11. desember 2013Nr. 130
Kunngerð um at avtaka forboðið í tryggingarlógini ímóti at tekna lívstryggingar í útlendskum tryggingarfeløgum
Við heimild í § 217, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, verður ásett:
§ 1. Feløg, sum eru fevnd av § 1, stk. 3-6, í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, kunnu viðvíkjandi tryggingarvirkemi, fevnt av fylgiskjali 2 til løgtingslóg um tryggingarvirkemi, reka tryggingarvirksemi í Føroyum.
§ 2. Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.
Vinnumálaráðið, 11. desember 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)