Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 1992Nr. 132
Kunngerð um grundskeið í skipskokkayrkinum
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1986 og løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Grundskeið fyri skipskokkar fer fram á sjómansskúlum.
§ 2. Ein og hvør, sum hevur lokið skylduga skúlagongd fólkaskúlans, kann verða upptikin á grundskeið fyri skipskokkar.
Stk. 2. Umsókn um upptøku verður send viðkomandi sjómansskúla.
§ 3. Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir:
Samtíðarkunning
Føroyskt
Danskt
Enskt
Rokning/støddfrøði
Reingerð/føðslulæra
Sjómansskapur
Trygd á sjónum
Fiskivinna
Proviantering
Matgerð
Baking
Fyrstahjálp
Eldsløkking.
§ 4. Til próvtøkuna verða 8 próvtøl givin:
|
Føroyskt |
1 próvtal í skrivligum |
|
Danskt |
1 próvtal í skrivligum |
|
Enskt |
1 próvtal í skrivligum |
|
Rokning/støddfrøði |
1 próvtal í skrivligum |
|
Reingerð/føðslulæra |
1 próvtal |
|
Proviantering |
1 próvtal í skrivligum |
|
Matgerð |
1 próvtal |
|
Baking |
1 próvtal |
§ 5. Henda kunngerð fær gildi 1. august 1992.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 90 frá 6. juli 1988 um grundskeið í skipskokkayrkinum.