26. september 2011Nr. 132
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 13. juni 2006 um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri, verður § 9, stk. 1, nr. 1 orðað soleiðis:
1) “Fyri fiskifør, ið royna við húki:
Longd (L) x breidd (B) x dýpi (D), tó undantikið fiskifør í høvuðsbólki 3, sbrt. § 28, stk. 1 í lógini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 26. september 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)