28. september 2018Nr. 131
Kunngerð um broyting í kunngerð um avhending av fiskidøgum í 2018
(Fylgibroyting vegna broyting í Sjófeingislógini um fiskidagar)
§ 1
Í kunngerð nr. 181 frá 29. desember 2017 um avhending av fiskidøgum í 2018 verður § 3, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. september 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)