23. oktober 2019Nr. 132
Kunngerð um at seta løgtingslóg um endurgjaldsgrunn til alivinnuna úr gildi
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009 um at hækka partapeningin í P/F Fiskaaling, verður ásett:
§ 1. Løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna verður sett úr gildi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnu- og umhvørvismálaráðið, 23. oktober 2019
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)