Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. september 2020Nr. 136
Kunngerð um broyting í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.
(Skráseting av arbeiðstíð o.tíl., skráseting sbrt. reglum og vegleiðingum, uppseting sbrt. ásettum meginreglum, tíðaravmarking av lønum, tíðaravmarking av vørukeypi, skráseting av tilsagnum frá landinum, skráseting av flytingum millum land, kommunur og samstørv í sama tíðarskeiði, ognaryvirlit)
§ 1
Í kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna o.tíl. verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Kommunan skal skipa fyri, at hóskandi skráseting av arbeiðstíð, fráveru, frítíð o.tíl. er í kommununi, so lønarútgjaldingarnar eru rættar.”
2. § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Skrásetingin, sum skal verða sambært bruttomeginregluni, fer fram í samsvari við fíggjarætlanina og veittar eykajáttanir, og verður gjørd samsvarandi Kontuskipan kommunanna við tilhoyrandi vegleiðingartilfari, sbrt. § 3, stk. 2, umframt reglum, sum Fíggjarmálaráðið ger, og vegleiðingartilfari frá Føroya Gjaldstovu.”
3. § 9, stk. 2, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) at uppsetingin av tilfarinum er sbrt. § 3, stk. 5,”
4. Í § 13 verður áðrenn stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Lønarútreiðslur skulu sum meginregla verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður vunnin. Av tí, at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu kommunurnar tíðaravmarka lønirnar um ársskiftið.”
Stk. 1-13 verða eftir hetta stk. 2-14.
5. Í § 13, stk. 1, sum verður stk. 2, verður aftan á 1. pkt. nýtt pkt. sett:
“Vørur latnar fram til 15. februar kunnu verða skrásettar upp á árið frammanundan, um keypsavtala varð gjørd fyri árskiftið.”
6. § 13, stk. 7, sum verður stk. 8, verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Tilsagnir eiga at verða skrásettar sum útreiðsla ella inntøka, tá ið bindandi tilsøgn verður givin. Tá ið talan er um tilsagnir frá landi til kommunu, eigur inntøkan hjá kommununi at verða skrásett í sama tíðarskeiði, sum útreiðslan hjá landinum verður skrásett. Tilsagnir frá landi til kommunur verða skrásettar á høvuðsslag 7 sambært Kontuskipan kommunanna.”
7. Í § 13 verður sum stk. 15 sett:
“Stk. 15. Sum meginregla skulu flytingar millum land, kommunur, kommunal samstørv o.tíl. haldast í sama tíðarskeiði.”
8. § 20 verður orðað soleiðis:
“§ 20. Yvirlit skulu gerast yvir ognir, so sum verkløg, jørð, bygningar, maskinur, før, innbúgv og annan virðismiklan útbúnað.
Stk. 2. Yvirlitini skulu hava upplýsingar um keypsvirðið og broyting í virðismetingini, livitíð umframt aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri fyrisitingina.
Stk. 3. Yvirlitini skulu fevna um ognir og útbúnað, hvørs keypsvirði er omanfyri 50.000 kr.
Stk. 4. Ognir og útbúnaður skulu skrásetast í búskaparskipanini hjá kommununi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 15. september 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)