Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. februar 2019Nr. 13
Kunngerð um broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019
(Uppboðssøla av svartkjafti, makreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum og prísáseting á uppboðssølu)
§ 1
Í kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019 um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal lýsa við uppboðssøluni í minsta lagi 5 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn, sbr. tó § 16, stk. 2 og § 16 a, stk. 5. Lýst verður alment á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.”
2. § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Prísásetingin á afturlatnari uppboðssølu kann vera í tveimum:
1) Tey, sum hava vinnandi boð, skulu rinda prísin, ið svarar til boðið.
2) Lægst vinnandi boð ásetir prísin, sum øll við vinnandi boðum skulu rinda.”
3. Í § 12 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 5. Tann, ið letur boð inn sambært stk. 4, kann lata upp til 5 boð inn fyri hvørja seriu.”
Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 6 og 7.
4. Aftan á § 16 verður í kapittul 4 sett:
“§ 16 a. 20.000 tons av svartkjafti verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 2.171 tons fiskast í ES-sjógvi.
Stk. 2. 19.552 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 2.122 tons fiskast í ES-sjógvi.
Stk. 3. 4.092 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 444 tons fiskast í ES-sjógvi.
Stk. 4. 8.193 tons av svartkjafti verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 888 tons fiskast í ES-sjógvi.
Stk. 5. Hóast ásetingina í § 3, stk. 2 og 3 er freistin hjá landsstýrismanninum at lýsa tær í stk. 1-4 nevndu uppboðssølur 14 dagar, og persónar ella feløg, sum ætla at bjóða, skulu lata inn skjalprógv innan 7 dagar, áðrenn uppboðssølan verður hildin.
§ 16 b. 2.000 tons av makreli verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.115 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.091 tons fiskast í norskum sjógvi.
Stk. 2. 2.626 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.464 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.432 tons fiskast í norskum sjógvi.
Stk. 3. 478 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 267 tons fiskast í ES-sjógvi og 261 tons fiskast í norskum sjógvi.
Stk. 4. 957 tons av makreli verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 534 tons fiskast í ES-sjógvi og 522 tons fiskast í norskum sjógvi.
§ 16 c. 20.000 tons av norðhavssild verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.
Stk. 2. 18.261 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.
Stk. 3. 585 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.
Stk. 4. 1.170 tons av norðhavssild verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.
§ 16 d. 1.525 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.
Stk. 2. 513 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.
Stk. 3. 274 tons av botnfiski við Svalbard verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 1.
Stk. 4. 239 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum trý ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.
Stk. 5. 291 tons av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.
Stk. 6. 187 tons av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N verða boðin út á afturlatnari uppboðssølu sum átta ára rættindi, har prísásetingin er sambært § 12, stk. 4, nr. 2.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 27. februar 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)