28. september 2018Nr. 134
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018
(Strika kravið um skiljirist í beinleiðis veiðu eftir upsa)
§ 1
Í kunngerð nr. 190 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 25 frá 22. mars 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4 verður stk. 7 strikað.
2. Í § 29 verður 2. pkt. strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. september 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)