Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 2017Nr. 134
Kunngerð um rættin hjá sjófólki, sum er við barn, at fara av og til fría heimferð
Við heimild í §§ 9 og 70 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sjófólk, sum eru við barn, og arbeiða umborð á føroyskum skipi, tó undantikið sjófólk, ið bert arbeiða umborð, meðan skipið liggur í havn.
§ 2. Eitt sjófólk hevur rætt til at krevja at sleppa av, tá tað við fyriliti fyri henni sjálvari, føðingini ella barninum verður mett neyðugt, at tænastan heldur uppat.
Stk. 2. Sjófólk kann krevja at sleppa av, tá fjóðri viðgongumánaðurin er av, um framhaldandi tænasta umborð hevur við sær, at hon ikki regluliga kann fara til neyðugar læknakanningar. Sjófólk kann altíð krevja at sleppa av, tá sætti viðgongumánaðurin er runnin.
§ 3. Tá eitt sjófólk, orsakað av viðgonguni, ikki er ført fyri at røkja sítt starv, skal skiparin loysa hana frá tænastuni umborð, og syrgja fyri hennara fráfaring úr tænastuni.
§ 4. Sjófólk, sum krevur at sleppa av eftir § 2, og ynskir at ferðast til bústaðin í Føroyum, hevur rætt til fría heimferð við uppihaldi fyri rokning landsins.
Stk. 2. Fer føðingin fram í útlandinum, kann Sjóvinnustýrið aftaná føðingina veita fría heimferð, sum ásett í stk. 1 fyri bæði móður og barn.
Stk. 3. Ynskir eitt sjófólk, sum er við barn, at ferðast til bústaðin í Føroyum eftir stk. 1, skal krav um fría heimferð, í tann mun tað ber til, setast fram, tá sjófólkið fer av skipinum. Krav um heimferð eftir stk. 2 skal verða sett fram innan 1 mánað aftaná føðingina.
§ 5. Verður eitt sjófólk undir tænastuni umborð greið yvir, at hon er við barn, og ynskir hon at nýta rættin til at fara av eftir § 2, skal hon skjótast gjørligt boða skiparanum frá, nær hon ynskir at fara úr tænastuni.
Stk. 2. Tá skiparin fær at vita, at eitt sjófólk er við barn, skal hann geva henni møguleika til at fara til lækna til neyðuga barnsburðarkanning í tí fyrstu havnini, har hetta ber til. Harafturat áliggur tað skiparanum, í tann mun hetta ber til áðrenn barnsburðarkanningina, at kunna sjófólkið um farleiðirnar hjá skipinum.
§ 6. Heimferð sambært § 4 kann verða fyriskipað av donskum konsli á staðnum ella av skiparanum, um eingin konsul er á staðnum.
Stk. 2. Útreiðslurnar til heimferðina verða endurrindaðar treytað av, at neyðug skjalprógv fyri hildnar útreiðslur fyriliggja, og at rímilig fíggjarlig fyrilit eru tikin í sambandi við fyriskipanir eftir hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. september 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)