Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. august 2021Nr. 131
Kunngerð um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina
Við heimild í § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin) verður ásett:
§ 1. Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina, sbr. kunngerð um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi og kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, er 3.000 kr. um árið fyri hvønn tryggingartakara.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað TAKS eina ferð um árið eftir uppkravi.
§ 2. Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, skal fyrstu ferð rindast eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum.
Stk. 2. Lutfalsliga gjaldið er 3.000 kr. býtt við øllum døgum í árinum faldað við so nógvum døgum í árinum, sum tryggingin er galdandi.
Stk. 3. Verður tryggingin ikki uppsøgd til ársbyrjan, verður gjaldið roknað við lutfallinum, ásett í stk. 2.
Stk. 4. Upphæddir undir 125 kr. verða ikki kravdar inn.
§ 3. Er tryggingartakari í eftirstøðu, skal TAKS skrivliga boðað tryggingartakaranum frá, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send.
Stk. 2. Er tryggingin ikki goldin innan freistina, nevnd í stk. 1, fer tryggingin úr gildi.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 59 frá 30. apríl 2002 um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 30. august 2021
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)