Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. januar 1990Nr. 13
Kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving, sum broytt við kunngerð nr. 116 frá 24. oktober 2005
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving hevur landsstýrið fyrisett:
1. táttur.
Endamál og ásetingar.
§ 1. Útbúgvingin eftir hesi kunngerð hevur til endamáls at útbúgva námsfrøðingar til vøggustovur, barnagarðar, barna- og frítíðarheim, stovnar til brekað/tarnað, viðgerðarstøðir og annars har námsligt virksemi er.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva tann greinliga námsliga kunnleika og starvsliga førleika, ið neyðugur er, at leggja ætlan um og at menna uppalingarvirksemi við børnum, ungum og vaksnum í samfelagnum, har ið tey búleikast, ella á einumhvørjum stovni.
Stk. 3. Útbúgvingin skal geva kunnleika um og innlit í tær samfelagsligu fyriskipanir og lógir, ið viðvíkja menningartarnaðum, og kunnleika um og at fata samfelagslig og sálarfrøðilig viðurskifti, sum kunnu elva til samfelagsligar trupulleikar og lívsvandamál.
Stk. 4. Útbúgvingin skal fremja eginmenningina hjá tí lesandi so at hann fær innlit og tilvitsku um egnan og annara virðileik, áskoðanir og støðutakan bæði til viðskiftafólk og samfelagsligar spurningar.
Stk. 5. Útbúgvingin skal sum heild menna evni hins lesandi at samskipa ymisk greinaøki við teirri ætlan at kunna lýsa, greina sundur og virka samsvarandi greinligum og siðafrøðiligum stevnumiðum.
§ 2. Útbúgvingin varir 31/2 ár.
Stk. 2. Útbúgvingarleiðsla verður skipað við rektaranum á Føroya Læraraskúla, starvsleiðaranum, einum lærara, ið umboðar náms- og sálarfrøði, einum lærara, ið umboðar virkisgreinirnar, einum lærara, ið umboðar aðrar lærugreinir, tveimum umboðum við námsfrøðiligari útbúgving, sum starvast annað á dag- og hitt á bústovnaøki, vald eftir tilmæli frá Føroya Pedagogfelag, og tveimum umboðum fyri tey lesandi.
§ 3. Útbúgvingin verður skipað við einari 2-ára støðisútbúgving og 11/2 ára greinaútbúgving og serlestri.
Stk. 2. Støðisútbúgvingin skal miða ímóti einari hollari og rúmari felagsvitan um tey evni, sum tey lesandi skulu grunda eina framhaldandi útbúgving á, samstundis sum møguleikar verða at fáa eitt ávíst innlit í tær ymisku greinir, sum útbúgvingin við greina- og serlestri kann miða ímóti.
Stk. 3. Eftir lidna støðisútbúgving verður arbeitt sera gjølla við avmarkaðum greiðsluevnum í sambandi við ymisk samfelagsnámslig virkisøki, samstundis sum miðað verður ímóti, at tey lesandi verða før fyri at samansjóða teir ymisku útbúgvingarpartarnar í eina heild.
Stk. 4. Ta seinastu lestrarhálvuna skulu tey lesandi við kønari leiðbeining arbeiða sjálvstøðugt og/ella í samstarvi við onnur við ávísum greinevni (-um) á teimum virkisøkjum, sum tann lesandi ognar sær fortreytir fyri sjálvstøðugari eftirútbúgving.
§ 4. Útbúgvingin byggir á fyrilestrar, bólkarbeiði og samtalu.
Stk. 2. Harumframt verður dentur lagdur á, at tey lesandi eru virkin eisini sínámillum og í samarbeiði við lærarar og møguliga onnur. Tey skulu leggja ætlan, kanna og viðgera spurningar í dyggum sambandi við samfelagsveruleikan, so at tey fáa alt betri innlit í og fatan um teir spurningar, ið viðgjørdir verða. Spurningarnir verða viðgjørdir við ymiskum sjónarmiðum sum grundarlagi tvørtur um vanligt lærugreinamark, og teir avgera ástøði, virkishættir og amboð.
Stk. 3. Lærarans lutur verður ikki bara at bera ávísa vitan fram, heldur verður lutur lærarans at stuðla uppundir, seta í gongd, verða ráðgevi o.s.fr.
§ 5. Lestrarleiðbeiningin eigur at verða skipað soleiðis, at hon stuðlar tí lesandi til at fáa nágreiniligt innlit í útbúgvingina, at fáa natúrligt samljóð í alt lestrarskeiðið og at arbeiða sjálvstøðugt og nágreinliga eisini í samlagi við øðrum.
2. táttur.
Upptøka til útbúgvingina.
§ 6. Upptøka til hesa útbúgving krevur, at umsøkjarin umframt at hava gingið 9 ár í skúla hevur staðið hægri fyrireikingarroynd, ella hevur lærlingaútbúgving, ella hevur lokið studentsprógv ella hægri handilsskúlaprógv, ella kann prógva samsvarandi kunnleika.
Stk. 2. Umsøkjari kann hava fyrireikað seg til upptøku á annan hátt, sum støða verður tikin til í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 3. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur starvast í dag- ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár.
§ 7. Útbúgvingarleiðslan er upptøkunevnd.
3. táttur.
Útbúgvingarevni og -vav.
§ 8. Útbúgvingin fevnir um greinirnar sálarfrøði, námsfrøði, samfelagsfrøði, náttúruna, føroyskt, virkisgreinir, greinaevni, taluvenjing, siðalæru, rørslumenning og kropsliga/námsliga viðgerð, lestrarhegni, stovnslæru og starvslæru.
Stk. 2. Harumframt fevnir útbúgvingin um lestrarleiðbeining, skeiðvikur, tilval, serlestur og námsferð.
§ 9. Landsskúlastjórin kann eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðsluni gera av, at útbúgvingin, ið fingin er aðrastaðni, kann verða roknað uppí hesa útbúgving.
§ 10. Útbúgvingin sbr. § 2, stk. 1 verður skipað í 7 árshálvur á 20 vikur.
§ 11. Undirvísingartímatalið tilsamans í teimum einstøku greinunum sbr. § 8 er:
|
Sálarfrøði |
|
296 tímar |
|
Námsfrøði |
|
250 tímar |
|
Samfelagsfrøði |
|
179 tímar |
|
Náttúran |
|
108 tímar |
|
Føroyskt |
|
219 tímar |
|
Virkisgreinir |
|
612 tímar |
|
Kravd evni |
|
235 tímar |
|
Serlestrarástøði |
|
150 tímar |
|
Tilval, felagstímar o.a. |
|
258 tímar |
|
Serskeið/skeiðvikur |
|
150 tímar |
|
Starvslæra |
|
1400 tímar |
|
Lestrarleiðbeining |
|
258 tímar |
Harumframt fevnir útbúgvingin um at vitja á stovnum og eina námsferð í 2 vikur.
Stk. 2. Serlesturin, sum nevndur er í § 8, stk. 2, verður í 7. árshálvu, uppí eru roknaðar 6 vikur til undirvísing á læraraskúlanum í ástøði í sambandi við serlesturin, og 9 vikur eru roknaðar til sjálvstøðugt arbeiði við serlestraruppgávuni.
§ 12. Undirvísingarárið verður skipað í skemavikur, verkætlanarvikur, starvslæruvikur, skeiðvikur, serlestrarvikur og royndarvikur. Útbúgvingarleiðslan leggur ársvikuætlan sbr. §§ 10 og 11 og rektarin staðfestir hana.
Stk. 2. Rektarin skipar fyri greina- og tímabýtinum millum lærararnar.
Stk. 3. Um so er, at fleiri lærarar undirvísa í somu grein ella á sama skeiði, so tekur rektarin avgerð um, hvør lærari skal hava ábyrgdina av at leggja undirvísingina til rættis og samskipa hana.
Stk. 4. Landsskúlafyrisitingin skal góðkenna tær í stk. 1 og 2 nevndu fyriskipanir.
§ 13. Landsskúlaráðið ásetir reglur um endamálið við undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum ella lærugreinabólkunum og sendir út leiðbeinandi lesiætlanir.
4. táttur.
Undirvísingarskylda.
§ 14. Tey lesandi hava skyldu at verða við í undirvísingini á læraraskúlanum og á starvslærustovnunum. Landsskúlastjórin kann í samráði við útbúgvingarleiðsluna áseta gjøllari reglur um nevndu skyldu.
Stk. 2. Kanningar- og námsferðir koma eisini undir skylduna í stk. 1.
§ 15. Seinast í hvørjum útbúgvingarári tekur rektarin støðu til, um tann lesandi lýkur treytirnar at halda fram við útbúgvingini. Í sambandi við avgerðina skal rektarin ansa eftir, at støðug innanhýsis eftirmeting er á læraraskúlanum, og at spurningar hesum viðvíkjandi verða tiknir upp í læruráðnum.
Stk. 2. Rektarin kann, eftir samráðing við lærararáðið, játta tí lesandi at halda fram um hann heldur seg kunna bøta um útbúgvingargrundarlagið og so standa royndina, sum verður skipað seinast í støðisútbúgvingini.
Stk. 3. Um so er, at lesandi av øðrum orsøkum verður biðin um at gevast við útbúgvingini, so kann bara rektarin taka tílíka avgerð eftir tilmæli frá lærararáði og útbúgvingarleiðslu.
Stk. 4. Tann lesandi hevur rætt til í seinasta lagi 1 mánað eftir tílíka avgerð, sum nevnd er í stk. 1 og stk. 2, at leggja avgerð rektarans fyri landsskúlastjóran.
5. táttur.
Próvtøkan.
§ 16. Í seinasta lagi 3 vikur fyri ásetta royndardagin kann tann lesandi stilla seg inn til endaliga roynd, samstundis sum hann boðar frá, um ætlanin er at fara upp einsamallur ella í bólki.
§ 17. 1) Við dømingina verða givin próvtøl eftir 13 stiganum, Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/ Ikki góðkent, sbr. Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming.
Stk. 2. Tá ið mett verður um starvslæruna og serlestraruppgávuna, verða bara støðismetini Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/ Ikki góðkent nýtt.
Stk. 3. Tann lesandi kann bert fara upp til endaligu royndina eftir at hava staðið allar aðrar kravdar royndir í útbúgvingini. Ein roynd er staðin, tá próvtøkuúrslitið er Staðið, Góðkent ella próvtalið er 6 ella meira.
§ 18. Tann endaliga royndin er munnlig og er í sálar-/námsfrøðiligu greinunum og samfelagsfrøði.
Stk. 2. Landsskúlastjórin ásetir gjøllari reglur um royndarhaldið, eisini fráboðanir til Landsskúlafyrisitingina um okkurt óregluligt hevur verið, meðan royndin var.
Stk. 3. Rektarin skipar fyri, at royndin verður hildin samsvarandi teimum reglum og fyriskipanum, ið landsskúlastjórin hevur gjørt.
Stk. 4. Landsskúlastjórin kann í serstøkum umstøðum víkja frá reglunum um royndarsetning og mannagongd við royndina hjá tí einstaka lesandi.
Stk. 5. Lesandi, ið av barnsburði ella sjúku, ið lækni hevur skjalprógvað, hava verið forðað at fullføra royndina, kunnu við góðkenning landsskúlastjórans fara til sjúkraroynd eftir tað regluliga royndarskeiðið.
Stk. 6. Til tess at standa ta endaligu royndina krevst, at royndarmetið E verður ikki givið. Hetta royndarmet kann bara verða givið, um lærari og próvdómari eru samdir um tað.
6. táttur.
Vanligar reglur um próvtøku.
§ 19. Próvtøkan verður hildin ávikavist í januar/februar og í mai/juni. Sum próvtøkan verður løgd, verður mánaðarsetingin sett til umpróvtøku/sjúkrapróvtøku.
Stk. 2. Ein próvdómari er í samfelagsfrøði og ein í sálar-/námsfrøði.
Stk. 3. Landsskúlafyrisitingin tilnevnir próvdómara/r.
Stk. 4. Próvlærara/r velur Læraraskúlin millum teir lærarar, sum tey lesandi hava havt í teimum ávísu próvtøkulærugreinunum.
§ 20. Tann lesandi kann fara til próvtøku antin einsamallur ella í bólki saman við einum ella tveimum øðrum. Rektarin kann tó, í samráði við lærararnar, lata fleiri enn tríggjar lesandi fara upp saman.
Stk. 2. Tey lesandi skulu í seinasta lagi 3 vikur fyri ásetta royndardagin geva skúlanum boð um, hvørji ætla sær upp í bólki. Bólkurin kann ikki verða broyttur uttan so, at einum lesandi berst frá at fara til próvtøkuna.
§ 21. Grundarlagið undir próvtøkuni er ein synopsa.
Stk. 2. Til próvtøkuna er loyvt at taka við sær tilfar at lýsa spurningin (dias, farmyndir, stabbamyndir o.a.).
Stk. 3. Til próvtøkuna skal tann lesandi kunna prógva, at hann hevur ognað sær
– innlit í sambandið millum námsfrøðiligar/sosialfrøðiligar spurningar og samfelagslig viðurskifti, og í verumáta og lívsviðurskifti hjá tí einstaka menniskjanum,
– førleika í – bæði eftir ástøðiligari vitan, og vitan í royndum – at greina námsfrøðiligar og siðalagsligar spurningar, og taka avleiðingar av teimum í verki,
– evni og innlit í at draga allar tættir í útbúgvingini inn í námsfrøðiligu avgerðirnar undir skiftandi umstøðum.
Stk. 4. Meðan próvtøkan er, skipar lærarin fyri. Próvtøkan eigur mest møguligt at vera samrøðan millum lærara og próvtakara, har próvdómarin kann vera uppií. Próvdómarin og lærari eru einsamallir um at geva próvtalið. Tá ið próvtalsgevingin er liðug, er próvtakaranum loyvt at fáa eina stutta, munnliga grundgeving fyri próvgevingini.
§ 22. Lesandi, ið ikki hevur staðið royndina, kann stilla seg inn til roynd einaferð aftrat. Eftir tilmæli frá læraraskúlanum tekur landsskúlastjórin avgerð um, nær ið hann kann stilla seg inn aftur til roynd.
7. táttur.
Prógv.
§ 23. Eftir lokna útbúgving fær tann lesandi, sum hevur staðið royndina, próvskjal. Á próvskjalinum skal standa:
a) Navnið á honum, føðistaður og bústaður.
b) Próvtøkudagur og -ár.
d) Tær greinir (eisini serlestur og starvslæra), sum undirvíst hevur verið í.
e) Støðu- og royndarmet, sum fingin eru við endaligu royndirnar.
f) Navnið á teimum stovnum, har tann lesandi hevur verið í starvslæru í lestrartíðini.
Stk. 2. Próvskjalið verður skrivað eftir royndarprotokollini á eitt serligt oyðublað, sum landsskúlastjórin hevur góðkent.
Rektarin skrivar undir próvskjalið.
Stk. 3. Eftir lokna útbúgving verður makaskjal av próvskjalinum sent Landsskúlafyrisitingini.
Stk. 4. Lesandi, ið ikki fær prógv um lokna útbúgving, kann eftir umbøn fáa váttan um ta tíð hann hevur verið undir útbúgving, og hvat útbúgvingin hevur fevnt um.
8. táttur.
Royndarskipanir o.a.
§ 24. Landsskúlaráðið kann loyva, at fyribils frávik verða gjørd frá teimum í hesi kunngerð ásettu reglum, sum neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði. Eitt tílíkt loyvi kann bara byggja á eina fullfíggjaða royndarætlan, sum samstarvsnevnd læraraskúlans viðmælir, og har endamál royndarinnar og ætlaða royndartíðin eru tilskilað. Frágreiðing um royndarúrslitið verður send Landsskúlafyrisitingini.
9. táttur.
Gildisásetanir o.a.
§ 25. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.