11. august 2025Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni
(Broytt gjøld)
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 1. juli 2015 um ársgjøld fyri skráseting í skipaskránni og farskránni verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 3, nr. 1 verður “200 kr.” broytt til: “250 kr.”
2. Í § 1, stk. 3, nr. 2 verður “1.500 kr.” broytt til: “1.800 kr.”
3. Í § 1, stk. 3, nr. 3 verður “2.400 kr.” broytt til: “2.900 kr.”
4. Í § 2, stk. 1 verður “200 kr.” broytt til: “250 kr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. august 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)