22. december 2000Nr. 137
Kunngerð um broyting í kunngerð um góðkenning av aklærarum
§ 1
Í kunngerð nr. 1 frá 2. januar 1964 um góðkenning av aklærarum, verður § 1, stk. 6, orðað soleiðis:
“Stk. 6. Innan royndin verður hildin, skal umsøkjarin rinda gjaldið fyri royndina til Bileftirlit Føroya, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Vinnumálastýrið, 22. december 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)