4. september 1995Nr. 131
Kunngerð um persónliga verndarútgerð
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, við seinni broytingum, hevur Landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í hesi donsku kunngerð verða galdandi fyri Føroyar, um nýtslu av persónligari verndarútgerð og trygdarkrøv til persónliga verndarútgerð.
1. “Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 746 af 28. august 1992 om brug af personlige værnemidler.”
Stk. 2. Tær heimildir, sum aðrir myndugleikar hava eftir hesum kunngerðum fáa Arbeiðseftirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðunum við fylgiskjølum fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og tær kunngerðir, sum við hesum verða settar í gildi, verða sektað eftir § 41 í lógini.
§ 3. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 74 frá 25. oktober 1985.