17. desember 2024Nr. 135
Kunngerð um javning av endurgjaldsupphæddum í ferðslulógini í 2025
Við heimild í § 55, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Tær í § 55, stk. 4 nevndu endurgjaldsupphæddir eru frá 1. januar 2025 til 1. januar 2026 ávikavist 139 mió. kr. fyri persónskaða ella miss av uppihaldara og 28 mió. kr. fyri skaða á lutir.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 17. desember 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)