%), antin við hjálp frá parkeringarbremsu ella við at læsa bremsupedalarnar.
3.2.4. Neyðbremsan (sum kann vera handbremsa ella tann eini strongurin í bremsuskipan við tveimum strongum) skal kunna bremsa traktorinum trygt, um bremsan svíkur.
3.2.5. Bremsupedalarnir skulu hava umleið 1-4 cm frígongd í hægstu støðu.
3.2.6. Á hydrauliskari bremsu, skulu bremsupedalarnir kennast harðir og mugu ikki dala, meðan teir verða hildnir niðri.
3.2.7. Undir slíkari bremsuroynd, skulu bremsupedalarnir altíð vera samanlæstir.
3.2.8. Á mekaniskari bremsu skal tað tó áðrenn samanlæsing kannast eftir, at báðir bremsupedalar við eins trýsti, dala eins langt niður.
3.2.9. Umsøkjarin skal hava kunnleika til hugtøkini viðbragdslongd, bremsulongd og steðgilongd. Umsøkjarin skal harafturat hava kunnleika til lutfallið millum bremsulongd og ferð (bremsulongdin verður t.d. 4 ferðir so long, um ferðin tvífaldast) og vitan um, at skapið á vegbreytini, vegtakið og hallið á akbreytini, eins og lastaviðurskifti kunna ávirka bremsulongdina. Umsøkjarin skal kenna týdningin av klárstøðu fyri viðbragdstíðina (klárstøða verður tikin við, at fóturin verður fluttur frá spidara til bremsupedal) og hava kunnleika til vandan við bremsum, sum bremsa skeivt og til vansan við at bremsa, so hjólini læsast.
3.2.10. Kunnleika til standfesti á traktorinum - undir hesum vandan við at hvølvast afturav og á liðina.
3.2.11. Kunnleika til ásetingarnar í ferðslulógini um ljósføring, til koyrikynstur við koyring í myrkri eins og kunnleika til, hvørji ljós og endurskin akfarið skal vera útgjørt við.
3.2.12. Kunnleika til ásetingarnar í ferðslulógini um bákn og tekn.
3.2.13. Kunnleika um vandan fyri kolsúrnieitran.
3.2.14. Kunnleika um, at sleppast kann undan óneyðugum gangi v.m. við rættari viðferð og røkt av traktorinum.
3.2.15. Endamálið við spurningunum er fyri at kunna gera av, um umsøkjarin hevur ein slíkan kunnleika til akfarið og tess viðferð, at viðkomandi kann staðfesta íkomnar feilir, sum kunna ávirka trygdina og kann koyra akfarið uttan vanda fyri ferðslutrygdina.
3.3. Umsøkjarin skal harumframt skjalprógva kunnleika til hesar ferðslureglur:
3.3.1. Tær ferðslureglur, sum hava týdning fyri koyringina av einum traktori.
3.3.2. Umsøkjarin skal við royndina einamest prógva nágreiniligan kunnleika til og skil fyri hesum ásetingum:
3.3.2.1. ta vanligu ásetingina um fyrilit og ansni í ferðsluni,
3.3.2.2. um frítt at fara hjá neyðsendarakførum v.m.,
3.3.2.3. um ferðslu yvir umløgu v.m.,
3.3.2.4. um skyldur, tá ferðsluóhapp er,
3.3.2.5. um nýtslu av ymsu farbreytunum og pláss á vegnum,
3.3.2.6. um pláss traktorsins, meðan sneitt og vent verður v.m.,
3.3.2.7. um at møta øðrum við bussteðgipláss,
3.3.2.8. um at møta øðrum, afturumlegging, framviðkoyring, farbreytagongd og flættireglu,
3.3.2.9. víkiskylduásetingarnar,
3.3.2.10. um skyldur mótvegis teimum, sum eru til gongu,
3.3.2.11. um ásetingar fyri steðging og parkering.
3.3.2.12. ferðslulógini ásettu reglur um ábyrgd og skyldur hjá koyrandi, undir hesum ásetingarnar um rúsdrekka- og promillukoyring eins og sjúku v.m.
3.3.2.13. Reglunnar ávísingar í ferðsluni, aðrar fyriskipanir fyri javning av ferðsluni, avmerkingar á vegnum - undir hesum ferðsluskelti og týdningurin av hesum (tó bert skelti, sum hava týdning fyri traktorar) - og annað av týdningi fyri ferðsluna.
3.4. Annað
3.4.1. Meðan spurt verður um viðferð av traktorinum og ferðslureglurnar, skal umsøkjarin sýna kunnleika til møguleikar fyri vanda og koyrikynstur í serligum støðum, t.d. koyring á ósløttum vegi, í regni, mjørka, kava og ísi eins og grundleggjandi kunnleika og kynstur til at steðga eini vandastøðu.
3.4.2. Umsøkjarin verður nágreiniliga spurdur um støður, sum møguleiki ikki er fyri at royna undir verkligu royndini á staðnum, t.d. ferðsluljós.
3.4.3. Hvør umsøkjari skal undir ástøðisroyndini spyrjast um evnini, sum eru fevnd av 3.2. og 3.3.
3.5. Verkliga royndin
3.5.1. Verkliga royndin verður framd í fjølbygdum øki. Próvdómarini metir um úrslitið úr einum persónbili, sum fylgir eftir traktorinum, eftir eini leið, sum er fastløgd frammanundan. Próvdómarin kann leiða royndina við samskifti um radio, um akførini eru útgjørd við slíkum.
3.5.2. Ávísingar fyri próvdómaran
3.5.2.1. Áðrenn royndina skal próvdómarin ansa eftir, at umsøkjarin sessast skynsamiliga (møguliga rættar uppá førarasetrið), og at umsøkjarin eygleiðir neyðug trygdartiltøk, t.d. við at rætta uppá føraraspeglar, og við at tryggja sær neyðugt neyðugt sýni gjøgnum rútarnar og við at royna tekngevingartól, bremsur og stýrigreiður.
3.5.2.2. Meðan royndin fer fram, skal próvdómarin serliga ansa eftir, um umsøkjarin heldur ferðslureglurnar, um umsøkjarin hevur skilt at laga koyringina til umstøðurnar (undir hesum ferð og rætt pláss á vegbreytini) í mun til hina ferðsluna og viðurskiftini við vegi, veðri og ljósi, og at umsøkjarin vísir neyðugt fyrilit fyri øðrum ferðandi, tá ferðslustøðan inniheldur ein ávísan vandamøguleika (vegkrossur, spælandi børn osv.), og at umsøkjarin ikki óneyðugt tarnar hinari ferðsluni.
3.5.2.3. Koyringin skal bera dám av neyðugum framskygni í mun til hina ferðsluna.
3.5.2.4. Tær ávísingar, sum eru neyðugar fyri at gjøgnumføra royndina, verða givnar av próvdómaranum áðrenn royndina, uttan so er, at royndin verður skipað yvir radio. Ávísingar mugu ikki verða givnar, ið kunnu vera atvold í at umsøkjarin handlar móti ferðslureglunum ella noyða umsøkjaran út í óvanligar ferðslustøður. Tað áliggur próvdómaranum at skipa so fyri royndini, at hon hevur minst møguligan ampa fyri hina ferðsluna.
3.5.3. Venjiroyndir
3.5.3.1. Próvdómarin skal leggja til merkis, um umsøkjarin áðrenn motorurin verður settur í gongd, hevur tryggjað sær, at traktorurin er í frígervi, og at handbremsan er spent.
3.5.3.2. Venjiroyndir verða framdar, so sum at byrja koyring, bremsing í undanbrekku, parkering framvið kanti á gongubreyt (um ongin kantur er, so við vegjaðaran) eins og bakking.
3.5.3.3. Bakking meðan sneitt verður við íkoplaðum viðfestivogni um eitt horn ella inn í innkoyring, portur ella líknandi (møguliga avmerkt).
3.5.3.4. Umsøkjarin skal vísa, at viðkomandi skilir at meta um fráleika og rætta ferð, eins og hann skilir at nýta bremsur rætt, tá sett verður í gongd í undan- og mótbrekku.
3.5.3.5. Á støðum har ferðsluviðurskiftini forða fyri, at royndin verður hildin undir so truplum umstøðum sum ynskt, eiga venjiroyndirnar at víðkast í passaligum vavi.
3.5.3.6. Koyringin fer fram við vanligari ferð, lutvíst har minni ferðsla er, lutvíst í tættari ferðslu og lutvíst á meira fríari breyt.
3.5.3.7. Koyrt verður í breiðum ferðsluæðrum, sum helst hava síðuvegir í báðum síðum. Leiðin verður løgd soleiðis, at ein lutvíst koyrir tvørtur um størri ferðsluæðrar, lutvíst sneiðir til vinstru og høgru inn á og burtur av hesum. Av serstøkum royndum, sum skulu fremjast meðan koyrt verður, kann t.d. verða nevnt:
3.5.3.7.1. Sneiðing til vinstru av gøtu við nógvari ferðslu inn á smalan síðuveg og øvugt.
3.5.3.7.2. Sneiðing til høgru inn á smalan síðuveg.
3.5.3.7.3. Sneiðing, serliga til vinstru, í størri vegkrossi við ferðsluljósi, ella har vegbreytin er býtt upp í fleiri farbreytir.
Skjal 7
Ásetingar um treytir og avmarkingar í koyrikortum
1. Felags ásetingar
1.1. Koturnar í hesum fylgiskjali vísa á treytir og avmarkingar fyri handhavar av koyrikortum og verða førdar inn í teig 12 á koyrikortinum.
1.2. Koturnar 200-500 verða tó altíð førdar inn í 12. teig á koyrikortinum undir ásetingarnar um bólkar. Aftaná kotuna verða í klombrum førdar inn dagfestingar fyri, nær rættindini halda uppat.
1.3. Við støði í møguligum tilmælum ella viðmælum frá læknaligum myndugleikum ella sakkønum próvdómara, tekur Akstovan avgerð um, hvørjar kotur skulu nýtast, tá koyrikort verður útgivið.
1.4. Koturnar í hesum skjali eru ásettar samsvarandi tí felags samskipaðu kotuskipan í londum í Europeiska Samveldinum, sbrt. skjali 1 í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort.
1.5. Koturnar í hesum skjali og tær treytir og/ella avmarkingar, sum fylgja hesum, hava gildi í Føroyum og londum í Europeiska Samveldinum, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort.
1.6. Koturnar 73-79 kunna verða nýttar við umbýting av koyrikortum, útgivin í londum, sum eru limir í Europeiska Samveldinum, ella londum, ið eftir avtalu við ES hava sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort, í tann mun koyrikortið fevnir um ein undirbólk fyri akfør í samsvari við ásetingarnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF um koyrikort.
1.7. Undirbólkarnir eru førdir inn í klombrum aftaná innihaldið av kotuni i teigin “Týdningur”.
2. Kotur, sum fylgja reglunum í ES-londunum
2.1. Førarin (læknaligar grundir):
01 Sjónarrætting skal nýtast tá koyrt verður
01.01 Brillur
01.02 Kontaktlinsur
01.03 Verndarbrillur
01.04 Ógjøgnumskygdar kontaktlinsur
01.05 Eygnaklaffi
01.06 Brillur ella linsur
02 Hoyritól (møguliga samskiftisútbúnaður) skal nýtast tá koyrt veður
02.01 Hoyritól til eitt oyra
02.20 Hoyritól til bæði oyru
03 Protesa ella ortopedisk bandaga til armar ella bein skal nýtast tá koyrt verður
03.01 Protesa ella ortopediskt bind til arm skal nýtast tá koyrt verður
03.02 Protesa ella ortopediskt bind til bein skal nýtast tá koyrt verður
04 Galdandi læknaváttan skal havast við tá koyrt verður
05 Koyringin er avmarkað av læknaligum ávum
05.01 Avmarkað til koyring um dagin (ein tíma eftir sólarris til ein tíma áðrenn sólsetur)
05.02 Avmarkað til koyring innan fyri ein radius (tal) frá bústaði handhavarans ella innan fyri (bý/bygd)
05.03 Handhavin má ikki hava ferðafólk í bilinum tá koyrt verður
05.04 Avmarkað til koyring við ferð, sum ikki er meira enn (tal) km/t
05.05 Koyrt má einans verða tá fylgisneyti, ið hevur koyrikort, er við í bilinum
05.06 Handhavin má ikki koyra vognrað
20.13 Koyrikortið er einans galdandi til hendan bólkin
20.14 Ongin alkoholnýtsla
2.2. Tilgerð av akfari:
10 Akfarið skal vera útgjørt við serliga tillagaðari gervisskipan
10.01 Manuellum gervisskifti
10.02 Sjálvvirkandi gervisskifti
10.03 Elektroniskum gervisskifti
10.04 Serliga tillagaðari gervisstong
10.05 Avmarkað tal av gervum
15 Akfarið skal vera útgjørt við serliga tillagaðari koblingsskipan
15.10 Serliga tillagaðum koblingspedali
15.02 Manuellari kobling
15.03 Sjálvvirkandi kobling
15.04 Koblingspedali sum kann leggjast saman ella takast av
20 Akfarið skal vera útgjørt við serliga tillagaðari bremsuskipan
20.01 Serliga tillagaðum bremsupedali
20.02 Stórum bremsupedali
20.03 Bremsupedali til vinstra fót
20.04 Bremsupedali við sálla
20.05 Skrástillaðum bremsupedali
20.06 Driftsbremsu at brúka við hond
20.07 Driftsbremsu við bremsukraftstyrkjara
20.08 Driftsbremsu við samanbygdari neyðbremsu
20.09 Serliga tillagaðari støðubremsu
20.10 Elektroniskari støðubremsu
20.11 Serliga tillagaðari støðubremsu sum kann nýtast við fótinum
20.12 Bremsupedali sum kann leggjast saman ella takast av
20.13 Driftsbremsa, sum verður ávirkað við knænum
20.14 Elektroniska driftsbremsu
25 Akfarið skal hava serliga tillagaða spitaraskipan
25.01 Serliga tillagaðan spitarapedal
25.02 Spitarapedal við sálla
25.03 Skráan spitarapedal
25.04 Spitara til hond
25.05 Spitara, sum kann nýtast við knænum
25.06 Servospitara (elektroniskan, luftstýrdan)
25.07 Spitarapedali settan vinstru megin bremsupedalin
25.08 Spitarapedali settan í vinstru síðu
25.09 Spitarapedal, sum kann leggjast saman ella takast av
30 Akfarið skal vera útgjørt við serliga tillagaðum samansetingum av bremsu og spitaraskipanum
30.01 Javnstillaðum pedalum
30.02 Pedalum sum hava (ella næstan hava) somu hædd
30.03 Spitara og bremsu við glíðing
30.04 Spitara og bremsu við glíðing til ortopediska bandagu
30.05 Spitara- og bremsupedali, sum kunnu leggjast saman ella takast av
30.06 Hækkaðum dúrki
30.07 Skilaplátu við síðuna av bremsupedali
30.08 Skilaplátu, serliga tilpassað protesu, við síðuna av bremsipedalinum
30.09 Spitara- og bremsupedalar skulu vera huldir
30.10 Serligum stuðli til hæl og/ella bein
30.11 Elektroniska bremsu og spitara
35 Akfarið skal hava serliga tillagaðar kontaktir o.a. (lyktir, rútaturkarar, floytu v.m.)
35.01 Kontaktirnar skulu vera tillagaðar soleiðis, at tær kunnu nýtast á ein slíkan hátt,
at akfarið kann koyrast á fult tryggan hátt
35.02 Kontaktir o.a. skulu vera soleiðis tillagað, at tey kunnu nýtast,
uttan at tað skal vera neyðugt at sleppa stýrinum
35.03 Kontaktir o.a. skulu vera soleiðis tillagað, at tey kunnu nýtast,
uttan at tað skal vera neyðugt at sleppa stýrinum við vinstru hond
35.04 Kontaktir o.a. skulu vera soleiðis tillagað at tey kunnu nýtast,
uttan at tað skal vera neyðugt at sleppa stýrinum við høgru hond
35.05 Kontaktir o.a. skulu vera soleiðis tillagða, at tey kunnu nýtast,
uttan at tað skal vera neyðugt at sleppa stýrinum ella tí samansettu
spitara- og bremsuskipanini
40 Akfarið skal vera útgjørt við serliga tillagaðum stýrisútbúnaði
40.01 Servostýring
40.02 Styrktari servostýring
40.03 Stýring við serligari backup skipan
40.04 Longdari rættstammu
40.05 Stýri, sum er serliga tillagað (størri, minni, tjúkri vm.)
40.06 Stýri, sum er stillað skrátt
40.07 Stýri, sum er stillað loddrætt
40.08 Stýri, sum er stillað vatnrætt
40.09 Útgerð, tillaga at stýra við fótinum
40.10 Annar serliga tilgjørdur stýrisútbúnaður (joy-stikk vm.)
40.11 Stýrisknøttur
40.12 Stýrimanchett (ortipediskur tilbúnaður festur í stýrið)
40.13 Við tenodese-ortese
42 Akfarið skal hava serliga tillagaðar speglar
42.01 Spegil uttan í høgru síðu
42.02 Spegil uttan (við hita) fest á forskerm
42.03 Eyka føraraspegil innan
42.04 Panorama føraraspegil innan
42.05 Spegl, sum eru serliga tilgjørd at minka um blind økir
42.06 Spegl, sum kunnu stillast elektriskt
43 Akfarið skal vera útgjørt við førarasæti, sum er serliga tillagað
20.13 Førarasæti sett so høgt at førarin hevur gott útsýni, men samstundis sett soleiðis at vanlig frástøða er bæði til stýrið og pedalir
43.02 Førarasæti, sum er serliga tilgjørt eftir bygnaðinum á føraranum
43.03 Førarasæti við stuðlum í báðum síðum
43.04 Førarasæti við armstuðlum
43.05 Førarasæti, sum er sett á (longdan) glíðiskinnara
43.06 Trygdarbelti, sum kann stillast
43.07 H-trygdarbelti
44 Serlig tillaging av motorsúkklum
44.01 Samskipað handfaring av báðum bremsum
44.02 Serliga tillagaða hondbremsu
44.03 Serliga tillagaða fótbremsu
44.04 Serliga tillagað spitarahandtak
44.05 Kopling og gervisskifti at nýta við hond
44.06 Føraraspegil
44.07 Eftirlitslampa til blunk- og bremsuljós
44.08 Førarasæti sett í eina hædd, sum tryggjar at førarin, tá hann situr, nær jørðina við báðum beinum samstundis
45 Motorsúkkla kann einans koyrast við síðuvogni
50 Koyringin er avmarkað til akfar við stelnummar (....)
51 Koyringin er avmarkað til akfar við skrásetingarnummari (...)
55 Samansettar tillagingar av akførum
3. Fyrisiting
70 Koyrikortið er útskrivað (umbýtt) grundað á eitt danskt, grønlandskt ella annað útlendskt koyrikort (aftan á koduna er nummarið á umbýtta koyrikortinum og tjóðareykenni skrivað)
71 Koyrikortið er eitt endurrit (aftan á kotuna er skrivað nummarið á fyrra koyrikortinum)
72 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki A sum hava eina slagvolumu á í mesta lagi 125 cc og við motoreffekt á í mesta lagi 11 kW (undirbólkur A1)
73 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki B av slagnum tríhjólaðar motorsúkklur og kvadrisúkklur við motori (undibólkur B1)
74 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki C við loyvdari heildarvekt á í mesta lagi 7500 kg (undirbólkur C1)
75 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki D við í mesta lagi 16 sitiplássum umframt førarasæti (undirbólkur D1)
76 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki C við loyvdari heildarvekt sum í mesta lagi er 7500 kg (C1) við viðfestum akfari við loyvdari heildarvekt meira enn 750 kg, um samlaða heildarvektin á vognraðnum er í mesta lagi 12000 kg og loyvda heildarvektin á viðfestiakfarinum ikki verður meira enn tænastuvektin á dragandi akfari (undirbólkur C1+E)
77 Koyringin er avmarkað til akfør í bólki D við í mesta lagi 16 sitiplássum umframt førarasetrið (D1) við einum viðfestisakfari við loyvdari heildarvekt meira enn 750 kg treytað av:
a) at samlaða heildarvektin á vognraðnum er í mesta lagi 12000 kg og loyvda heildarvektin á viðfestiakfarinum ikki verður meira enn tænastuvektin á dragandi akfari, og
b) viðfestiakfarið ikki verður nýtt til fólkaflutning (undirbólkur D1+E)
78 Koyringin er avmarkað til koyring við sjálvvirkandi gervum
79 Koyringin er avmarkað til koyring við teimum í klombrum tilskilaðu ásetingum
90 Minni týðandi kotur og undirkotur
90.01 til vinstru
90.02 til høgru
90.03 vinstra
90.04 høgra
90.05 hond
90.06 fótur
90.07 nýtiligur
95 Førari, sum er handhavi av einum førleikaprógvi, sum lýkur kravið um vinnuførleikar í ES reglugerð 2003/59/EF til .......[t.d. 95(01.07.2021)]
4. Heimligar kotur
100 Handhavin hevur einans rætt at koyra motorsúkklu uttan síðuvogn
125 Handhavin hevur einans rætt at koyra trýhjólaða motorsúkklu
150 Handhavin skal nýta brillur ella linsur, tá hann koyrir akfør í bólkunum C, C/E, D og D/E, í sambandi við vinnuligan fólkaflutning og í sambandi við virksemi sum koyrilærari
175 Handhavin hevur einans rætt til at koyra lítið prutl
176 Handhavin kann ikki koyra lítið prutl
180 Koyrikortið er ikki galdandi til koyring í Føroyum
190 Koyrikortið er útskrivað grundað á eitt føroyskt koyrikort
200 Handhavin hevur koyrikort til traktor
250 Handhavin hevur gjøgnumgingið skeið í fyrstuhjálp
400 Handhavin hevur koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk B
425 Handhavin hevur koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk D
450 Handhavin hevur koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D
500 Handhavin er góðkendur sum koyrilærari til bólkarnar AM (lítið og stórt prutl) og A
525 Handhavin er góðkendur sum koyrilærari til bólk B
550 Handhavin er góðkendur sum koyrilærari til bólkarnar B, B/E, C, C/E, D og D/E
Skjal 8
Ásetingar um skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni
1. Endamál
1.1. Endamálið er at veita luttakaranum ta vitan, tann dugnaskap og tann hugburð, sum ger viðkomandi føran fyri at veita fyrstuhjálp í sambandi við ferðsluvanlukkur.
2. Útbúgvingarmál
2.1. Tá skeiðið er lokið, skal skeiðluttakarin kunna:
2.1.1. bera seg hóskandi at á einum skaðastaði, undir hesum megna at viðgera fleiri skaddar persónar og taka neyðugt fyrivarni fyri, ikki sjálvur at koma til skaða,
2.1.2. veita grundleggjandi uppafturlíving hjá persóni, sum ikki dregur andan og er uttan lívstekin,
2.1.3. veita fyrstuhjálp fyri eyðkendum skaðum í sambandi við ferðsluvanlukkur, og
2.1.4. fyribyrgja skelki, og undir hesum tosa róliga við tann/tey skaddu.
3. Slag av skeiðum
3.1. Umsøkjarar, ið ynskja koyrikort til bólk AM (lítið prutl og stórt prutl), skulu hava framt skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar og onnur sum taka koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava framt eitt vanligt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.
4. Útbúgvingarvavið
4.1. Skeiðini fevna um frálæru í 8 tímar og innihalda 4 tímar í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni ella 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.
5. Fremjan
5.1. Frálæran í fyrstuhjálp í ferðsluni, skal fara fram í samsvari við frálæruætlanirnar hjá Dansk Førstehjælpsråd um grundleggjandi uppafturlíving og fyrstuhjálp í ferðsluni.
5.2. Frálæran skal vera fyriskipað av lærara, ið er skrásettur hjá Dansk Førstehjælpsråd.
5.3. Dentur skal í frálæruni vera lagdur á, hvussu ein í veruleikanum eigur at bera seg at á einum skaðastaði. Frálæra við dømum og dugnaskapi, skal vera bygd á eyðkend sløg av vanlukkum og skaðum, sum kunnu koma fyri á einum skaðastaði á ferðslulógarinnar øki.
5.4. Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni, skal fevna um lutmál av fyribyrgjandi slagi, fyri at geva skeiðsluttakaranum vitan um tey vanlukkufyribyrgjandi tiltøk, ið kunnu setast í samband við nýtsluna av einum akfari hjá tí, sum hevur ognað sær koyrikort.
6. Skeiðsprógv
6.1. Tá fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni er lokið, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv.
Skjal 9
Minstakrøv til førleikar og útbúgving, sum vinnuførari
1. Evnisyvirlit
1.1. Teir kunnleikar, sum hædd skal takast fyri í sambandi við grundleggjandi førleikakrøv og eftirútbúgving av vinnuførarum, skulu í minsta lagi fevna um teir partar, sum eru nevndir niðanfyri. Persónar, sum ætla at gerast vinnuførarar, skulu hava rokkið einum slíkum støði av kunnleika og verkligum førleika, sum er neyðugt fyri, at tey á tryggan hátt kunnu koyra eitt akfar í viðkomandi koyrikortbólki.
2. Eftirútbúgving í skynsamari koyring við høvuðsdenti á trygd
Galdandi fyri øll koyrikort
2.1.Mál: Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við orkuflutningi fyri at kunna fáa sum mest burturúr orkuni,
2.1.1. snúningsmáttur í motorinum,
2.1.2. árinsstrikumynd og strikumynd av brennievnisnýtslu,
2.1.3. optimalt koyriøki á snúningsteljara,
2.1.4. strikumynd fyri hvussu gearini umskarast.
2.2. Mál: Kunnleiki til sermerktu eginleikarnar við trygdarskipanum og hvussu hesir virka við tí fyri eyga, at hava tamarhald á akfarinum, minka um slit og fyribyrgja brekum,
2.2.1. serlig eyðkenni við trýstluft/hydrauliskum bremsuskipanum,
2.2.2. mørk fyri nýtslu av bremsum og retardara,
2.2.3. samansett nýtsla av bremsum og retardara,
2.2.4. besta val av ferð og gearum,
2.2.5. nýtsla av akfarsins treka (inerti),
2.2.6. nýtsla av ymiskum háttum at seta ferðina niður og bremsing við koyring í undanbrekku,
2.2.7. atgerð við virkisbrek.
2.3. Mál: At fáa sum mest burturúr brennievnisnýtsluni,
2.3.1. at fáa sum mest burturúr brennievnisnýtsluni við at bera seg at, sum ein hevur lært undir pkt. 1.1 og 1.2.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
2.4. Mál: At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og røttu nýtsluna av akfarinum,
2.4.1. ávirkan av mátti á akfarið meðan koyrt verður,
2.4.2. nýtsla av ymiskum gearum alt eftir hvussu akfarið er lasta og longdarskurði á vegnum,
2.4.3. útrokning av nyttulast hjá akfari ella vognraði,
2.4.4. útrokning av stødd á lastrúmi,
2.4.5. hvussu farmurin verður frásettur í lastrúmi,
2.4.6. fylgjur av ov stórum ástrýsti,
2.4.7. akfarsins stabilitetur og tyngdarpunkt,
2.4.8. sløg av pakkitilfari og plattar.
2.4.9. høvuðsbólkar av góðsi, ið krevja surring,
2.4.10. trygdar- og surringsmannagongdir,
2.4.11. nýtsla av reimum til surringar,
2.4.12. eftirlit við surringsútbúnaði,
2.4.13. nýtsla av útgerð til handfaring av góðsi,
2.4.14. nýtsla av presending.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
2.5. Mál: At kunna taka sær av trygd og vælveru hjá ferðafólkunum,
2.5.1. javning av rørslum til síðurnar og uppá longs,
2.5.2. felags nýtsla av vegakervinum,
2.5.3. pláss á akbreytini,
2.5.4. smidlig bremsing,
2.5.5. úthang,
2.5.6. nýtsla av serligum infrakervum (almenn øki, serligar koyribreytir),
2.5.7. loysn av tvídrátti millum trygga koyring og aðrar av førarans uppgávum,
2.5.8. samband við ferðandi og serlig sjónarmið, tá koyrt verður við ávísum sløgum av ferðandi (rørslutarnað, børn).
2.6. Mál: At kunna lasta eitt akfar, samstundis sum ein lýkur trygdarkrøvini og røttu nýtsluna av akfarinum,
2.6.1. ávirkan av mátti á akfarið meðan koyrt verður,
2.6.2. nýtsla av ymiskum gearum alt eftir hvussu akfarið er lasta og longdarskurði á vegnum,
2.6.3. útrokning av nyttulast hjá akfari ella vognraði,
2.6.4. hvussu farmurin verður frásettur í lastrúmi,
2.6.5. fylgjur av ov stórum ástrýsti,
2.6.6. akfarsins stabilitetur og tyngdarpunkt,
3. Nýtsla av reglunum
Galdandi fyri øll koyrikort
3.1. Mál: Kunnleiki til samfelagsliga samanhangið og reglurnar í vegaflutningsskipanini,
3.1.1. sermerktar arbeiðstíðsreglur fyri flutning,
3.1.2. meginreglur í ES fyriskipan nr. 3820/85 frá 20. december 1985 um harmonisering av ávísum ásetingum á samfelagsliga økinum innan vegaflutningsskipanina,
3.1.3. meginreglur í ES fyriskipan nr. 165/2014 frá 4. februar 2014 um ferðskrivarar (takografar) í vegaflutningsskipanini,
3.1.4. nýtsla og avleiðingar,
3.1.5. sanktiónir fyri manglandi, skeivum ella svikafullari nýtslu av ferðskrivara (takografi),
3.1.6. kunnleiki til samfelagsliga samanhangið í vegaflutningsskipanini: rættindi og skyldur førarans hvat viðvíkur grundleggjandi førleikum og eftirútbúgving.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
3.2. Mál: Kunnleiki til reglurnar á góðsflutningsøkinum,
3.2.1. flutningsloyvir
3.2.2. skyldur samsvarandi standardsáttmálum fyri flutning av góðsi,
3.2.3. uppseting av skjølum, sum geva einum sáttmála ítøkiligt skap,
3.2.4. altjóða flutningsloyvir,
3.2.5. skyldur í mun til CMR sáttmálan um altjóða flutning av góðsi á vegi,
3.2.6. uppseting av altjóða farmabrævi,
3.2.7. koyring tvørtur um landamørk,
3.2.8. speditørar og serlig fylgiskjøl til góðs.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
3.3. Mál: Kunnleiki til reglurnar fyri flutning av ferðafólki,
3.3.1. flutningur av serligum bólkum,
3.3.2. trygdarútgerð inni í bussinum,
3.3.3. trygdarbelti,
3.3.4. lasting av akfarinum.
4. Heilsa, ferðslutrygd og umhvørvistrygd, tænasta og vørustreymssamskipan (logistik)
Galdandi fyri øll koyrikort
4.1. Mál: At gáa eftir vandum í ferðsluni og arbeiðsóhappum,
4.1.1. sløg av arbeiðsóhappum á flutningsøkinum,
4.1.2. hagtøl fyri ferðsluóhappum,
4.1.3. íblanding av stórum akførum,
4.1.4. menniskjaligar, útbúnaðarligar og fíggjarligar avleiðingar.
4.2. Mál: At fyribyrgja brotsverkum og menniskjasmugling,
4.2.1. almenn vitan,
4.2.2. avleiðingar fyri bilføraran,
4.2.3. fyribyrgjandi atgerðir,
4.2.4. minnislisti,
4.2.5. lóggáva um ábyrgdina hjá flutningsfyritøkuni.
4.3. Mál: At fyribyrgja likamligum vandum,
4.3.1. arbeiðsskipanarlæra
4.3.2. vandamiklar rørslur og støður,
4.3.3. likamlig venjing,
4.3.4. venjing í handfaring av góðsi og persónlig verndarútgerð.
4.4. Mál: At vera tilætlaður um týdningin av likamligum og sálarligum førleika,
4.4.1. meginreglur um heilsugóðar matvanar, sum eru í javnvág,
4.4.2. ávirkan av rúsdrekka, heilivági og øðrum evnum, ið kunnu broyta atferðina,
4.4.3. tekin um møði og overving og orsøkir og ávirkan av hesum,
4.4.4. grundleggjandi týdningur av broyting millum arbeiði og hvíld.
4.5. Mál: At meta um neyðstøður,
4.5.1. atferð í neyðstøðum:
4.5.2. meta um støðuna,
4.5.3. fyribyrgja at vanlukkan versnar,
4.5.4. biðja um hjálp,
4.5.5. hjálpa skaddum og veita fyrstuhjálp,
4.5.6. atferð við eldsbruna,
4.5.7. burturflutningur av fólki í tungum vinnuakførum og ferðafólkum í bussi,
4.5.8. syrgja fyri trygd hjá ferðandi,
4.5.9. atferð í sambandi við øði,
4.5.10. høvuðsmeginreglur fyri útfyllan av felags skaðafráboðan.
4.6. Mál: At kunna laga sín atburð til ein slíkan hátt, sum stuðlar undir at hækka ímyndina av einum tænastuvirki,
4.6.1. atburður og ímynd vinnuførarans:
4.6.2. týdningurin fyri virkið av dygdini á tænastuni, sum førarin veitir,
4.6.3. ymisku leiklutir førarans,
4.6.4. ymisk sløg av fólki, sum førarin hevur samband við,
4.6.5. røkt av akfarinum,
4.6.6. skipan av arbeiðinum
4.6.7. handilsligar og fíggjarligur avleiðingar av trætum.
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar C, C/E, C1 og C1/E
4.7. Mál: Kunnleiki til fíggjarliga samanhangin fyri góðsflutning í vegaflutningsskipanini og marknaðarskipanina,
4.7.1. góðsflutningur eftir vegi í mun til aðrar flutningshættir (kapping, speditørar)
4.7.2. ymiskt virksemi í vegaflutningsskipanini (flutningur fyri rokning hjá triðjaparti, egið virkið, atknýtt flutningsvirksemi),
4.7.3. høvuðssløg av virkjum, sum flyta góðs og atknýtt flutningsvirksemi og hvussu tey eru skipað,
4.7.4. servitan um flutning (tangar, máta hita v.m.),
4.7.5. framgongd í góðsflutningsvinnuni á landi (størri val av tænastum, samskipan av flutningi millum veg og sjógv, sáttmáli við undirarbeiðstakarar).
Galdandi fyri koyrikort til bólkarnar D, D/E, D1 og D1/E
4.8. Mál: Kunnleiki til fíggjarliga samanhangin fyri ferðafólkaflutning í vegaflutningsskipanini og marknaðarskipanina,
4.8.1. ferðafólkaflutningur eftir vegi í mun til aðrar flutningshættir (persónbilar, tok),
4.8.2. ymiskt virksemi fyri ferðafólkaflutningi eftir vegi,
4.8.3. koyring um landamørk (altjóða fólkaflutningur),
4.8.4. høvuðssløg av virkjum, sum fremja ferðafólkaflutning eftir vegi.
Skjal 10
Prutlfrálæran til lítið prutl fyri persónar yngri enn 18 ár
1. Frálæran
1.1. Frálæran fer fram eftir leiðreglunum “Knallertuddannelsen for unge under 18 år”, sum Sikker Trafik hevur latið gjørt.
1.2. Prutlfrálæran fevnir um ástøðiliga og verkliga frálæru og er ætlað at geva næmingunum vitan, dugnaskap og fatan av vandaviðurskiftum, og sum gera tey før fyri at koyra á lítlum prutli á ein ferðslutryggan og vandaleysan hátt.
1.3. Til allan venjingarakstur skal næmingurin nýta fastspentan fallhjálm.
1.4. Til venjingarakstur á vegi skal næmingurin vera latin í ein ferðsluvest við endurskinum framman og aftan og áskrift á bakinum: “Venjingarakstur”.
1.5. Allur venjingarakstur skal vera undir støðugum eftirliti av læraranum, sum í mesta lagi kann hava eftirlit við 3 næmingum í senn.
1.6. Lærarin skal ansa eftir, at treytirnar um nýtslu av fallhjálmi og vesti, eru loknar. Lærarin skal harafturat ansa eftir, at næmingurin við koyring á hóskandi venjingarøki, hevur nomið sær slíkan dugnaskap, at koyring á vegi kann fara fram, uttan vanda fyri onnur ella næmingin sjálvan.
1.7. Í sambandi við, at skúlatímarnir verða hildnir, skal lærarin so hvørt skráseta, um ein næmingur hevur verið burturstaddur.
2. Krøv til prutl, sum verða nýtt til venjingarakstur og verkliga roynd
2.1. Við venjingarakstur og verkliga roynd, verður nýtt eitt tvíhjólað prutl, sum hevur ein brennimotor, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t (lítið prutl). Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og studdbein til síðuna ella mitt fyri. Prutlið skal harafturat verða útgjørt við ferðmátara.
2.2. Venjingarakstur og verklig roynd fer fram á prutli, sum næmingurin kann hava við sær. Prutlið skal vera skrásett og í lógligum standi. Í sambandi við venjingarakstur, gevur Akstovan næmingingum loyvi til koyring við prutlinum millum heim og undirvísingarstað í frálærutíðarskeiðinum. Næmingurin skal hava loyvið hjá sær undir koyring.
2.3. Er ein næmingur orsakað av avlami ikki førur fyri at koyra eitt tvíhjólað prutl, kann Akstovan loyva, at næmingurin í staðin nýtir eitt tríhjólað lítið prutl til venjingarakstur og verkliga roynd. Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og ferðmátara. Prutlið skal vera skrásett, og í lógligum standi.
3. Ástøðisroynd
3.1. Endamálið við ástøðisroyndini er at meta um næmingurin hevur nomið sær neyðuga vitan um tey evnir, sum leiðreglurnar hjá Sikker Trafik fyri prutlfrálæruna fevna um.
3.2. Ástøðisroyndin verður hildin á Akstovuni.
3.3. Ástøðisroyndin er skrivlig og verður framd við at nýta myndarøð við spurningum og svarmøguleikum, sum eru tosað inn á teldu. Næmingurin krossar svarið á telduskermin og metingaroyðublað til bólk AM (lítið prutl), verður latið næminginum, tá ástøðisroyndin er liðug.
Serroynd
3.4. Næmingur, sum orsakað av serligum viðurskiftum, ið skulu vera skjalprógvað, ikki kann gjøgnumføra eina vanliga ástøðisroynd, kann verða vístur til eina serroynd, har próvdómarin t.d. lesur spurningarnar ella hjálpir við at krossa av, eftir ávísing frá næminginum.
Meting av ástøðisroynd
3.5. Avkrossaðu svarini verða mett eftir rættivegleiðing hjá Akstovuni, sum er skrásett í telduskipanini. Á metingaroyðublaðnum sæst, hvussu nógvar myndir eru, og hvussu nógvar myndir skulu svarast rætt fyri at standa royndina. Eisini sæst, hvussu nógvar myndir eru rætt svaraðar. Á metingaroyðublaðnum sæst harumframt, um royndin er staðin ella ikki staðin, og skeiv svar verða lýst við tilvísing til viðkomandi part í frálæruætlanini. Metingaroyðublaðið verður latið næminginum til kunningar, beint eftir at ástøðisroyndin er liðug.
4. Verklig roynd
4.1. Endamálið við verkligu royndini er at meta um næmingurin hevur nomið sær tann dugnaskap og ta atferð, sum eru ásett sum mál í leiðreglunum hjá Sikker Trafik fyri prutlfrálæruna.
4.2. Verkliga royndin verður hildin við einum næmingi um ferðina, og próvdómarin fylgir í bili eftir næminginum og hevur tráðleyst telesamband við næmingin. Tíðin ið er sett av til verkligu koyriroyndina, herundir meting av dugnaskapi og atferð í ferðsluni, má ikki vera minni enn 15 minuttir.
4.3. Næmingurin skal vísa evnini at kunna seg og handfara akfarið undir passaliga truplum veg- og ferðsluumstøðum, sum svara til lutmáls ásetingarnar í frálæruætlanini.
4.4. Verkliga royndin verður framd og mett í samsvari við parti I – Verklig roynd, í leiðreglum fyri prutlfrálæruna útgivið av Sikker Trafik.