Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2024Nr. 134
Kunngerð um útbúgving til dekkara
Við heimild í §§ 4, 6, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Endamál
§ 1. Útbúgvingin til dekkara skal lúka ástøðiligu krøvini til sjóvinnu og vaktarhald sbrt. STCW-sáttmálanum viðvíkjandi:
1) Áseting II/4 um vaktarhald.
2) Áseting VI/1 um grundleggjandi upplæring í trygd og arbeiðsumhvørvi á sjónum.
3) Áseting VI/1-3 um grundleggjandi fyrstuhjálpara skeið.
4) Áseting VI/6-1 um verndartilbúgving.
5) Áseting II/5 um fulltiknan dekkara, t.e. Able seafarer deck.
Førleikamál
§ 2. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka í útbúgvingini til dekkara.
Stk. 2. Vitanarførleikarnir sbrt. stk. 1 geva næminginum:
1) Kunnleika til vanligt fyrifallandi arbeiði umborð á einum skipi.
2) Kunnleika til vakt á brúnni, arbeiði á skipsdekki og í maskinrúmi við vanligum amboðum og maskinum.
3) Almennan kunnleika til uppbygging av einum skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð.
4) Almennan kunnleika til siglingarfrøðiligu og maskinteknisku arbeiðsøkini umborð á einum skipi.
5) Kunnleika til vandan fyri heilsu og trygd við at útinna arbeiði, so at vanlukkur og arbeiðsskaðar kunnu fyribyrgjast.
6) Kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til at bøta um mannagongdir og arbeiðsgongdir.
Stk. 3. Førleikarnir sbrt. stk. 1 umfata:
1) Útinna ítøkilig viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi.
2) Útinna arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd.
3) Útinna veruliga eldsløkking.
4) Kunnleika innan grundleggjandi maritimt enskt mál á viðkomandi arbeiðsøki.
Stk. 4. Næmingurin skal eisini nema sær førleikar at:
1) Luttaka virkin í samstarvinum við at leggja til rættis arbeiðsuppgávur.
2) Útinna verkligar uppgávur sjálvstøðugt í sambandi við vanligt skipsarbeiði, harímillum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði, sbrt. stk. 3, nr. 1.
3) Verða tilvitaður um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi.
4) Menna eitt gott arbeiðsumhvørvi og samstarv á ein virknan hátt.
Upptøka
§ 3. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku til útbúgvingina sum dekkari, og skúlin hevur ábyrgdina av at tryggja, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.
Stk. 2. Til upptøku á útbúgvingini til dekkara skal umsøkjari:
1) Hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans.
2) Hava galdandi heilsuprógv fyri sjófólk.
Skipan av útbúgvingini
§ 4. Skúlin ásetur í námsskipan, reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal harumframt lýsa, hvussu skúlin lýkur krøvini til innihaldið sbrt. § 1.
Stk. 2. Ástøðiligi parturin av útbúgvingini verður lýstur nærri í námsskipan.
Stk. 3. Námsskipan og munandi broytingar í námsskipanini skulu áseta skiftisreglur.
Stk. 4. Galdandi námsskipan skal verða atkomulig á heimasíðu skúlans, og skal harumframt verða skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.
Stk. 5. Námsskipanin skal vera góðkend av landsstýrisfólkinum.
Próvtøka og prógv
§ 5. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
§ 6. Eftir lokna útbúgving við nøktandi úrsliti skrivar skúlin út skúlaprógv.
Undirvísingarførleiki
§ 7. Lærari skal samanlagt hava eitt førleikastøði, sum er hægri enn fráfaringarstøðið fyri útbúgvingina. Førleikastøðið skal, umframt námsfrøðiligan førleika, fevna um viðkomandi skjalprógvaðar ástøðiligar og yrkisligar førleikar.
Stk. 2. Nýggir lærarar skulu innan trý ár eftir starvssetan hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving.
Útbúgvingartíð
§ 8. Útbúgvingartíðin er ásett at vera 4 mánaðar.
Stk. 2. Tó er útbúgvingartíðin ásett til 2 mánaðar, um næmingurin hevur í minsta lagi 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir skulu vera við handilsskipi.
Kæra
§ 9. Avgerðir, ið leiðari skúlans tekur sbrt. hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrisfólkið í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars, skulu viðgerast sbrt. kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara.
Skiftisregla
§ 11. Tey, sum fóru undir grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara áðrenn 1. august 2024, eru framhaldandi fevnd av kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 um grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 17. desember 2024
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)