Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. december 2000Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
§ 1
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 95 frá 1. desember 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 49 a, stk. 3, verður “7” broytt til: “6”.
2) § 49 b, stk. 1, 2. pkt., verður orðað soleiðis:
“Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.”
3) §§ 49 c-d verða orðaðar soleiðis:
“§ 49 c. Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bókstavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl.
Stk. 2. Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummarspjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur.
Stk. 3. Gjaldið fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur verður goldið við útflýggjan.
§ 49 d. Avgerðir, tiknar eftir §§ 49 a-c kunnu hóast § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.”
4) Aftan á § 49 d verður sett:
“Triðja nummarspjaldur
§ 49 e. Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farmur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðurnar eru slíkar, at aftara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt.
Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bókstavir og/ella tøl.
Stk. 3. Bílegging av einum triðja nummarspjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skrásetingarskjalið skal verða víst fram.
Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.”
5) § 50, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, tó ikki avmarkaði ynskinummarspjøldur, kunnu í tíðarskeiðnum, sum tey eru galdandi fyri, móti gjaldi flytast til annað akfar, sum verður skrásett til tann, sum hevur rættin til at nýta ynskinummarspjøldrini, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Vinnumálastýrið, 22. december 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)