Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. oktober 2019Nr. 134
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 52 frá 29. apríl 2020
(Ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018 og kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
“Koppseting ímóti kikhosta til barnakonur
§ 6 a. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum persónum:
1) Barnakonum, sum eru í viku 32.
2) Barnakonum, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi.
3) Barnakonum, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.”
§ 2
1) 2) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi tann 1. januar 2021.
Heilsumálaráðið, 25. oktober 2019
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)