Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 1992Nr. 131
Kunngerð um motorpassaraútbúgving
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinskúla ella øðrum skeiðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
2. Ein og hvør,ið hevur fylt 18 ár, og sum annaðhvørt
1) hevur staðið yrkisskeið á góðkendum sjóvinnuskúla ella
2) hevur havt maskintænastu við fiski- ella farmaskipi á 20 tons ella meira í 12 mánaðir, og sum lýkur treytirnar um heilsukrøv hjá sjófólki ásettar av landsstýrinum, kann verða upptikin sum næmingur á motorpassaraútbúgving.
Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann gera frávik í upptøkutreytini eftir stk. 1, nr. 2, um umsøkjarin hevur aðrar royndir, sum kunnu javnmetast við tær har nevndu.
§ 3. Umsókn um upptøku verður send maskinskúlanum ávikavist landsskúlafyrisitingini, tá talan er um skeið, sum hon hevur góðkent, saman við navna- ella dópsbrævi og siglingarbók ella leysabløðum, ið er váttað av skipara ella mynstringarstjóra.
§ 4. Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um:
Føroyskt
Rokning/Støddfrøði
Ravmagnslæru
Maskinlæru
Heilsulæru
Kølitøkni
Sveising
Verkstaðarlæru og viðlíkahald
Trygd á sjónum
Maskinsimulator
Eldsløkking
Tænastukunnleika.
Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin ásetur eftir ummæli frá Útbúgvingarráðnum býtið millum ástøðis- og yrkiskunnleika.
§ 5. Til próvtøkuna verða givin 8 próvtøl.
|
Føroyskum |
1 próvtal |
|
Ravmagnslæru |
1 próvtal |
|
Maskinlæru |
2 próvtøl, harav eitt í skrivligum |
|
|
|
|
Kølitøkni |
1 próvtal |
|
Verkstaðarlæru og viðlíkahald |
1 próvtal |
|
|
|
|
Sveising |
1 próvtal |
|
Tænastukunnleika |
1 próvtal. |
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9 frá 30. januar 1987 um motorpassaraútbúgving.