Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2013Nr. 132
Kunngerð um frítøku fyri at rinda til eftirløn vegna tíðaravmarkað starv
Við heimild í § 1, stk. 5 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum verður ásett:
Treytir
§ 1. Persónur, ið flytur til Føroya í sambandi við eitt tíðaravmarkað starv, kann verða frítikin fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan sambært eftirlønarlógini. Undantak kann verða givið í eitt ella fleiri tíðarskeið, tó í mesta lagi 60 mánaðir samanlagt.
Stk. 2. Sum tíðaravmarkað starv er bert at rokna starv, har tað sbrt. sáttmála millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara beinleiðis er ásett, at starvið er tíðaravmarkað.
Stk. 3. Tað er ein treyt, at flutt verður til Føroya í sambandi við starvið.
§ 2. Persónur, sum frammanundan hevur rindað til eina føroyska eftirlønarskipan sbrt. eftirlønarlógini, kann ikki koma undir treytirnar í hesi kunngerð.
Umsókn
§ 3. Umsókn um undantøku skal sendast TAKS saman við avriti av starvssáttmála sbrt. § 1, stk. 2. Viðgerðartíðin hjá TAKS er í mesta lagi 15 arbeiðsdagar.
Gildiskoma
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014
Fíggjarmálaráðið, 10. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)