Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2025Nr. 133
Kunngerð um tryggingarskjøl, sum prógva fulnað fyri sjórættarligum krøvum
Við heimild í § 153, stk. 5, og § 514 a í anordning nr. 187 af 8. februar 2017 om ikrafttræden for Færøerne af søloven, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 16. mai 2024 og anordning nr. 1000 af 30. juni, verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri føroysk skip á 300 BT ella meira og fyri útlendsk skip á 300 BT ella meira, sum koma í ella fara úr føroyskari havn ella øðrum lastingarstaði ella lossingarstaði í Føroyum ella í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fjórðingar úr grundlinjunum, ella byrjar at sigla regluliga í føroyskum sjóøki.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir trygging:
1) ein P&I trygging, sum ein limur í The International Group of P&I Clubs bjóðar út,
2) ábyrgdartrygging við samsvarandi fulnaði fyri sjórættarligum krøvum,
3) prógvað sjálvtrygging við samsvarandi trygd fyri fulnaði fyri sjórættarligum krøvum,
4) bankatrygd við samsvarandi fulnaði, ella
5) onnur fíggjarlig trygd við samsvarandi fulnaði.
Stk. 2. Tryggingin sbrt. stk. 1 kann vera við ella uttan sjálvsábyrgd.
Stk. 3. Tryggingin skal, sbrt. § 153, stk. 4, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven, gera tað møguligt at fáa endurgjald innan tey ábyrgdarmørk, sum eru ásett í § 175 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven, eisini um skrásetingarland skipsins ikki hevur staðfest 1996 protokollina til altjóða sáttmálan um ábyrgdaravmarking.
§ 3. Skipini, ið er fevnd av hesi kunngerð, skulu hava eitt loyvisbræv sum skjalprógv um, at skipið er fevnt av teirri í § 153 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven kravdu trygging.
Stk. 2. Loyvisbrævið skal fevna um hesar upplýsingar:
1) Navn á skipinum, havnarkenningarnummar og heimstað,
2) IMO-nummar,
3) navn og høvuðssæti hjá reiðaranum ella hjá skrásetta eigaranum, um hesin ikki er tann sami sum reiðarin,
4) navn og høvuðssæti hjá tryggingarfelagnum og møguliga staðið, har tryggingin er teknað,
5) slag av trygging, og
6) tryggingartíðarskeið.
Stk. 3. Loyvisbrævið skal verða skrivað á enskum, fronskum ella sponskum. Um loyvisbrævið er skrivað á øðrum máli, skal ein týðing til enskt, franskt ella spanskt fylgja við.
§ 4. Eitt skjal, Certificate of Entry, sum lýkur krøvini í § 3 og vísir, at tryggingin er teknað hjá einum limi í The International Group of P&I Clubs, verður góðkent sum loyvisbræv sbrt. § 153 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven.
§ 5. Um skipið ikki hevur eitt loyvisbræv sbrt. § 4, skal reiðari hjá skipi, ið siglir undir føroyskum flaggi, eisini skipi, sum er leiguskrásett í Føroyum, boða Sjóvinnustýrinum frá, hvør trygging er teknað. Um skipið hevur eitt skjal sbrt. § 4, er ongin fráboðanarskylda.
Stk. 2. Fráboðan um trygging sbrt. stk. 1 skal latast Sjóvinnustýrinum eina ferð um árið.
Stk. 3. Um skipið ikki hevur skjal sbrt. § 4, kann Sjóvinnustýrið í serligum føri krevja prógv fyri, at tann, ið hevur veitt tryggingina, sbr. § 2, hevur loyvi at reka slíkt virksemi í landinum, har hann hevur heimstað, og at hann er fíggjarliga førur fyri at veita fulnað fyri møguligum sjórættarligum krøvum.
Stk. 4. Henda broytingar í tryggingini, sum kunnu ávirka gildi loyvisbrævsins, hevur reiðarin, so skjótt hann fær kunnleika til hetta, skyldu at boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.
§ 6. Løgreglan, tollmyndugleikar ella havnarmyndugleikar, sum í sambandi við arbeiði sítt avdúka brot á hesa kunngerð, skulu beinanvegin boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.
Stk. 2. Tá ið skip kemur í føroyska havn, kann Sjóvinnustýrið kanna, um tað hevur kravd skjøl umborð. Um ivi er um, hvørt tryggingin hjá útlendskum skipi er nøktandi, kann Sjóvinnustýrið venda sær til flaggstatin.
§ 7. Brot á § 3 og § 5 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2025. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse for Færøerne nr. 197 fra 27. februar 2017 om forsikringscertifikater som bevis for dækning af søretlige krav.
Stk. 2. Loyvisbrøv, sum Søfartsstyrelsen hevur givið út, varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á loyvisbrævinum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. juli 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)