Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. september 1992Nr. 137
Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 29. januar 2018
1) Við heimild í § 8 a í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992 og løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Veljarar, ið koma undir § 2 a í lógini, verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum.
Stk. 2. 2) Tað er ein treyt fyri upptøku á vallistan, at veljarin hevur sent inn umsókn eftir reglunum í §§ 2-4 og at avgerðin um upptøku á vallistan er tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
§ 2. Umsóknin, ið skal vera dagfest og undirskrivað av umsøkjaranum sjálvum, skal innihalda upplýsingar um veljarans
1) fulla navn,
2) føðingardag,
3) fardag úr Føroyum,
4) seinasta bústað í Føroyum, fráboðaður fólkayvirlitinum,
5) bústað uttan fyri Føroyar og
6) grundina til tilhaldið uttan fyri Føroyar.
§ 3. Veljarar, ið koma undir § 2 a í lógini, skulu senda umsóknina á formála (umsóknarblað), ið er viðheftur hesi kunngerð sum skjal. Umsóknarbløð fáast frá Landsskrivstovuni, kommununum og føroysku viðskiftastovunum.
§ 4. Avgerðir um upptøku á vallistan eru galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum at rokna.
Stk. 2. Sendir veljarin áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti inn nýggja umsókn um nýggja upptøku á vallistan, verður tíðarskeiðið framlongt, til avgerð er tikin í málinum.
Stk. 3. Verður avgerð um nýggja upptøku á vallistan tikin áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti, verður tíðarskeiðið stytt, soleiðis at avgerðin um nýggja upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum.
Stk. 4. Avgerðir um upptøku á vallistan av veljarum, ið koma undir § 2 a í lógini, detta burtur, tá iveljarin aftur boðar frá flyting til eitt fólkayvirlit í Føroyum.
§ 5. Avgerðir hjá kommununum um upptøku á vallista av veljarum, ið koma undir § 2 a í lógini, skulu fráboðast Landsfólkayvirlitinum, sum førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya landsstýri, 23. sptember 1992
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ J. Hilduberg (sign.)
Skjal 1 1)
Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands
NB. Umsóknir, sendar inn ov stutta tíð áðrenn valdagin, kunnu ikki roknast avgreiddar til valið.
Sendast til
Fólkayvirlitið í seinastu Bústaðarkommununi |
At útfylla av fólkayvirlitinum
| |
|
Valrættardagur | |
Stempul |
Dagur | |
Sign. |
1. Umsøkjarin, ið hevur fyribils tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan
Øll fornøvn og millumnøvn: |
Føðingardagur: |
Eftirnavn:
| |
Bústaður uttanlands: | |
Seinasti bústaður í Føroyum: |
Fardagur: |
2. Útbúgvingin uttanlands
Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum |
|
|
|
3. Aðrar upplýsingar
|
|
4. Undirskrift
Skeiv skrivlig váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir |
____________ Dagur |
__________________________ Undirskrift |