Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 28-11-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 137 frá 26. november 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

26. november 2019Nr. 137

Kunngerð um elektroniska atgongd hjá kommunalum tilbúgvingum í Føroyum til akfarsskránna hjá Akstovuni

Við heimild í § 11 b, stk. 2 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 13. desember 2018, verður ásett:

§ 1. Akstovan kann geva kommunalum tilbúgvingum í Føroyum elektroniska atgongd til skrásettar stakupplýsingar úr akfarsskránni umvegis góðkendu skipanina Crash Recovery System, CRS.

Stk. 2. Upplýsingarnir, sum Akstovan kann lata eru nummarspjaldur og skrokknummar á akfari.

Stk. 3. Akstovan sendir leypandi dagførdar upplýsingar til góðkendu skipanina Crash Recovery System, CRS.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 26. november 2019

 

Jørgen Niclasen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)