12. november 2019Nr. 136
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2019
(Økt atgongd at veiða svartkjaft)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 21. desember 2018 um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2019 verður í § 3 “21.207 tons” broytt til: “23.781 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 12. november 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)