4. september 1995Nr. 132
Kunngerð um trygdarkrøv v.m til persónliga verndarútgerð
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, við seinni broytingum, hevur Landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í fylgjandi donsku kunngerðum verða galdandi fyri Føroyar, um nýtslu av persónligari verndarútgerð og trygdarkrøv til persónliga verndarútgerð.
1. “Arbejdsministeriets bekendtgørelse nr. 651 af 23. juli 1992 om sikkerhedskrav m.v. til personlige værnemidler.”
Stk. 2. Tær heimildir, sum aðrir myndugleikar hava eftir hesum kunngerðum fær Arbeiðseftirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðunum við fylgiskjølum fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og tær kunngerðir, sum við hesum verða settar í gildi, verða sektað eftir § 41 í lógini.
§ 3. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 74 frá 25. oktober 1985.