Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. oktober 2019Nr. 133
Kunngerð um mynstring
Við heimild í § 2, stk. 2 og 3, § 3, § 4, stk. 1 og § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 55 frá 30. apríl 2018 um mynstring (Mynstringarlógin), verður ásett:
§ 1. Mynstringarskylda er á øllum føroyskum skipum til støddar 20 BT ella meira, undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og eftir ætlan ikki eru meira enn 48 tímar heimanífrá.
§ 2. Mynstringin fer fram eftir hesum reglum:
1) Á fiskiskipum verður mynstrað fyri hvønn túrin sær.
2) Á handilsskipum verður mynstrað í minsta lagi tvær ferðir árliga, og tá ið tikið verður við ella farið verður úr starvi umborð á skipinum.
§ 3. Tá ið mynstrað verður, hevur skiparin ábyrgdina av, at skipsmanningarlisti verður skrivaður, undirskrivaður og sendur mynstringarmyndugleikanum.
Stk. 2. Skipsmanningarlistin skal latast mynstringarmyndugleikanum elektroniskt, sbrt. § 7, stk. 2, áðrenn siglt verður.
Stk. 3. Rættingar til skipsmanningarlistan kunnu tó verða gjørdar aftaná, at skipið er byrjað ferðina, men skulu hesar tá verða fráboðaðar mynstringarmyndugleikanum skjótast til ber.
§ 4. Skiparin skal síggja til, at eintak av skipsmanningarlistanum altíð er til taks umborð, antin í pappírsformi ella í elektroniskum formi.
§ 5. Reiðarin hevur skyldu til at boða mynstringarmyndugleikanum frá, tá ið skipari tekur við ella fer úr starvi sínum á skipinum.
Stk. 2. Fráboðanin til mynstringarmyndugleikan sbrt. stk. 1 kann verða skrivað á skipsmanningarlistan saman við manningini.
§ 6. Í skipsmanningarlistanum skulu í minsta lagi verða ásettar hesar upplýsingar um hin mynstraða og skiparan:
1) Fulla navn og p-tal,
2) lokadagur á galdandi heilsuprógvi og trygdarskeiði,
3) starvsheiti sbrt. manningarskjali og avvarðandi sáttmála,
4) nummar á galdandi sjóvinnubrævi, tá hetta er kravt fyri at mynstra, og
5) undirskrift.
§ 7. Sjóvinnustýrið er mynstringarmyndugleiki, og hevur eftirlit við mynstringum.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið skal tryggja, at elektronisk skipan er tøk, har skipsmanningarlistar skulu latast inn, sbrt. § 3, stk. 2.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið ella annar veitari, ið Sjóvinnustýrið hevur góðkent, gevur atgongd til skipanina sbrt. stk. 2.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann í serligum føri loyva, at skipsmanningarlistin verður latin mynstringarmyndugleikanum á annan hátt enn sbrt. § 3, stk. 2.
§ 8. Brot á §§ 3-6 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar kunnu verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnu- og umhvørvismálaráðið, 23. oktober 2019
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)