Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2005Nr. 133
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 125 frá 2. desember 2005 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”strikað: “Ll. nr. 39 frá 07. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við Ll. nr. 14 frá 16. februar 2001, tó ikki § 2 stk. 3 og § 4 stk. 2.”og “Ll. nr. 52 frá 03. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn”.
2) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið”strikað: “javnstøðumál,”og í staðin fyri “eftirlønarviðurskifti”sett “fólkapensjónsgjøld úr landskassanum”
3) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot”strikað: “Sbr. Heimastýrislógini lista A .nr. 16: Eins rættindi fyri menn og kvinnur.”. Afturat “Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne § 1.”verður sett: “, tó ikki § 1 stk. 2 nr. 2 tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu”.
4) Í § 4, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”sett afturat:
“Ll. nr. 31 frá 05.07.1971 um tænastumenn landsins sum seinast broytt við Ll. nr. 73 frá 13.06.1995, tó so viðv. § 3 stk. 1 at løgmaður í samstarvi við avvarðandi landsstýrismann setur aðalstjórar og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni sum verður teirra hægsti fyrisetti”, “Ll. nr. 32 frá 05.07.1971 um tænastumannaeftirlønir, sum seinast broytt við Ll. nr. 24 frá 14.03.1997.”og “Ll. nr. 37 frá 05.08.1971 um tænastumannalønir v.m. og flokking av tænastumannastørvum, sum seinast broytt við Ll. nr. 70 frá 02.04.1993.”
5) Í § 4, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”verður aftaná “Ll. nr. 39 frá 07. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við Ll. nr. 14 frá 16. februar 2001”strikað “§ 2 stk. 3 og § 4 stk. 2.”
6) Í § 4, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið”sett afturat í 1. reglubroti “Landsstýrismaðurin umsitur mál um at áseta tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald av somu”
7) Í § 4, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot”sett afturat: ”Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne § 1, stk. 2 nr. 2 tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu”.
8) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” sett afturat: “Ll. nr. 38 frá 04. mai 1957 um uppmáting av skipum, sum broytt við Ll. nr. 23 frá 09.juni 1967”, “Ll. nr. 9 frá 05. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við Ll.nr. 75 frá 23. mai 1997”, “Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling” og “Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 80 frá 13. november 1998”.
9) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” sett afturat: “Listi A nr. 15 Skipaskráseting”.
10) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, verður í kapitlinum “Tænastuboð”sett afturat: “Trygdarmiðstøðin”.
11) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”sett afturat: ”Ll. nr. 17 frá 06. mars 2002 um adressur.”
12) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað: “Ll. nr. 38 frá 04. mai 1957 um uppmáting av skipum, sum broytt við Ll. nr. 23 frá 09. juni 1967”, Ll. nr. 9 frá 05. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við Ll. nr. 75 frá 23. mai 1997”, “Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling” og “Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 80 frá 13. november 1998”.
13) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” strikað: “Umsitir norðurlandamál.”
14) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” strikað:
“Listi A nr. 15 Skipaskráseting”.
15) Í § 7, landsstýrismaðurin í mentamálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” í 1. reglubroti sett afturat: “Umsitur norðurlandamál.”
16) Í § 7, landsstýrismaðurin í mentamálum, verður í kapitlinum “Tænastuboð”strikað: “Trygdarmiðstøðin”.
17) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”sett afturat: “Ll. nr. 52 frá 03. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn”.
18) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir”strikað:
“L. nr. 172 af 18. mai 1937 for Færøerne om Haugers styrelse og drift m.m., som senest ændret ved Ll. nr. 82 frá 19. juni 1990, § 41 stk. 3 og § 47.”og “Ll. nr. 17 frá 06. mars 2002 um adressur.”
19) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið”sett inn í millum aftaná “arbeiðsmarknaðarmál,”: “javnstøðumál,”
20) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot”sett inn aftaná “prenti.”: “Eins rættindi fyri menn og kvinnur.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 1. januar 2006, tó fær § 1 nr. 13 og 15 gildi dagin eftir kunngerðing.
Løgmansskrivstovan, 9. desember 2005
Jóannes Eidesgaard, (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)