Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. desember 2023Nr. 133
Kunngerð um mannagongdir og treytir um fiskiorku, tá rættindini verða flutt millum fiskifør í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi
(Fiskiorkukunngerðin)
Við heimild í § 21, stk. 2, § 28, stk. 4, § 29, stk. 6, § 30, stk. 4, § 32, stk. 5 og § 62, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um mannagongdir og treytir í sambandi við:
1) at flyta veiðiloyvi hjá fiskiførum 15 tons og størri við rættindum í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi,
2) at avhenda egnar fiskidagar í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi,
3) at flyta fiskiloyvi hjá útróðrarbátum í bólki 5 í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi, ella
4) at broytingar verða gjørdar við fiskifar, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorku.
Kapittul 2
Flyting og samanlegging av veiðiloyvum hjá fiskiførum í bólkunum 2, 3, 4 og 4 T í fiskidagaskipanini
§ 2. Sambært § 28, stk. 1 og eftir treytunum í § 28, stk. 2 í løgtingslógini kann veiðiloyvið hjá fiskifari, sum hevur fiskidagar í bólki sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4 í løgtingslógini, verða flutt á annað fiskifar við veiðiloyvi ella á fiskifar við ongum veiðiloyvi.
§ 3. Tá veiðiloyvi verður flutt, verður fiskiorka ásett og útroknað samsvarandi § 12, og talið av fiskidøgum at flyta umroknað sambært skjali 1.
§ 4. Skrivlig umsókn um at flyta ella leggja saman veiðiloyvi sambært § 2 skal sendast Vørn. Saman við umsóknini skulu fylgja avrit av skrásettum málibrævi ella máliprógvi og upplýsingum um framtøkumegi (kW ella HK) hjá viðkomandi fiskiførum.
Kapittul 3
Avhending av egnum fiskidøgum
§ 5. Sambært § 30, stk. 1, 1. pkt. í løgtingslógini kunnu egnir fiskidagar avhendast øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi fyri eitt ár í senn ella endaliga.
Stk. 2. Fyri at avhenda fiskidagar, skulu treytirnar í § 30, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2 í løgtingslógini verða loknar.
Stk. 3. Tá fiskidagar verða avhendir, skal fiskiorkan ikki økjast. Talið av fiskidøgum at avhenda verður umroknað til fiskidagar samsvarandi skjali 1.
§ 6. Vørn skal hava skrivliga fráboðan um avhending av fiskidøgum, sum er váttað av báðum pørtum. Í fráboðanini skal vera upplýst, hvørjum skipum, sum avhendir fiskidagar skulu av og á, hvussu nógvir fiskidagar skulu avhendast, og um avhendingin er fyri eitt ár ella endalig.
Stk. 2. Áðrenn avhendir fiskidagar kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at avhendingin kann fara fram, og hvussu nógvar fiskidagar móttakarin hevur ræðið á eftir avhendingina.
Kapittul 4
Flyting av fiskiloyvum hjá útróðrarbátum við rættindum í bólki 5
§ 7. Sambært § 32, stk. 1 í løgtingslógini kann fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, flytast á annan bát uttan fiskiloyvi treytað av, at fiskiorkan ikki økist, og at báturin, loyvið verður flutt á, ikki er størri enn 15 tons.
§ 8. Sambært § 32, stk. 2 í løgtingslógini kunnu fiskiloyvi hjá tveimum bátum við fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, flytast á annan bát uttan fiskiloyvi treytað av, at fiskiorkan ikki økist, og at báturin, loyvið verður flutt á, ikki er størri enn 15 tons.
§ 9. Treyt fyri, at fiskiloyvi kann verða flutt eftir §§ 7 ella 8 er, at metingarvirðið fyri fiskiorku á bátinum, sum fiskiloyvi verða flutt á, er tað sama ella minni enn á bátinum, ið loyvi verða flutt av. Metingarvirðið fyri fiskiorku verður roknað, sum ásett í § 12, stk. 1, nr. 1.
§ 10. Flyting av fiskiloyvi kann bert fara fram, um eigari av bátinum, ið loyvið verður flutt av, skrivliga hevur váttað, at báturin einki fiskiloyvi hevur.
§ 11. Skrivlig umsókn um at flyta fiskiloyvi hjá útróðrarbáti til fiskiskap í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, á annan útróðrarbát við ongum fiskiloyvi, skal sendast Vørn. Saman við umsóknini skulu fylgja avrit av skrásettum málibrævi ella máliprógvi hjá viðkomandi bátum.
Kapittul 5
Metingarvirði fyri fiskiorku
§ 12. Metingarvirði fyri fiskiorku eru hesi:
1) Fyri fiskifør, ið royna við húki: Longd x breidd x dýpd.
2) Fyri fiskifør, ið royna við troli: (Longd x breidd x dýpd x framtøkumegi)/1000.
Stk. 2. Longd, breidd og dýpd eru tey mát, sum eru í málibrævi og máliprógvi hjá fiskifarinum samsvarandi galdandi reglum um skipauppmáting.
Stk. 3. Frá tí degi henda kunngerð kemur í gildi, kann metingarvirðið fyri fiskiorku hjá ávísum fiskifari ikki umroknast grundað á nýggja uppmáting, um ongin broyting, sum ávirkar metingarvirðið fyri fiskiorkuna, er gjørd við fiskifarið.
Kapittul 6
Broyting av fiskifari
Fiskifør við rættindum í bólki 2, 3, 4 ella 4 T
§ 13. Vørn skal hava skrivliga fráboðan, tá broytingar, sum ávirka uppmáting ella framtøkumegi, verða gjørdar við fiskifar við rættindum í bólki 2, 3, 4 ella 4 T sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4 í løgtingslógini. Í fráboðanini skal upplýsast og skjalprógvast, hvørjar broytingarnar eru.
Stk. 2. Tá broytingar verða gjørdar, skulu tær ikki gera, at fiskifarið fer upp um tey mørk fyri stødd og framtøkumegi, ið skilmarka bólkin sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4 í løgtingslógini.
Stk. 3. Áðrenn fiskifarið kann fara til fiskiskap aftur, tekur Vørn, við støði í nýggju skjalfestu upplýsingunum um stødd ella framtøkumegi, støðu til, um fiskidagatalið hjá fiskifarinum skal stillast samsvarandi skjali 1.
Fiskifør við rættindum í bólki 5
§ 14. Vørn skal hava skrivliga fráboðan, tá broytingar, sum ávirka uppmáting, verða gjørdar við útróðrarbát við fiskiloyvi til rættindi í bólki 5 sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini. Vørn skal hava góðkent broytingarnar, áðrenn báturin kann fara til fiskiskap aftur.
Kapittul 7
Revsireglur
§ 15. Tann, ið ikki boðar Vørn frá sambært §§ 13 og 14 verður revsaðar við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kapittul 8
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 104 frá 14. september 2005 um flyting av fiskiloyvum millum útróðrarbátar undir 15 tons og kunngerð nr. 124 frá 25. juli 2019 um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 6. desember 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)
Skjal 1
Umrokningarvirði fyri fiskidagar
Leiðbeining:
Í talvuni niðanfyri eru fiskifør í fiskidagaskipanini bólkað soleiðis:
Trolarar: (Longd x breidd x dýpd) x HK)/1000
Línuskip og útróðrarbátar: Longd x breidd x dýpd
Tá fiskidagar verða umroknaðir millum fiskifør, verður fyrst hugt at teiginum longst vinstrumegin, fyri at finna tað skipið, sum avhendar fiskidagar. Skipið, sum flutt verður til, verður lisið av ovastu røðini. Fiskidagar, ætlanin er at flyta, verða síðani faldaðir við umrokningarvirðinum í talvuni.
Dømi um nýtslu av talvuni:
Ein útróðrarbátur (longd x breidd x dýpd = 190) avhendar 18 dagar til eitt línuskip (longd x breidd x dýpd = 682). Burtur úr hesum fær línuskipið 18 x 0,35 = 6,30 dagar.
Trolari I (LxBxD x HK/1000 = 970) avhendar 15 fiskidagar til trolara II (LxDxB x HK/1000 = 1650). Talan er um flyting av døgum úr bólkinum “Trolarar 500-1599” yvir í bólkin “Trolarar 1600-1999.” Burtur úr hesum fær trolari II (15 x 0,83) = 12,45 fiskidagar.
Veiðiloyvi hjá trolara í bólki 2 við einum (LxBxD x HK)/1000 upp á 2500) verður flutt á nýggjan trolara (LxBxD x HK/1000 = 4500). Fiskidagar at flyta á nýggja trolaran verða umroknaðir við 0,7.
|
|
Trolarar 4000-9000 |
Trolarar 2000-3999 |
Trolarar 1600-1999 |
Trolar 500-1599 |
Trolarar minni enn 500 |
Línuskip 600 og størri |
Útr. bátar 300-599 |
Útr. bátar 200-299 |
Útr. bátar 120-199 |
Útr. bátar undir 120 |
|
Trolarar 4000-9000 |
1,00 |
1,43 |
1,67 |
2,00 |
2,23 |
2,00 |
3,33 |
4,35 |
5,60 |
8,00 |
|
Trolarar 2000-3999 |
0,70 |
1,00 |
1,17 |
1,40 |
1,56 |
1,40 |
2,33 |
3,11 |
4,00 |
5,60 |
|
Trolarar 1600-1999 |
0,60 |
0,86 |
1,00 |
1,20 |
1,33 |
1,20 |
2,00 |
2,67 |
3,43 |
4,80 |
|
Trolarar 500-1599 |
0,50 |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
|
Trolarar minni enn 500 |
0,45 |
0,64 |
0,75 |
0,90 |
1,00 |
0,90 |
1,50 |
2,00 |
2,57 |
3,60 |
|
Línuskip 600 og størri |
0,50 |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
|
Útr. bátar 300-599 |
0,30 |
0,43 |
0,50 |
0,60 |
0,67 |
0,60 |
1,00 |
1,33 |
1,71 |
2,40 |
|
Útr. bátar 200-299 |
0,23 |
0,32 |
0,38 |
0,45 |
0,50 |
0,45 |
0,75 |
1,00 |
1,29 |
1,80 |
|
Útr. bátar 120-199 |
0,18 |
0,25 |
0,29 |
0,35 |
0,39 |
0,35 |
0,58 |
0,78 |
1,00 |
1,40 |
|
Útr. bátar undir 120 |
0,13 |
0,18 |
0,21 |
0,25 |
0,28 |
0,25 |
0,42 |
0,56 |
0,71 |
1,00 |