Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2025Nr. 132
Kunngerð um trygging ella aðra trygd fyri endurgjaldsábyrgd í sambandi við sigling við ferðafólkum
Við heimild í § 403 b, stk. 2, § 403 c og § 514 a í anordning nr. 187 om ikrafttræden for Færøerne af søloven, sum broytt við anordning nr. 1000 af 30. juni 2025, verður ásett:
Tryggingarskylda og krav um loyvisbræv
§ 1. Føroysk ferðafólkaskip í altjóða sigling skulu hava trygging ella aðra trygd, ið fevnir um endurgjaldsábyrgdina, sbrt. ES-fyriskipan (EF) nr. 392/2009 frá 23. apríl 2009, Athen-fyriskipanin, fyri skaðar, hendir í sambandi við vinnuliga ferðafólkasigling. Ábyrgdin fevnir partvís um ábyrgd í sambandi við kríggj og yvirgang og partvís ikki-krígsábyrgd.
Stk. 2. Føroysk ferðafólkaskip í flokki A og B, sbrt. grein 4 í ES-fyriskipan 2009/45/EF, sum sett í gildi við kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til ferðamannaskip í innanoyggjasigling (Fráboðan D), sum eru í innanoyggja sigling, skulu hava trygging ella aðra trygd, ið fevnir um ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgdina. Útlendsk ferðafólkaskip í somu flokkum skulu somuleiðis hava trygging ella aðra trygd, ið fevnir um ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgdina, um skipini ætla at koma í føroyska havn, annað lastingarstað ella lossingarstað í Føroyum ella í føroyskt sjóøki innan fyri 200 fjórðingar úr grundlinjunum, ella skulu røkja uppgávur í føroyskum sjóøki.
Stk. 3. Føroysk ferðafólkaskip í flokki C og D, sbrt. teimum í stk. 2 nevndu reglunum, í innanoyggja sigling skulu tekna ábyrgdartrygging, ið fevnir um ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgdina, sbr. tó § 403 a, stk. 2, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven. Útlendsk ferðafólkaskip í somu flokkum skulu somuleiðis tekna ábyrgdartrygging, ið rindar fyri endurgjaldsábyrgdina sbrt. stk. 1, um skipini ætla at koma í føroyska havn ella annað lastingarstað ella lossingarstað í Føroyum ella í føroyskt sjóøki innan fyri 200 fjórðingar úr grundlinjunum, ella skulu røkja uppgávur í føroyskum sjóøki.
Stk. 4. Føroyskt far, ið kann sigla við upp í 12 ferðafólkum innanoyggja ella í altjóða sigling, heruppií skip, sum eru fevnd av kunngerð um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk, og sum reka vinnuliga ferðafólkasigling, skulu tekna ábyrgdartrygging, ið fevnir um ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgdina, sbr. tó § 403 a, stk. 2, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven. Um ivamál er, hvørt eitt føroyskt skip er fevnt av kravinum um trygging, tekur Sjóvinnustýrið avgerð um hetta.
Stk. 5. Útlendsk ferðafólkaskip við upp til 12 ferðafólkum, sum reka vinnuliga ferðafólkasigling, og sum ætla at koma í føroyska havn ella annað lastingarstað ella lossingarstað í Føroyum ella í føroyskt sjóøki innan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, ella røkja uppgávur í føroyskum sjóøki, skulu somuleiðis hava ábyrgdartrygging til at rinda ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgd, sbr. tó § 403 a, stk. 2, í anordning for ikrafttræden for Færøerne af søloven. Um ivamál er, hvørt eitt útlendskt skip er fevnt av kravinum um trygging, tekur Sjóvinnustýrið avgerð um hetta.
Stk. 6. Skip, sum landið eigur, ið verða nýtt til vinnuliga ferðafólkasigling bæði innanlands og uttanlands, hava ikki skyldu til at hava trygging ella aðra trygd, ið skal rinda fyri ta í stk. 1 nevndu endurgjaldsábyrgdina, tó treytað av, at landið hevur átikið sær váðan.
§ 2. Skip, ið eru fevnd av § 1, stk. 1, 2 og 6, skulu hava eitt loyvisbræv sum skjalprógv fyri, at skipið ella farið hevur trygging ella aðra trygd, sum fevnir um ta í § 1 nevndu endurgjaldsábyrgd.
Stk. 2. Skip, ið eru fevnd av § 1, stk. 3, 4 og 6, eru ikki fevnd av kravi um loyvisbræv. Hesi skip skulu hava eitt tryggingarskjal ella annað prógv fyri, at ábyrgdartrygging er teknað, uttan so at talan er um skip ella far, sum landið eigur, og landið hevur átikið sær váðan. Tryggingarskjalið ella prógvið fyri ábyrgdartrygging skal varðveitast umborð og skal vísast myndugleikunum eftir umbøn, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Kravið um at hava tryggingarskjalið ella annað prógv fyri ábyrgdartrygging umborð er ikki galdandi, um skipið er bygt soleiðis, at tað ikki ber til at hava nevndu skjølini í varðveitslu umborð.
Loyvisbræv til føroysk skip
§ 3. Sjóvinnustýrið útskrivar loyvisbrøv til føroysk skip, heruppií eisini til skip, sum landið eigur, sbr. § 1, stk. 6, sbr. tó §§ 5, 6 og 8.
§ 4. Fyri at fáa loyvisbræv krevst, at umsøkjarin letur eitt tryggingarskjal frá tryggingarveitara, ella tí, sum hevur veitt aðra trygd.
Stk. 2. Tryggingarskjalið sbrt. stk. 1 skal vísa:
1) at eigarin av skipinum hevur tryggjað ella sett aðra trygd, ið rindar bæði fyri ábyrgd orsakað av kríggi ella yvirgangi og ábyrgd av ikki-kríggi sbrt. Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea, og innan ábyrgdarmørk sáttmálans, sbr. tó stk. 7, og
2) at tryggingarveitari ella tann, ið hevur veitt aðra trygd, váttar, at tryggingarnar ella trygdirnar fevna um nevndu ábyrgdir, og, um tað eru trygdir, hvat hesar fevna um.
Stk. 3. Við umsóknini skulu umframt tryggingarskjal, sbrt. stk. 2, latast upplýsingar um:
1) Navn á skipinum, kenningarbókstavir og heimstað,
2) navn og høvuðssæti hjá skrásetta eigaranum,
3) IMO-nr. skipsins,
4) slag av trygd og galdandi tíðarskeið,
5) navn og heimstað hjá tryggingarfelagnum ella tryggjara, og
6) tíðarskeiðið, tryggingin ella trygdin er galdandi.
Stk. 4. Fyri at tryggingin ella trygdin kann góðkennast, skal tryggingarveitari ella tann, ið veitir aðra trygd, umframt krøvini í stk. 2, nr. 2, eisini átaka sær at veita endurgjald til tann, sum hevur rætt til at seta fram krav móti skipaeigara orsakað av skaðum, ið standast av óhappi undir ferðafólkasigling. Skyldan at veita endurgjald skal galda í upp í 3 mánaðir eftir tann dagin, tá Sjóvinnustýrið er kunnað um, at tryggingin ella trygdin er farin úr gildi. Hetta er tó ikki galdandi fyri skaðar, ið standast av óhappum, sum henda eftir, at loyvisbrævið er farið úr gildi, ella um loyvisbrævið frammanundan er latið Sjóvinnustýrinum aftur, ella eitt nýtt loyvisbræv er útgivið.
§ 5. Sjóvinnustýrið kann krevja prógv fyri, at tryggingarveitararnir hava heimild til at reka tryggingarvirksemi, og eru góðkendir av tryggingareftirlitinum í landinum, har fyritøkan hevur virkisstað ella høvuðssæti. Í serligum førum kann Sjóvinnustýrið krevja, at tað eisini verður prógvað, at nevndu feløg eru fíggjarliga før fyri at lúka sínar skyldur. Samsvarandi krøv kunnu setast til fyritøkur, ið ynskja at veita trygd. Sjóvinnustýrið kann krevja, at umsøkjarin útvegar prógv fyri hesum og kann nokta at útgeva loyvisbræv, um krøvini ikki eru lokin. Sjóvinnustýrið kann eisini nokta at útgeva loyvisbræv, um upplýsingar eru, sum benda á, at vandi er fyri, at viðkomandi fyritøkur ella feløg ikki megna at rinda.
§ 6. Um Sjóvinnustýrið metir tryggingarnar ella trygdirnar vera nøktandi, verður loyvisbræv útgivið. Sjóvinnustýrið ásetir snið og innihald í loyvisbrævinum samsvarandi krøvunum í grein 4 a í Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann útgeva loyvisbræv til eitt skip, sum landið eigur, uttan váttanir frá tryggingarveitarum ella trygdarveitarum, sbr. § 1, stk. 6, sum váttan um, at skipið er ogn hjá landinum, og er fevnt av ábyrgd nevnd í § 1.
Útlendsk skip og loyvisbrøv
§ 7. Útlendsk skip, sum eru úr einum ES-landi ella EBS-landi ella úr einum landi, sum hevur tikið undir við Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea, kunnu hava loyvisbræv, ið málførur myndugleiki í tí landinum hevur givið út. Loyvisbrævið skal tó vera samsvarandi krøvunum í grein 4 a í Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea.
§ 8. Útlendsk skip, sum ikki hava eitt útlendskt loyvisbræv, sbrt. § 7, skulu senda Sjóvinnustýrinum umsókn um loyvisbræv. Ásetingarnar í §§ 4-6 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Umsóknin skal verða send Sjóvinnustýrinum í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn skipið kemur í føroyska havn ella annað lastingarstað ella lossingarstað í Føroyum ella í føroyskum sjóøki út á 200 fjórðingar úr grundlinjunum, ella áðrenn tað byrjar virksemi í føroyskum sjóøki.
§ 9. Í serligum førum kann Sjóvinnustýrið útskriva loyvisbræv til útlendskt skip, ið ikki hevur loyvisbræv sbrt. § 7, hóast skipið ikki kemur í føroyska havn ella annað lastingarstað ella lossingarstað í Føroyum ella í føroyskt sjóøki innanfyri 200 fjórðingar út grundlinjunum, ella ikki hevur virksemi í sjóøkinum. Ásetingarnar í §§ 2-6 verða nýttar samsvarandi.
Leiguskrásett skip
§ 10. Fyri skip, ið eru skrásett í føroysku skipaskrásetingini, men eru leiguskrásett undir fremmandum flaggi, kann Sjóvinnustýrið skriva út loyvisbræv samsvarandi krøvunum í §§ 4-6.
Stk. 2. Skip, ið eru leiguskrásett í einum ES- ella EBS-landi, kunnu hava loyvisbræv, sum málførur myndugleiki í hesum landinum hevur givið út. Loyvisbrævið skal tó vera samsvarandi krøvunum í grein 4 a í Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea.
Stk. 3. Skip, ið ikki eru leiguskrásett í einum ES- ella EBS-landi, kunnu hava loyvisbræv, sum málførur myndugleiki í einum ES- ella EBS-landi hevur givið út. Loyvisbrævið skal tó vera samsvarandi krøvunum í grein 4 a í Athens Convention relating to the Carriage of Passengers and their Luggage by Sea.
§ 11. Fyri skip, sum eru skrásett í øðrum landi, men eru leiguskrásett í Føroyum, kann Sjóvinnustýrið útskriva eitt loyvisbræv samsvarandi krøvunum í §§ 4-6.
Stk. 2. Um skipið longu hevur galdandi loyvisbræv, skal eitt avrit av loyvisbrævinum sendast Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnustýrið heitir á útgevandi myndugleikan í landinum, har skipið er skrásett, um at fáa kunning um møguligar broytingar viðvíkjandi gildi loyvisbrævsins.
Útgáva og gildi á loyvisbrøvum
§ 12. Loyvisbrøv sbrt. hesi kunngerð verða útskrivað við eini ávísari gildistíð. Gildistíðin kann tó ongantíð fara útum ta tíðarskeið, tryggingin ella trygdin hava gildi.
Stk. 2. Loyvisbrøv sbrt. § 8 verða útskrivað við einari gildistíð upp á í mesta lagi 3 mánaðir. Fyri skip, ið regluliga hava virksemi í føroyskum sjóøki, kann loyvisbræv verða útgivið við longri gildistíð, tó ongantíð útum tað tíðarskeið, tryggingin ella trygdin hava gildi.
§ 13. Umsókn um loyvisbræv sbrt. hesi kunngerð kann verða latin Sjóvinnustýrinum talgilt.
§ 14. Fyri at geva út loyvisbræv sbrt. hesi kunngerð, krevur Sjóvinnustýrið eitt gjald upp á 1.300 kr.
Stk. 2. Gjaldið sbrt. stk. 1 skal verða goldið, áðrenn loyvisbræv verður útskrivað.
§ 15. Sjóvinnustýrið sendir avrit av útskrivaða loyvisbrævinum til skipaeigaran ella til tann, ið vegna eigaran hevur søkt um loyvisbræv. Fyri útlendsk skip verður avrit av útskrivaða loyvisbrævinum sent til skráetingarmyndugleikan í viðkomandi landi.
Stk. 2. Skipaeigari, ið hevur fingið loyvisbræv, hevur skyldu at lata Sjóvinnustýrinum loyvisbrævið aftur beinanvegin, um tryggingin ella trygdin fellur burtur, ella tá ið loyvisbrævið er farið úr gildi.
Stk. 3. Henda broytingar í tryggingini ella trygdini, sum kunnu hava ávirkan á gildi loyvisbrævsins, hevur skipaeigarin, so skjótt hann fær kunnleika um hetta, skyldu at boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.
Eftirlit
§ 16. Løgregla, tollmyndugleiki ella havnarmyndugleiki, sum í sambandi við arbeiði sítt avdúka brot á hesa kunngerð, skal beinanvegin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann, tá skip kemur í føroyska havn, kanna, um tað hevur kravda loyvisbrævið umborð. Um ivi er um, hvørt skipið hevur nøktandi trygging, kann tað verða hildið aftur, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
Aðrar ásetingar
§ 17. Í hesi kunngerð merkir eigari skipaeigari, reiðari, leigari ella onnur, sum taka sær av rakstrinum av skipinum vegna eigaran.
Revsing
§ 18. Tann, ið brýtur § 2, stk. 1 og 2, og § 15, stk. 2 og 3, verður revsaður við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2025.
Stk. 2. Loyvisbrøv, sum Søfartsstyrelsen hevur givið út, varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á loyvisbrævinum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. juli 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)