Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. februar 2020Nr. 13
Kunngerð um fiskiskapin eftir botnfiski og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 3, stk. 2, nr. 2 og 10 og stk. 3, § 41, stk. 2 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski og krabba í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi í 2020 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland og fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.
Toskur, svartkalvi og brosma í Eysturgrønlandi
§ 2. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2020 fiska 350 tons av toski, 225 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Fiskiskapurin kann vera við línu ella troli. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn.
Stk. 2. Av kvotunum í stk. 1 verða 345 tons av toski, 5 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu sett av til veiðu við línu, og 5 tons av toski og 220 tons av svartkalva sett av til veiðu við troli. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska av kvotunum sambært stk. 1 og 2 verða latin teimum trimum rættindahavarunum, sum, í tíðarskeiðinum 2015-2019 við fiskifari undir føroyskum flaggi, hava fiskað mest av kvoturættindunum í Eysturgrønlandi, ið eru fevnd av hesi grein. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at rættindahavari í 2019 eisini hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 2 ella 3 sambært § 19, stk. 1, nr. 1 ella 2 í løgtingslógini. Fiskiloyvi verður latið til veiðu við tí reiðskapi, sum roynt hevur verið við í tíðarskeiðinum 2015-2019.
Stk. 4. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 og 2 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2020, lata øðrum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá avmarkingunum um veiðihátt í stk. 2 og treytunum í stk. 3 og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, harundir at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2020.
Stk. 5. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 4.
Toskur og brosma í Eysturgrønlandi
§ 3. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2020 fiska 1.150 tons av toski og 375 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Fiskiskapurin er avmarkaður til veiðu við línu og verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotunum sambært stk. 1 verður latið persóni ella felag, sum í 2020 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Hvør rættindahavari kann fáa fiskiloyvi, sum samsvarar við talið á skipum, ið viðkomandi hevur rætt til at fáa útskrivað fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 og 2 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2020, lata øðrum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá avmarkingunum um veiðihátt í stk. 1 og treytunum í stk. 2, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, harundir at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2020.
Stk. 4. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 4.
Svartkalvi í Vesturgrønlandi
§ 4. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2020 fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.
Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið tí felag ella persóni, sum við fiskifari undir føroyskum flaggi hevur fiskað mest av svartkalva í Vesturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2015-2019. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2020, lata øðrum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá treytunum í stk. 2 og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, harundir at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2020.
Stk. 4. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 3.
Svartkalvi í Eysturgrønlandi
§ 5. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2020 fiska 110 tons av svartkalva í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Fiskiloyvi, at fiska av kvotu sambært stk. 1, verður latið teimum, sum í 2019 høvdu rætt at fiska av kvotuni. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Krabbi
§ 6. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2020 royndarfiska eftir krabba í Eysturgrønlandi. Samlaða veiðan av krabba kann í mesta lagi vera 500 tons.
Stk. 2. Loyvi at royndarfiska, sambært stk. 1, verður latið eftir umsókn til Fiskimálaráðið. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at umsøkjari í umsóknini kann vísa á fiskifar, ið er útgjørt at fiska, hagreiða og frysta veiðuna.
Stk. 3. Fiskifar undir føroyskum flaggi kann bert fara til royndarfiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at skipið er á lista yvir føroysk fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.
Fiskileiðir fyri tosk
§ 7. Toskakvoturnar, sambært § 2, stk. 2 og § 3, stk. 1, kunnu fiskast í ICES-øki 14 b, norðan fyri 62°30’N, grønlendskt fyrisitingarøki 403 og 404, í grønlendska fiskiveiðiumveldinum í Eysturgrønlandi.
Tíðaravmarkað gýtingarfriðing
§ 8. Fyri at verja gýtingarleiðir er allur fiskiskapur eftir toski bannaður frá 1. mars til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 65°00'00 N, 38°00'00 V
2) 65°00'00 N, 35°00'00 V
3) 64°00'00 N, 35°00'00 V
4) 64°00'00 N, 38°00'00 V
5) 65°00'00 N, 38°00'00 V
Treytir um landing
§ 9. Øll veiða, sambært §§ 2-5, skal landast um bryggjukant í Føroyum, sbr. § 41, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða, sambært §§ 2-5, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
§ 10. Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi, sambært §§ 2-5, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir føroysk fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.
§ 11. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í grønlendskum sjógvi.
Sýni
§ 12. Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski og svartkalva samsvarandi grønlendskum treytum og mannagongdum ásettar í fiskiloyvinum.
Fráboðanir
§ 13. Fiskifør, sum fiska í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grønlendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi.
§ 14. Brot á § 6, stk. 3, § 10, stk. 2, §§ 12 og 13 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 10, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 25. februar 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fiskifør, sum hava góðkent forrit umborð, kunnu senda fráboðanir um markamótið.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað |
PT |
Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað |
PT |
Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |