Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. september 2022Nr. 130
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022
(Atgongd at fiska í norskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 182 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 5. juli 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 20, men áðrenn yvirskriftina yvir § 21, verður sett:
“Atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi
§ 20 a. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 kunnu føroysk fiskifør fiska upp til 10.000 tons í norskum sjógvi.
§ 20 b. Fiskifør við loyvi at fiska makrel av kvotunum sambært §§ 4-12 og §§ 15-17 fáa atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi sambært § 20 a. Hvørt fiskifar kann í mesta lagi fiska 800 tons.
§ 20 c. Eru líkindi fyri, at atgongdin at fiska kvotuna sambært § 20 a ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin við fráboðan umskipa rættin til atgongd til norskan sjógv.
§ 20 d. Sambært avtaluni við Noreg, sum loyvir føroyskum skipum at fiska 10.000 tons av føroysku makrelkvotuni í norskum sjógvi í 2022, skal allur makrelur, sum føroysk skip veiða í norskum sjógvi ella við Jan Mayen, seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.
§ 20 e. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir makreli fyri fiskifør undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi.”
2. § 21, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í norskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.”
3. § 41 verður orðað soleiðis:
“§ 41. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.”
4. Skjal 1 í kunngerð nr. 182 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022 verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 23. september 2022.
Fiskimálaráðið, 19. september 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi ella úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |
”