Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. oktober 2009Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 2 verður sett inn sum nýggj grein:
”§ 2 a. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa A (H1N1) verður eftir einari læknaligari meting givið ávísum bólkum av persónum sbrt. stk. 2-5.
Stk. 2. Persónar, sum eru eldri enn 6 mðr. og hava eina av hesum varandi sjúkum:
1) Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruktión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa, sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar lungnasjúkur, serliga tá lungnavirkni er minkað, ella tað ofta eru lungnainfektiónir.
2) Hjarta- og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka, hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar (ikki avmarkað til hækkað blóðtrýst).
3) Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir.
4) Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta- og nýrasjúkum ella við viknan orsakað av diabetiskum seinfylgjum – ella diabetes, sum er trupul at stýra.
5) Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin, t.d. vegna hiv-smittu ella heilivágsviðgerð.
6) Sjúka í nerva-vøddalagnum, ið ávirkar lungnavirkni ella minkar um megina at hosta.
7) Varandi livur- og nýrasvignan (vegleiðandi GFR < 30 ml/min)
8) Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40)
9) Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
Stk. 3. Barnakonur, sum hava eina av teimum í stk. 2 nevndu varandi sjúkum.
Stk. 4. Aðrar barnakonur frá 13. barnsburðarviku, tó í samráð við egnan lækna.
Stk. 5. Húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju sbrt. stk. 2, nr. 5, kunnu í serligum førum fáa tilboð um koppseting.”
2) Í § 4, stk. 1 og stk. 3 verður aftaná ”§ 2” sett inn: ”og § 2 a”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 26. oktober 2009
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)