22. december 2000Nr. 134
Kunngerð um broyting í kunngerð um umbýti av koyrikortum
§ 1
Í kunngerð nr. 5 frá 21. januar 1998 um umbýti av koyrikorti, verður § 3 orðað soleiðis:
“§ 3. Fyri umbýti av gomlu koyrikortunum til føroysk koyrikort av ES-sniði, skal latast eitt gjald, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Vinnumálastýrið, 22. december 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)