21. september 2017Nr. 133
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum
(Førleikakrøv til kokkar við fiskiskipum í heimasigling)
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 41 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum í heimasigling krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár, og í minsta lagi hevur staðið skeið sambært § 1 í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk, sum handfara matvørur umborð á skipi. Skipskokkur við sjóvinnubrævi sambært 1. pkt. kann við loyvi frá Sjóvinnustýrinum mynstra við skipi, ið vanliga er í heimasigling, tá skipið í einstøkum førum fer til fiskiskap uttanfyri føroyskt sjóøki.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. september 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)