Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. februar 2007Nr. 13
Kunngerð um landsvegaskrá
Við heimild í § 1, 3. og 4. pkt. í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir verður ásett:
§ 1. Vegastrekkini, sum eru ásett í §§ 2-11, eru at rokna sum landsvegir.
Suðuroy
§ 2. Frá omankoyringini til Pollin í Sumba gjøgnum Sumbiartunnilin vestan fyri Lopra til vegamótið við Báraldarbakka í Vági við hesum teymum:
1) Úr Lopransdali eftir gamla Sumbiarvegnum um Hestin til vegamótið út í Akrabyrgi.
2) Úr gamla Sumbiarvegnum til mótið millum lendingarvegin og vegin yvir í Hamrabyrgi í Víkarbyrgi.
3) Úr Lopransdali til áraka Akratanga á Økrum.
4) Vestanífrá til marknagarðin í Ónavík í Lopra.
Stk. 2. Frá markinum millum Tofta- og Neshaga í Vági um Øravík, Trongisvág og Hvalba til ánna í Hvilvt í Sandvík við hesum teymum:
1) Til Nes, Vági.
2) Sunnanífrá til vegin niðan á Heyggj í Porkeri.
3) Norðanífrá til vegamótið við kirkjuna í Hovi.
4) Til Kirkjuá í Fámjin.
5) Til samferðsluhavnina í Suðuroy.
6) Til portrið í Fitjabyrgi í Nesi, Hvalba.
Stk. 3. Frá grótbrotinum á Tvøroyri út á Bø til ánna á Hamri í Froðba.
Sandoy
§ 3. Frá samferðsluhavnini í Skopun um Sand og Húsavík til Dalsá í Dali við hesum teymum:
1) Til vendiplássið við skúlan á Skarvanesi.
2) Til vegin niðan Gerðabrekku í Skálavík.
3) Vestanífrá til nýggju brúnna um Stórá í Húsavík.
Vágar
§ 4. Frá Dalsá í Gásadali oman fyri bygdina í Bø til vestara endan á nýggja skúlavegnum í Sørvági við teymi eystanífrá til vendiplássið á vegnum oman til Bíggjar.
Stk. 2. Frá Blindtarminum í Sørvági til Lambá í Miðvági við hesum teymum:
1) Til farstøðina við Vága Floghavn.
2) Inn til gamla landsvegin á Vatnsoyrum.
Stk. 3. Frá vestara vegnum til havnarlagið í Miðvági um Sandavág til Oyrargjógv.
Streymoy
§ 5. Frá Vestara Ringvegnum í Havn til ferjuleguna á Gomlurætt við hesum teymum:
1) Úr vegamótinum við Tróndarheygg um Velbastað til niðaru brúnna um Syðradalsá í Syðradali.
2) Úr vegamótinum oman fyri ferjuleguna á Gomlurætt til miðjuna á nýggja parkeringsøkinum við lendingina í Kirkjubø.
Stk. 2. Frá Eystara Ringvegnum í Havn eftir Hvítanesvegnum um Sund gjøgnum Kollfjarðartunnilin um Kollafjørð, Hósvík, Áirnar, Hvalvík, Streymnes, Nesvík, Langasand og Haldarsvík til Stórá í Tjørnuvík við hesum teymum:
1) Til túnið við gomlu royndarstøðina í Hoyvík.
2) Til vegristina í vegnum oman á Hvítanes.
3) Um Kaldbaksbotn til vestara hornið á garðinum um hús Johan Mohr Reinerts á Bø í Kaldbak.
4) Um Oyrareingir til Tríggjaráir á Signabø.
5) Gjøgnum Hvalvík til vendiplássið heiman fyri húsini á Kvíggjarhamri í Saksun og frá hesum teymi til vendiplássið á endanum á vegnum fram við Svartá.
Stk. 3. Oyggjarvegurin frá Norðara Ringvegnum í Havn til vegamótið við Hvilvt í Kollfjarðardali við teymi til ánna norðan fyri bygdina í Norðradali og frá hesum teymi til Marknaá á Ytru Fløtum.
Stk. 4. Frá rundkoyringini í Kollfjarðardali um Leynar og Stykkið til Fossá í Vestmanna við hesum teymum:
1) Gjøgnum Leynar til Mataránna á Skælingi.
2) Sunnanífrá til Úlvsá í Kvívík.
3) Til vendiplássið uttan fyri skúlan á Válinum.
Streymoy – Eysturoy
§ 6. Frá vegnum í Nesvík eftir brúnni um Streymin og gjøgnum Norðskálatunnilin oman til vegin millum Fjarða við hesum teymum:
1) Til Djúpagarðsá sunnanfyri Oyri.
2) Til íbindingina við Mýraveg við Norðskála.
Eysturoy
§ 7. Frá rundkoyringini oman fyri Norðskála um Ljósá til vestara hornið á kirkjugarðinum á Eiði við teymi til Brúaráir norðanfyri Norðskála.
Stk. 2. Frá vegnum oman fyri Eiði um Funning til vegamótið í Funningsfirði við hesum teymum:
1) Til Dalá við Gjógv.
2) Til niðaru brúnna um Stórá í Funningi.
Stk. 3. Frá Sandá á Selatrað um Morskranes, Kolbanargjógv og eftir nýggja vegnum um Strendur til Gjógvará á Skála.
Stk. 4. Frá ovaru brúnni um Kumlá á Skála eftir ovara vegnum gjøgnum bygdina Skálafjørð til vegin millum Fjarða.
Stk. 5. Frá Stórá í Elduvík um Funningsfjørð, Undir Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørð, Lambareiði og til Glyvragjógv á Glyvrum við hesum teymum:
1) Til endan á vegnum norðri á Forum í Oyndarfirði og frá hesum teymi til vendi plássið úti á Høvdini á Hellunum.
2) Til Stórá í Lamba.
Stk. 6. Frá gilinum á Líðarenda á Nesi eftir niðaru vegunum um Toftir, Saltnes og Runavík til Skøtá í Æðuvík við hesum teymum:
1) Til skúlan í Rituvík.
2) Til vegin á Nesi.
Stk. 7. Frá vegamótinum á Krossi innan fyri Søldarfjørð um Gøtugjógv og Kambsdal til Gjógvará í Fuglafirði við hesum teymum:
1) Norðanífrá til busssteðgiplássið í Syðrugøtu.
2) Sunnanífrá til Eiðisá í Norðragøtu.
3) Gjøgnum Leirvíkartunnilin eftir niðara vegi til kirkjugarðsvegin í Leirvík.
Kalsoy
§ 8. Frá samferðsluhavnini á Syðradali eftir niðara vegi um Húsar til parkeringsøkið við skúlan á Trøllanesi við hesum teymum:
1) Til gjónna á Syðradali.
2) Brúnna um Áargil undir Brekku í Mikladali.
Borðoy, Kunoy og Viðoy
§ 9. Frá havnarmerkinum eystanfyri í Klaksvík um Ánir og Strond eftir byrgingini um Haraldssund og gjøgnum Kunoyartunnilin til Myllá í Kunoyar bygd við teymi til Myllá í Haraldssunds bygd.
Stk. 2. Frá rundkoyringini við tekniska skúla í Klaksvík niðan í Oyravegin til vendiplássið úti á Norðoyri.
Stk. 3. Frá Ánavegnum í Ánunum um Depil, Norðdepil og Hvannasund og eftir Nýggjavegi um Heygar til Løksá á Viðareiði við hesum teymum:
1) Til Stórá í Árnafirði.
2) Til Toftá á Norðtoftum.
3) Til Matará í Múla.
Svínoy
§ 10. Frá brúnni um Eiðisá á Svínoyareiðinum til SEV-tornið í Svínoyar bygd.
Fugloy
§ 11. Frá túninum á Veggi á Kirkju til Húsá í Hattarvík.
§ 12. Endar vegur við á, gil ella gjógv, hoyrir brúgvin við til landsvegin. Endar vegur við vendipláss, bussteðgipláss ella parkeringsøki, og annað ikki er tilskilað, hoyra tey við til landsvegin.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 122 frá 20. juni 1997 um landsvegaskrá.
Vinnumálaráðið, 26. februar 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)