Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 130
Kunngerð um starvsvenjing fyri arbeiðsleys
Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997, um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum, § 25, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:
§ 1. Arbeiðsloysisskipanin kann taka stig til at avtala verður gjørd millum arbeiðsleysan, arbeiðsgevara og Arbeiðsloysisskipanina um, at tann arbeiðsleysi fer í starvsvenjing hjá arbeiðsgevaranum.
§ 2. Setanaravtalan skal gerast á oyðublað góðkent av Arbeiðsloysisskipanini, og í setanaravtaluni skal vera avtalað:
1) Nær starvsvenjingin byrjar, og nær hon endar.
2) At tann arbeiðsleysi fær tað fyri viðkomandi arbeiði galdandi løn og setanartreytir yvirhøvur sambært sáttmála ella siðvenju.
3) At arbeiðsgevarin hevur fulla arbeiðsgevaraábyrgd fyri tí arbeiðsleysa í hesum tíðarskeiði, t.v.s. skyldu at tekna neyðugar tryggingar v.m.
Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin skal góðkenna avtaluna.
§ 3. Avtalan um starvsvenjing kann í mesta lagi vera fyri 5 mánaðir.
§ 4. Arbeiðsgevarin skal rinda tí arbeiðsleysa løn og møguliga eftirløn, trygging og frítíðarløn á vanligan hátt og fær endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, sum tann arbeiðsleysi hevði fingið frá Arbeiðsloysisskipanini, tó so at arbeiðsgevarin ongantíð fær endurrindað meiri enn 80 % av teirri løn, sum hann rindar tí arbeiðsleysa.
§ 5. Tað er ein treyt, at viðkomandi arbeiðsleysur ikki seinastu 12 mánaðirnar hevur verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara.
§ 6. Tá ið avtalan um starvsvenjing fer úr gildi, fær hin arbeiðsleysi aftur rætt til stuðul úr Arbeiðsloysisskipanini eftir somu reglum sum undan avtaluni.
Stk. 2. Lønin í sambandi við avtaluna telur ikki við í sambandi við útrokning av útrokningargrundarlagi, og tað tíðarskeiðið, ið viðkomandi hevur verið í starvsvenjing verður ikki talt við, tá ið tíðarskeiðið í § 22, stk. 1, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður gjørt upp.
Stk. 3. Hóast persónur er í starvsvenjing, verða arbeiði ávíst honum á vanligan hátt frá arbeiðsávísingini. Bert í teimum førum, tá Arbeiðsloysisskipanin ikki finnur annan persón til starvið, hevur viðkomandi, sum er í starvsvenjing, skyldu at átaka sær ávísta starvið.
§ 7. Hendan kunngerð fær gildi frá 1. januar 2011.
Vinnumálaráðið, 28. desember 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)