17. desember 2024Nr. 133
Kunngerð um broyting í kunngerð um um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
(Broyting í upptøkukravi)
§ 1
Í kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 um um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara verður § 5, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri at verða upptikin á endaskeið til skipsatstøðara skal umsøkjarin hava staðið grundskeið í skipsatstøðaraútbúgving ella útbúgving til dekkara.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 17. desember 2024
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)