17. oktober 1990Nr. 131
Kunngerð um epoxyharpiks og isocyanat v.m.
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í “Bekendtgørelse nr. 199 af 26. marts 1985 fra Arbejdstilsynet om epoxyharpikser og isocyanater m.v.” verða galdandi fyri Føroyar.
Stk. 2. Tær heimildir, sum ymsir myndugleikar hava eftir hesi kunngerð, fær Arbeiðseftirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðini við fylgiskjølum fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verða sektað eftir § 40 í lógini.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
FØROYA LANDSSTÝRI, 17. oktober 1990
J. Sundstein (sign.)
løgmaður
/ Jákup F. Nielsen (sign.)