Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. apríl 2008Nr. 13
Kunngerð um broyting í kunngerð um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA)
§ 1
Í kunngerð nr. 20 frá 14. mars 2005 um koppseting fyri ILA (Infectious salmon anaemia, ISA) verður § 12 orðað soleiðis:
“§ 12. Tá ILA-koppsettur kommersiellur fiskur verður settur út í einum aliøki, skal royndarfiskur, bæði sentinel fiskur og kontrolfiskur, verða settur út í sama øki.
Stk. 2. Setast skulu út tveir bólkar av sentinel fiski og, fyri hvørt ISA-koppingarevni, sum er nýtt til kommersiella fiskin í alibrúkinum, tveir bólkar av kontrolfiski.
Stk. 3. Í hvørjum einstøkum alibrúki skulu royndareindirnar vera av sama slagi og stødd. Talið av royndarfiskum, ið skal vera í minsta lagi 5000, skal vera tað sama í øllum royndareindunum.
Stk. 4. Eftir loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann royndarfiskur verða settur út í eindum, sum eru av sama slagi og stødd sum kommersiellu eindirnar í alibrúkinum. Tættleikin av royndarfiski skal tá vera tann sami, sum í kommersiellu eindunum.
Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4 skal talið av sentinel fiski ongantíð verða størri partur enn 20% av samlaða talinum av útsettum fiski í alibrúkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 22. apríl 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)