4. september 1995Nr. 136
Kunngerð um reglur fyri byggipláss og líknandi arbeiðspláss
Við heimild í § 17, stk. 1, samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974, við seinni broytingum, hevur Landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í “Arbejdsministeriets bekendtgørelse nr. 1017 af 15. december 1993 om indretning af byggepladser og lignende arbejdssteder efter lov om arbejdsmiljø”, verða galdandi.
Stk. 2. Tær heimildir, sum ymsir myndugleikar hava eftir hesi kunngerð fær Arbeiðseftirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðini fæst frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verður revsað eftir § 40 í løgtingslóg nr. 58 um arbeiðaravernd frá 24. mai 1974 við seinni broytingum.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.