Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2025Nr. 134
Kunngerð um upplýsingarskyldu fyri tey, ið taka ímóti HNS-evnum, sum verða flutt við farmaskipi
Við heimild í § 223, stk. 6, og § 514 a í anordning nr. 187 af 8. februar 2017 om ikrafttræden for Færøerne af søloven, sum broytt við anordning nr. 1000 af 30. juni 2025, verður ásett:
§ 1. Tann, sum í føroyskum havnum, oljuterminalum ella øðrum atløgustøðum tekur ímóti HNS-evnum, sum eru flutt við farmaskipi, skal áðrenn 15. mars lata Sjóvinnustýrinum upplýsingar um navn og bústað, eins og móttikna nøgd farna árið, sbr. tó stk. 2. Hetta er eisini galdandi, tá ið HNS-evnini eru móttikin í tollfríum økjum. Upplýsingarnar skulu latast inn á oyðibløðum, sum eru á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 2. Upplýsingarskyldan sbrt. stk. 1 tekur við, tá ið tað í einum álmanakkaári verður móttikið:
1) í minsta lagi 150.000 tons av tungolju, sum er fevnd av § 191, stk. 4, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven, sbr. tó stk. 3,
2) eina og hvørja nøgd av flótandi jarðgassi av lættum kolvetnum, har metan er høvuðspartur, LNG, ella
3) í minsta lagi 15.000 tons av øðrum HNS-evnum.
Stk. 3. Upplýsingarskylda sbrt. stk. 2, nr. 1, um tungolju verður mett at vera lokin, um fráboðan longu er latin um móttikna tungolju eftir reglunum um upplýsingarskyldu og gjaldskyldu hjá oljumóttakarum til altjóða grunnin fyri endurgjald av oljudálkingarskaðum (1992-grunnurin) og protokollina frá 2003 (supplerandi grunnurin).
Stk. 4. Í hesi kunngerð merkir HNS-evni evni, sum eru fevnd av § 212 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven. Nágreiniligar upplýsingar um, hvørji evni eru HNS-evni, finnast á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Stk. 5. Tann, ið tekur ímóti HNS-evnum, hevur ikki skyldu til at rinda gjald til HNS-grunnin, sbr. § 212, stk. 6, 2. pkt., í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven, fyrr enn The International Convention on Liability and Compensation for Damage in Connection with the Carriage of Hazardous and Noxious Substances by Sea kemur í gildi fyri Føroyar.
§ 2. Fráboðanarskyldan fevnir um HNS-evni, sum verða flutt sjóvegis til Føroyar ella innanoyggja í Føroyum. Móttøka av HNS-evnum, sum verða flutt sjóvegis til eina flótandi goymslu, sum er í føroyskum sjóøki, verður mett sum móttøka í føroyskari havn ella oljuterminali. Eitt skip verður mett sum ein flótandi goymsla, um skipið ikki kann sigla, ella um skipið liggur varandi fyri akker ella í eitt longri tíðarskeið.
Stk. 2. Upplýsingar sbrt. § 1, stk. 2, skulu ikki latast inn fyri transitgóðs, sum heilt ella partvíst er flutt beinleiðis ella í havn ella uppskipingarhavn frá einum skipi til eitt annað skip sum partur av flutninginum frá staðnum, har skipið upprunaliga varð fermt til endaligu atkomuhavnina. HNS-evni, sum verða goymd við tí fyri eyga at selja tey víðari seinni, verða ikki mett sum transitgóðs.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann senda áheitanir um fráboðanir til møguligar fráboðanarskyldugar móttakarar.
Stk. 4. Hevur ein móttakari móttikið eina áheitan um fráboðan sbrt. stk. 4, og hevur móttakarin farna álmanakkaárið móttikið minni enn nøgdina av HNS-evnum sbrt. stk. 2, hevur móttakarin skyldu at boða frá, at viðkomandi ikki er gjaldskyldugur.
§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. juli 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)